Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 67 - 6. apríl 2009 Nú søgu- og samfelags­ deildin á Fróðskaparsetri Føroya kennir sviðan av fíggjarpolitikki og fíggjar­ kreppu, fari eg at heita á Helunu Dam á Neystabø um at bera so í bandi, at henda deild í stundini kemur aftur at virka Søga er fortíð, men eisini framtíð Onki samfelag hevur ráð til at vera eina søgu- og sam­ felagsdeild fyri uttan. Og als ikki Føroyar. Vit eru í ríkis­ felagsskapi við tveim­um øðrum tjóðum, ið hava sera fá sereyðkenni í felag, kan­ ska bert søguna. At halda, vit kunnu lata søgu- og samfelags­kunn­leika okkara upp í hend­ur­nar á útlends­k­ ari vitan er púra burturvið. Grundkjarnin í søgufak­ inum er at fata fortíðina, samtíðina og framtíðina í einum tíðarperspektivi. Borg­ arin eigur og skal ger­ast kritiskur medborgari og taka lut í kjaki og sam­felags­ menning. Moralska fatanin av søguni er kon­stant og altíð neyðug. Hon broytist og skal gevast ans hvønn dag. Søguligi kunnleiki er ikki ein kollektiv fatan av ímynd­ um, munnligum frásagnum ella egnum upplivingum. Felags søga verður bert til umvegis fakliga vitan og gransking. Til tess at skilja samfelag, menning og gongd krevst henda vitan. Og til tess at vinna á snæv­ur­ skygni, rongum ímyndum og popul­ismu hevur eitthvørt samfelag í menning brúk fyri hollari fakligari vitan. At beina kunnleika burtur Søgan er neyðug, hon er sálin í fólkinum. Umvegis søgu- og samfelagslæru mennist menniskjað til at gerast tilvitaður og demo­ kratiskur borgari. Tað før­ oyska samfelagið hevur ikki brúk fyri intoleransu, snæv­ urskygdum fatanum ella isoleraðum livihátti, tvørtur­ ímóti. Vit mugu sjálv sæta okkum heima eins og í altjóða høpi. Við sereyðkennum og serligu umstøðum okkara, uttan nakran veruligan javnsettan ella einsháttaðan part í øllum heiminum, eiga vit og bara vit at taka ábyrgd av mentanararvi okkara og søgu okkara –ongin annar skal gera tað! At vita hvaðan vit stava, hvørji vit eru og til tess at skilja hvagar vit fara er søgu- og samfelagsfrøðin tann, sum í stóran mun kann koma við svarinum. At leggja niður søgu- og sam­ felagsdeildina er tískil at burturbeina týdningar­miklan kunnleika, eisini um tað bert er fyri eina tíð. Vit eru í løtuni um at lata sera nógv virðir av hond­um okkara, um vit ikki taka kunnleikan í egnar hendur, sum vit hava gjørt í nógv ár, síðan Hans Jacob Debes, sáli, tók stór tøk til at skapa søgu okkara virði­ligar um­­ støður og ikki bert lata hana fyri vág og vind. At síggja søgu og samfelag við egnum eyg­um og al­­heimin úr tí sjón­ arhorni­num er sjálvsagdur rættur hjá øllum tjóðum. Hjá okkum er langt eftir á mál, skulu vit samanbera okk­um við støði í hinum norð­urlondunum, bæði í skúlan og millum manna. Men hvønn dag megna vit at stríða okkum eitt lítið sindur longur fram á mál. Virðið arvin og nútíðina Landsstýriskvinna í menta­ málum og tingið alt: bjarg­ið søgu okkara undan at gerast ein kastibløka, sum í grund­ ini er at vanvirða bæði land og fólk. Virðið egnu vallyftir tykkara um at verja mentan og gran­sk­ing. Og latið hesi ungu fólk fáa ta virðing, at tey tóku rætta avgerð, tá tey valdu at skapa sær eina fram­ tíð í Føroyum. At tey gjørdu rætt at nema sær kunnleika og innlit í heim­sins viður­ skifti umvegis egna vind­ eyga okkara, ið lítur inneftir og úteftir. Bundið er søguleyst fólk Óluva Klettskarð Gjøgnum fjølmiðlarnar fáa vit at vita, at landsstýris­ maðurin, hevur tikið av­­­gerð um, at ongin sjúkra­røktar­ stjóri skal setast í verandi starvið á Lands­sjúkrahúsi­ num. Í staðin skal annar sjúkrarøktar­frøðingur røkja hetta starv­ið afturat sínum egna. Giv­na grundin er, at “ongin” fer at søkja starvið. Vit undrast, hví lands­ stýrismaðurin hevur valt at gera ein fyribilsbygnað, sum hevur so álvarsligar fylgjur fyri ein fakbólk, uttan at taka allar partar við í arbeið­ ið. Tann, sum hevur innlit í ástøði um organisatións­ kultur, veit, at slíkur fram­ ferðarháttur kann føra til stríð. Mót­støða móti t.d. bygnaðar­broytingum kann linkast betýðiligt, um starvs­ bólk­urin verður tikin við í arbeiði frá byrjan. Tá tað er sagt, so kann eisini verða spurt, hvussu viðkomandi, sum hevur fing­ ið hetta starv í boði skal kunna røkja hetta sera ar­­ beiðs­krevjandi starvið afturat sínum egna. Nógvar granskingar­grein­ ar staðfesta týdningin av at sjúkrarøktin er við í topp­ leiðsl­uni. Tað hevur positivt árin á kvalitetin í sjúklinga­ gongdunum, t.d. við øktari nýtslu av evidens­baseraðari røkt og viðgerð, við øktari sjúk­linga­trygd, øktum sjúk­ linga- og starvsfólka­nøgd­ semi, øktari starvsfólka­ menning og fasthaldan av starvsfólkum. Hesar staðfestingar hava ført til, at Joint Commis­sion of Accreditation í 2007 setti sum kriterii fyri akkredite­r­ ing av sjúkra­húsum, at sjúkra­húsið hevur ein sjúkra­ røktar­fak­ligan leiðara í toppleiðsl­uni, væl at merkja ein leið­ara, sum “assumes an active leadership role with the organization’s govern­ing body, manage­ ment, organized medical staff, and clinical leaders in the organization’s decision- making structures and pro­ cess”. (The Joint Comm­ ission. Hospital Accredita­ tion Standards. Oakbrook Terrace, Ill: Joint Commis­ sion; 2007). Sum vit skilja hesar reglur, so kann hetta starvið sum sjúkrarøktar­ fakligur leiðari í toppleiðsl­ uni als ikki røkjast forsvar­ liga við síðuna av einum øðrum starvi. Tá Joint Commission hevur sett hetta sum kriterii fyri akkreditering av sjúkra­ húsum, so vildi tað verið náttúrligt, at tikið hetta við, tá støða skal takast viðvíkj­ andi nýggjum sjúkrahús­ byggnaði. Tí tann tíð man ikki vera so langt burturi, at eisini føroyska sjúkrahús­ verkið fer at hava tørv á akkreditering. Til frama fyri bæði sjúk­l­ ingar, avvarðandi, starvsfólk og samfelagið alt skulu okk­ ara ráð til landsstýris­mannin tí vera at lýsa eftir sjúkra­ røktar­stjóra beinanvegin. So kann hesin vera við í arbeið­ num við bygnaðar­broyting­ um saman við felagnum og øðrum góðum fólki, sum øll ynskja heim­sins besta heilsuverk. Við hávirðing Lærarar á Sjúkrarøktarfr øðiskúlanum Viðmerkingar til starvið sum sjúkrarøktarstjóri Ætlanin er at hava eina framsýning við argja­ myndum og øðrum, sum hevur við Argir at gera, í Róðrarneystinum á Argjum á páskum. Um onkur hevur mynd­­ir (gamlar ella nýggj­ari) ella okkurt annað forkunnugt at lata til framsýningina, so ber til at fara út í Andrasar­ stovu (úti í støðni) við navna­merkt­um tilfari mánadagin, týsdagin og mikudagin millum klokkan 13 og 17. Annars ber til at ringja til: BOGA (tlf. 224960) ella EYÐUN (tlf. 259222) mána­ kvøldið 6/4, týskvøldið 7/4 og mikukvøldið 8/4 frá kl. 17-19. Við argjakvøðu Fyrireikingarbólkurin Argjamynda­ framsýning Í loftmiðlunum undan sam­ ráðnum, sum var 25. febr­uar, søgdu skúlastjórin og lands­ stýriskvinnan, at spar­ingarnar á Vinnu­há­skúl­anum, sum Fíggjar­nevndin/Løgtingi hevði framt, var beinleiðis orsøkin til: • at leiðslan á skúlanum hevði sæð seg noyddan til at siga trimum royndum lær­ar­um á skúlanum upp, tí skúlin skuldi spara 2,2 mió. kr. • at maskinistaútbúgvingin ikki kundi byrja í august, og • at bachelor útbúgvingin mátti útsetast til 2010 Alt hetta varð tó afturvíst í samráðnum. Har fáa vit at vita, at orsøkin til spar­ing­ arnar er, at ov nógvir lærarar verða á Vinnu­háskúlanum aftaná 1. august í ár, og tí er er neyðugt við uppsagnum. Orsøkin til ov høga lær­ aratalið var m.a. rasjonali­ seringar, sum leiðslan hevði staðið fyri. Og var tað serliga samlestur av læru­greinum, sum gjørdist møgu­ligt, tá skúlarnir vórðu lagdir saman, sum eru orsøk til hesar rasjonaliseringar. Hóast hesa kunning og niðurstøðu verður aftaná samráðið róð framundir, at tað kortini er fíggjarlógin/ Fíggjarnevndin, sum er orsøk til uppsagnirnar á Vinnu­ háskúlanum, tí játtanin á fíggjarlógini til lønir er so lág. Við hesum í huga ynskir Fíggjarnevndin tí at gera soljóðandi frágreiðing um fí ggjarlógartilgongdina: At játtanin til lønir á Vinnuháskúlanum er komin niður á 12,8 mió. kr., er eitt úrslit, sum er íkomið aftaná, at Løgtingið hevur gjørt sína samtykt. Tá fíggjarlógin varð løgd fyri Løgtingið, var í upp­skoti, at Vinnu­háskúl­anum skuldi játtast 20,6 mió. kr., herav 16,2 mió. kr. skuldu játtast til lønir. Havandi í huga, at lønarnýtslan í 2008 fór at verða um 12,6 mió. kr, og at ongar ætlanir vóru um økt virksemi á skúlan­um. –heldur tvørturímóti, sá Fíggjar­ nevndin onga osøk til at hækka játtanina til lønir úr 12,6 mió. kr upp í 16,2 mió. kr. Fíggj­arnevndin valdi tí at lækka umbidna vøksturin við uml 2,2 mió. kr. (úr 16,2 mió. kr, sum Mentamálaráðið bað um, niður í góðar 14 mió. kr.) Hetta gera vit, tí fram­ skrivingar vístu, at tørvur var ikki á teimum 16,2 mió. kr. til lønir, sum Menta­málaráðið hevði biðið um. Men tá Menta­málaráðið nú fær góðar 14 mió kr. heldur enn 16,2 mió. kr., koma tey til, at 14 mió. kr. er eisini ov nógv! So ger Menta­málaráðið (sam­ ­an við leiðsluni á Vinnuhá­ skúla­num, mugu vit ganga út frá) av at skarva 1,2 mió. kr meira av løn­arjáttanini. Tí endaði talið niðri á 12,873 mió. kr. Hvat hesar 1,2 mió. kr skulu brúkast til, vita vit ikki, men tær eru fluttar frá løn­um yvir til keyp av vørum og tænastum. Eftir stendur, at tað er Mentamálaráðið og leiðsla skúlans, sum hava tryggjað sær, at lønarpuljan á fíggj­ arlógini fer úr góðum 14 mió. kr. niður í 12,873 mió. kr., og tað er eisini í lagi, um tað ikki er tørvur á hægri játtan. Men talan er um eina lækking í lønum, sum Mentamálaráðið í samráð við Vinnuháskúlan hevur broderað seg fram til uttan um Fíggjarnevnd og Løgting. Anfinn Kallsberg Eyðgunn Samuelsen Bjørn Kalsø Tórbjørn Jacobsen Bill Justinussen Magni Laksáfoss Annita á Fríðriksmørk Uppsagnir á Vinnuháskúlanum Nú ein sunnumorgun, tá ið eg kom úr kirkju, hoyrdi eg guðstænastu í Kring­varp­in­ um og legði merkið til, at kirkjuliðið - ella nøkur í tí - góvu kórinum bifald und­ir guðstænastuni. Kom at hugsa um, hvussu lítið fólk vita um, hvat ein guðs­tæn­asta er, at tey halda hana vera ein sjón­ leikur, ein fund­ur, ella eitt ameri­kan­skt møti, hvar eitt publi­kum er møtt upp til undirhalds. Ein hámessa er nakað heilt annað. Hon er ein heild, og tí kann eingin ávísur bólkur av fólki, sum er í kirkju, vera upphevj­aður við lógvabrestum fram um onnur, ið sita har. Kirkju­ liðið er ein eind og ein heild, tí øll gera sítt til, at vit kunnu hava guðs­tæn­astu. Á tann hátt er týdn­ing­urin hjá tí, sum situr í beink­inum og syngur, eins stórur og tann hjá presti­n­um, sum prædikar. Tað verður eingin guðstænasta, um eingin situr á kirkju­beinkinum, eins og tað heldur ikki verður nøkur guðstænasta um eingin er innari í kóri. Bæði skulu til. Tí er tað meiningsleyst, at nøkur fá, sum eru í kirkju, verða fagnaði fyri teirra avrik undir guðs­tænastuni. John S. Myllhamar Undir hámessuni eru øll líka viðmerkingar