týsdagur 7. apríl 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 68 - 7. apríl 2009
tíðindi
At finna ein roykjara
millum næmingarnar
í framhaldsdeildini
í Vestmanna Skúla
er ein ógjørlig upp
gáva. Í ár, skúla árið
2008/09, er nevni liga
eingin næm ingur,
sum roykir. Fyri byrg
ing og ítróttur tykjast
vera lykilin til bragdið
Royking
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Seinnu árini hava avgjøld
omaná avgjøld verið løgd
omaná tubbak og sigarettir.
Samstundis hevur tað al
menna nýtt milliónir av
krónum upp á upplýsing
um vandarnar við at roykja,
og stór orka hevur verið
løgd í at fyribyrgja royk
ing.
Støðuga gongdin hevur
verið tann, at alsamt færri
byrja at roykja, samstundis
sum tey, ið royktu áður,
fækkast í tali.
Serliga tað fyrra kunnu
vestmenningar nú vátta og
sanna.
Í fleiri fylgjandi skúlaár
hava tey lagt til merkis, at
talið av næmingum, sum
roykja, hevur verið støðugt
minkandi, eins og tað hevur
verið aðrastaðni.
Í fjør vistu starvsfólkini á
skúlanum bert um tvey ella
trý í allari framhaldsdeildini,
sum royktu dagliga.
Í ár er tað eingin. Hóast
tey eru fimm stórir flokkar,
við tilsamans 67 næmingum,
er tað ikki ein næmingur
teirra millum, sum roykir.
Trúðu tí ikki sjálvi
Skúlastjórin í Vestmanna
skúla,
Ólavur
Winther,
greiðir frá, at tey í byrjanini
av
skúlaárinum
hoyrdu
okk urt um, at eingin av
næm ingunum royktu. Men
tey høvdu ilt við at trúgva,
at hetta veruliga mundi
passa. Tað plagar jú altíð at
vera onkur innímillum, sum
roykir.
– Stutt eftir skúlabyrjan
spurdi eg meg fyri millum
næmingarnar. Tey søgdu tá,
at eingin roykti. Men vit
valdu so at síggja tíðin an,
um tað nú veruliga mundi
vera so.
Seinni í skúlaárinum, í
november mánaði, spurdi
hann aftur. Tá var tað heldur
eingin sum roykti.
– Og nú havi eg aftur
spurt, og tað vísir seg sum
at har er í veruleikanum
eing in, sum roykir, staðfestir
Ólavur
Winther,
skúla
stjóri.
Ópraktiskt at
vera roykjari
Hóast aldursmark er á at
keypa sigarettir og tubbak,
og hóast prísirnir á hesum
vørum eru hægri enn nakr
antíð, eru tað enn fleiri heilt
ung, sum roykja.
Ein má ásanna, at tað at
seta prísirnar upp og at
leggja aldursmark á keyp
av sigarettum ikki hevur
ynskta virknaðin.
Ólavur Winther, skúla
stjóri, og Erling Munck
Ped ersen,
varaskúlastjóri,
halda eisini at tað eru onnur
ting, ið hava ávirkað, so
leið is at støðan er, sum hon
er í dag.
Í 2001 lýsti táverandi
skúlastjórin, Símun Simon
sen, skúlans øki at vera
roykfrítt. Tað merkir, at skal
tú roykja, má tú út um
matrikulin hjá skúlanum.
Hetta var gjørt í samráð við
lærararnar, og sást nakar
bróta hesar lógir, varð tað
talað at. Á tann hátt bleiv
tað gjørt rættuliga ópraktiskt
at vera roykjari, sigur Ólav
ur Winther.
Bygningurin, har fram
haldsdeildin í Vestmanna
Skúla heldur til, er saman
bygdur við ítróttarhøllina í
Vestmanna.
Hetta
nýtir
skúlin eisini til fulnar.
Vit hava gjørt tað so
leið is,
at
næmingarnir
kunnu fara inn í høllina í
fríkorterunum. Tað brúka
tey nógv, og tað er eitt gott
alternativ, heldur enn at fara
út at roykja. Men eg haldi
eisini at veðurlagið spælir
inn. Man hevur gjørt tað so
ólagaligt sum gjørligt at
vera roykjari, og tað er
nokkso ópraktiskt at vera
roykjari í dag, heldur Ólav
ur Winther.
Er ikki kul longur
Í Vestmanna Skúla starvast
ein heilsusystir. Hon hevur
allar næmingarnar inni hjá
sær av og á, og hon fær eis
ini part av æruni.
Tað
arbeiðið,
sum
heilsu systurin ger við at
upp lýsa næmingarnar um
vandarnar við royking, rús
drekka og rúsevnum, er
heilt víst eisini partur av
frágreiðingini til at vit í dag
ongan roykjara hava í fram
haldsdeildini, sigur Erling
Munck
Pedersen,
vara
skúlastjóri.
Tað, og so at Vestmanna
er ítróttarbygd burturav, eru
heilt sikkur viðvirkandi til
at tey ungu í dag als ikki
síggja tað sum kul at roykja.
Tey vita, at skal tú náa
nøkrum innan ítrótt, so
Finn ein
roykjara
Tú kanst gera tað so tvørligt sum møguligt at roykja, men í
síðsta enda er tað jú næmingurin sjálvur, sum tekur avgerðina
– og tá tað eru næmingarnir, sum eru so raskir, at eingin
teirra roykir, so vil skúlini eisini markera tað onkusvegna,
sigur Ólavur Winther, skúlastjóri. Tí fara tey í Vestmanna
skúla í næstum at markera hetta bragdið hjá næmingunum
við at heingja upp eina plátu í skúlanum, sum sigur, at
framhaldsdeildin 2008/09 var roykfrí
Mynd: Álvur Haraldsen