Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 69 • 07. apríl 2009 Nú koma vit til endan av frásøgnini hjá Nenu Daniel­ sen um Dánjal av Hvíta­ nesi. Vit hava eisini frásøgn um tveir av hansara synum Petur og Sigurd 3. partur Jógvan á Hvítanesi og Dánjal høvdu havt nógv saman. Sum áður nevnt vóru teir systkinabørn. Teir vóru javnaldrar og vóru farnir til skips í senn við sama skipi. Teir høvdu verið nógv saman á skipsdekki við ymiskum skipum. Í 1934 var hann farin umborð á Nólsoynna, sum hetta árið gekk burtur við mann og mús. Hetta rakti Dánjal og familjuna meint, tí við Nólsoynni var eisini systirsonur hansara í Hósvík, og systirin har, Jensina, misti fleiri svágrar og næstrafólk. Dánjal mintist Jógvan sum ein sera gudrøknan mann, sum altíð las lestur umborð. Hetta koma vit at lesa meira um í komandi pørtum. Í 1933 flutti Dánjal til Havnar. Hann hevði selt hús og ognir á Hvítanesi og bygdi nýggj hús á Abbatrøð. Útróður í Grønlandi Eitt danskt felag átti skonnartina Arctic, sum var 500 tons stór, og sum fór at rógva út undir Grøn­ landi. Skiparin var dani, stýrimað­ urin føroyingur og maskinmeistarin var svenskari. Dánjal var kokkur fyri føroyingarnar. Danskur kokkur var fyri hinar av manningini. Felagið æt Nordlyset, og skilji eg hann rætt hava teir eisini havt støð á landi. Bernhard Arge, beiggi Bil Óla var eisini við. Hann var fjarritari og gav eina avís út eina ferð um vikuna. Arctic hevði stórt frystirúm. Bátarnir róðu út og landaðu til Arctic, og her var fiskurin eisini arbeiddur. Her var Dánjal við í 1935 Tá ið Dánjal fór heim varð hann biðin um at koma aftur næsta ár. Mortan í Hvannasundi førdi Solo. Hann hevði eisini landað til Arctic. Dánjal fór heim við honum. Álopnir av týskarum Í 1936 høvdu Dánjal og Inga silvur­ brúðleyp, og tá vildi hann vera heima. Aftaná fór hann umborð á fyrsta Skálaberg við Steintór Norðberg sum skipara. Síðan fór hann við trolaranum Næraberg, til hann fyrst 1941 fór av, tí kríggið leikaði so hart á. Dánjal hevði ætlað sær at vera heima, men tá kom Kvívíks Tummas og spurdi, um hann ikki kundi loysa kokkin hjá sær av tveir túrar. Hesin vildi hava feriu, og Dánjal játtaði. Í 1941 lógu bæði Norðbúgvin, skipari var Esmar Fuglø, og Stella Argus, sum Kvívíks Tummas førdi, í Fleetwood og seldu ísfisk. Teir frættu frá íslendingum, ið eisini vóru komnir hagar við fiski, at fleiri íslendskir trolarar vóru álopnir á leiðini millum Ísland og Fletwood og onkur saknaðist eisini. Tá ið teir nú óttaðust fyri, at okkurt kundi henda teimum á ferðini, gjørdu teir av at fylgjast á ferðini aftur. Um illa vildi til, kundu teir royna at hjálpa hvørjum øðrum. Um kvøldið 27. mars vóru teir komnir norður um Hebridurnar og veðrið var av tí besta. Hetta kvøldið blivu teir álopnir av einum týskum flogfari, ið seks ferðir kastaði bumbur eftir Stella Argus og fýra ferðir eftir Norðbúgvanum. Samstundis var skotið við maskinbyrsum eftir teimum. Ta einu ferðina fór ein bumba dygst niður við Norðbúgvan og brast. Tað var slíkt sjórok, at tað fjaldi alt skipið. Tá rópti Tummas, at “nú fór Norðbúgvin.” Men tá ið avhasaði, lá hann har við sama lag. Hetta hevur verið ein ring løta hjá Dánjali, tí sonur hansara Petur var við Norðbúgvanum. Báðir trolararnir komu so heim í øllum góðum, og hesin dramatiski túrurin hjá Dánjali gjørdist tann seinasti í hansara 40 ára langa lívi á sjónum. Trolararnir, ið vóru gjøgmumgataðir av kúlum, kravdu stórar umvælingar aftaná heimkomuna. Fór í Landshandilin Tá ið Dánjal fór í land, fór hann at arbeiða í Landshandlinum (Færøernes Offentlige Varefor­ syning). Havandi í huga vørutrot­ ið, ið var í Føryum undir fyrra heimsbardaga, varð rættuliga skjótt eftir at kríggið byrjaði, avgjørt, at løgtingið skuldi seta á stovn heilsølu fyri at tryggja vøruflutningin til landið, so at vit í mestan mun kundu fáa allar neyðsynjarvørur. Fyrsti stjórin var vist Olaus Joensen, seinni kom Knud Pedersen. Louis Apol var goymslustjóri. Eiko Apol, sonur Louis, hevur sagt mær, at tá ið hann var um 20­22 ára aldur, arbeiddi hann í Landshandlinum. Hann minnist væl, at Dánjal arbeiddi í einum húsi í Tinganesi, har hann passaði eina stóra kvørn, sum gekk við el. Kornið kom til landið í sekkjum á 220 pund, og teir skuldu berast til og frá. Mjølið skuldi vigast niður aftur í sekkirnar, tá ið tað var malið. Hetta mjølið varð kallað HK­mjøl, sum merkti hveitikjarnamjøl. T.v.s. mjøl við sáðunum í, og mjølið var ógvuliga væl dámt av fólki. Dánjal hevði úr at gera, tað stóð bara á at mala. Eiko sigur, at hann minnist Dánjal sum ein ógvuliga fittan, dámligan og siðiligan mann. Hann sá út sum ein kavamaður, tí mjølstøvið var nógv í rúminum. Fólkið í Landshandlinum Ein sum arbeiddi í Landshandli­ num um hesa tíðina var Sofus Poulsen í Aberdeen. Hann hevur greitt okkum eitt sindur frá teimum, sum annars arbeiddu í Landshandlinum Sigurd Berghamar og Jógvan Niclassen úr Hesti vóru bókhald­ arar. Rósing Rasmussen var kassameistari. Hann yvirtók seinni Landshandilin, tá ið hann varð privatiseraður. Hjálpari í bókhaldinum var Solveig, sum giftist við Sverra hjá Skála­Palla. Umframt í Havn var eisini goymsla hjá J. F. Kjølbro, Klaks­ vík, Simonsen, Saltangará, N. Niclasen, Sørvági, N. J. Morten­ sen, Tvøroyri, og J. Dahl Gørðum, Vági. Louis Apol hevði tískil nógv at taka sær av, tí landshandilin hevði allar matvørur umfram kraftfóður til kríatúrini. Í avgreiðsluni vóru vóru Ebbe Müller, Peter F. Christiansen, Dánjal á Hvítanesi: Vinurin fórst við Nólsoy Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Skúlabørn á Hvítanesi umleið 1920. Aftara rað f.v.: Lærarinnan Karen Samuelsen, Sverri Djurhuus, Petur Danielsen, Jens Nybo, Andrew Ísheim, Sanna Joensen g. Huus, Alisa Joensen. Fremra rað: Jacob Jacobsen, Martina, Beata Jacobsen g. Kjærbech, Sigurd Danielsen, Turid Joensen g. Djurhuus, Mina Nybo, gift Nolsøe. Tað varð sagt, at Hans Andreas Djurhuus var forliptur í Karin. Men teirra andaliga sannføring samsvaraði ikki Maju Kristian komin aftur av floti og Maja ber honum ein bita oman á støðna. Drongurin er sonur teirra Jacob