mánadagur 6. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
apríl 2009
13
lýsingartilfar
Summarfrí í Danmark
DanCenter hava sera
nógvar royndir, tá
tað kemur til leiga
summarhús út kring
alt Danmark
Ferðamynstrið og feriumynstr
ið broyttist nógv fyri góðari
hálvari øld síðani. Høvuðs
orsøkin var ikki minst, at tað
gjørdist meiri vanligt, at vanlig
fólk ognaðu sær ein bil. Sama
mynstrið var galdandi fyri stóra
grannalandið, sunnanfyri
Danmark, Týskland. Týskar
familjur ynsktu at gagnnýta tað
stóra mobila frælsið, sum
bilurin gav teimum. Stóru
strendurnar í Danmark drógu
nógvar týskarar, og miðskeiðis
í 1950-unum vóru nógvir fyri
spurningar frá týskarum, um at
sleppa at leiga donsk frítíðar
hús.
Fyrsta útleigingarfelagið
í Danmark
Við tíðini fekk danska ferða
ráðið so nógvar fyrispurningar
frá týskarum, at tey snøgt sagt
ikki megnaðu at svara øllum
fyrispurningunum. Hetta
slóðaði gøtuna fyri trý fólk
innan danskan ferðaídnaðin,
sum settu á stovn fyritøkuna
»Dansk Centralkontor for
Sommerhus-udlejning«. Fyrsta
fyritøkan av hesum slagi í
Danmark, var ein veruleiki. Tey
fyrstu árini samstarvi fyritøkan
við nógvar ferðamannaskriv
stovur, men sum eftirspurn
ingurin øktist, og fleiri og fleiri
frítíðarhús vóru útleigaði, vaks
tørvurin á einum meiri pro
fessionelum felagsskapi. Í 1971
var tann 26 ára gamli, Kurt
Holmsted settur sum stjóri. 15
ár seinni – i 1986 – hevði Kurt
Holmsted keypt fyritøkuna,
samstundis broytti fyritøkan
navn til »DanCenter AS«. At
vera frítíðarhúsaveitari merkir,
at ein vil skapa samband við
tey, sum vilja leiga út frítíðar
hús hjá teimum, sum tey hava
samstarv við, til tey sum hava
áhuga at leiga hetta frítíðar
húsið. Ella sagt við øðrum
orðum: DanCenter eigur ikki
nakað av frítíðarhúsunum.
Ekspertisan hjá DanCenter
liggur ikki í at byggja ella at
eiga ognir, men at leiga tær út
fyri áhugaðar frítíðarhúsa
eigarar, til áhugaðar feriugestir.
12.000 frítíðarhúsa
Og tað er ikki smávegis tal av
frítíðarhúsum, sum DanCenter
hevur á veitingarlistanum. Á
listanum hjá DanCenter eru nú
12.000 frítíðarhús, og tað
krevur sjálvsagt eitt sterkt
arbeiðslið, sum hevur kom
petansu, góð samsarvsevni, og
sum skilur, at ein krevur at fara
væl um frítíðarhús. Tí hevur
DanCenter 60 starvsfólk á
høvuðsskrivstovuni, og 100
starvsfólk kring Danmark, sum
arbeiða á lokalum skrivstovum
og sølufyritøkum. DanCenter
hevur javnt og samt eina
útbúgvingarverkætlan fyri
starvsfólkunum, so tey kunnu
betra seg á øllum teimum
økjunum, sum hava týdning
fyri kundarnar hjá DanCenter.
Og á DanCenter halda tey seg
vita, hvat kundarnir halda av
týdningi, tí á DanCenter gera
tey nógv burturúr at spyrja
kundarnar. Ígjøgnum sam
skiftið við kundarnar, skilja
partarnir – veitarin og kundin –
hvønn annan, og samstarvið er
tryggjað. DanCenter metir seg
eisini hava eina breiða viftu av
summarhúsum, sum kunnu
nøkta tørvin hjá føroyingum,
sum vilja leiga sær eini
frítíðarhús í Danmark. Á www.
dancenter.dk ber til at leita
fram frítíðarhúsi, sum kann
gerast dreymahúsið á einari
dreymaferð í Danmark.
____________________________
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
____________________________
Hava leigað
summarhús
út í halva øld
friplads
frirum
frimodig
fristed
fritime
friland
frisind
fribadning
frigear
frikast
frikadeller
www.skallerup.dk
Nordre Klitvej 21 · DK - 9800 Hjørring · Tlf. 0045 9924 8400 · www.skallerup.dk
... er fuld af oplevelser. Uspoleret
natur på kanten af det brusende
Vesterhav. Familiehygge i store og
velindrettede feriehuse. Og et væld
af aktiviteter, der både kildrer i
maven og vækker til eftertanke.
En ferie i
Skallerup Klit ...