týsdagur 7. apríl 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 7. apríl 2009
5
tíðindi
kanst tú ikki roykja. Og tá
tað eru fá av teimum eldru
sum roykja, so eru tað held
ur ongar fyrimyndir av
roykjarum, staðfestir Ólav
ur Winther.
Vilja markera
bragdið
At eingin av teimum 67
næm ingunum í 8.,9. og
10. flokki roykir er ikki
mest skúlanum at takka.
Hinvegin eru tað næm ing
arnir sjálvir, ið eiga rós
uppi borið.
Tú kann gera tað so
tvør ligt sum møguligt at
roykja, men í síðsta enda er
tað jú næmingurin sjálvur,
sum tekur avgerðina, sigur
Ólavur Winther.
Tá tað eru næmingarnir,
sum eru so raskir, at eingin
teirra roykir, vil skúlin
eisini markera tað onkurs
vegna.
Vit hava tosað saman
um tað, og hava eisini verið
í samband við ment anar
nevndina
í
Vestmanna
Komm unu, um tey kunnu
stuðla tí. Vit ætla, móti
endanum á skúlaárinum, og
um eingin av næmingunum
fer at roykja, at gera nakað
burturúr hesum og markera
tað við møguliga eini plátu,
sum verður hongd upp í
skúlanum, og har tað kemur
at standa at framhaldsdeildin
í Vestmanna var roykfrí í
skúlaárinum
2008/2009,
sigur Ólavur Winther.
Eftir ætlan verður hesin
árgangurin heiðraður fyri at
vera tann fyrsti roykfríi í
skúlanum, og vil væl við,
verða fleiri árgangir eftir
eisini heiðraðir.