týsdagur 7. apríl 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 69 • 07. apríl 2009
Ebbe Mortensen og Jákup Suni
Jacobsen.
Emmi Hansen og Thala Rók
stein frá Hellunum taldu ration
eringskortini, sum keypmenninir
handaðu inn fyri at fáa meira
sukur, te og aðrar vørur, sum vóru
skamtaðar.
Restaði í noyddust teir niðan
til amtmannin at "skrifta" fyri
at fáa nøkur rationeringskort
afturat. Orsøkin til manglandi
kortini kundi vera, at kona handils
mannin hevði latið kundar fingið
rationeraðar vørur uttan at taka
rationeringskort frá teimum.
Umsitingin hjá landshandilin
húsaðist í húsunum hjá Jacob
Lützen á Áarvegnum.
Kolonihavin
nýggja lívið
Dánjal fekk eitt av teimum
niðastu kolonihavastykkjunum,
sum blivu útlutaði á Ternuryggi.
Hetta kom honum væl við. Hann
hevði alla sína tíð arbeitt við
jørðini á Hvítanesi, og tað var
ikki sørt, at hann saknaði hetta.
Hann bygdi sær eini lítil hús her
við tveimum rúmum. Komfýrur
var, so hann altíð kundi kóka
sær ein drekkamunn. Inga fekk
sær rokkin niðan har. Tá ið Inga
fór ein túr niðan til Dánjal, treiv
hon stundum í karðarnar og fór
eisini at spinna. Dánjal hevði
ongan hug til at arbeiða við ullini.
Men hetta dámdi hinvegin Ingu,
og hon var eisini røsk at binda.
Dánjal var ógvuliga fegin um at
kunna velta og planta og aftaná
arbeiðstíð lá ofta leiðin niðan har.
Hetta bleiv honum ein sonn oasa.
Grannarnir hjá Dánjali vóru
ógvuliga góðir við hann og hann
við teir. Eystanfyri búði Åge,
ein dani. Kona hansara var
úr Klaksvik. Tá ið hon bakaði
pannikøkur, setti hon Dánjali eitt
krúss av kaffi og pannikøkur á
grótgarðin, ið Åge hevði lagað
millum teir, og tey vitjaðu eisini
inn til hvønn annan. Tað var ein
frøði fyri eygað at síggja, hvussu
vakurt Åge hevði arbeitt sítt
stykki. Har var tjørn, fleiri smá
hús, trævøkstir og blómur. Ja, tað
ber væl til at fáa tað at vaksa í
Føroyum hjá teimum, sum duga
snildirnar. Norðanfyri búðu Oluffa
og Petur Bærentsen. Tey vóru ikki
minni góðir vinir og bjóðaðu av
og á Dánjal døgurða, eftir at hann
var blivin einsamallur.
Eisini grannarnar á Abbatrøð
hevði hann gott samskifti við. Her
vil eg nevna Bette, konu Jákup
á Lava. Hon bar ofta Dánjali
døgurða inn, tá ið hon hevði gjørt
sera góðan døgurða. Einaferð eg
kom inn til hansara, hevði Bette
júst verið inni við einum hálvum
seyðarhøvdi við stórum leskiligum
nakkaspiki.
Dánjal hevði mangan ringan
farið, tey 40 árini, hann baldist
á sjónum, men ringasta brotið
møtti hann nokk, tá ið Inga í 1950
gjørdist sjúk av krabbameini.
Hon fór niður á ríkissjúkrahúsið
og fekk skurviðgerð, men hon
stóð ikki til at bjarga. Hon doyði
í 1952, bert 62 ára gomul. Hetta
var okkum stórur missur. Eg haldi,
at øll vóru góð við Ingu og høvdu
stóra virðing fyri henni.
Greiða støðu á
fleiri økjum
Táið Dánjal og Inga vóru í góðum
aldri tóku tey ímóti Jesusi sum
frelsara sínum, nakað sum Dánjal
ofta hevði á munni, og man
hetta hava givið honum ta styrki,
sum hann hevði brúk fyri. Inga
varð jarðað frá Ebenezer, ið var
teirra andaliga heim. Hetta var
eisini okkum ein stórur missur.
Ommubørnini elskaðu hana.
Ein abbasonur spurdi einaferð
Dánjal: “Abbi, hava tygum
ongantíð roykt?” “Jú, góði. Eg
roykti, men táið eg 17 ára gamal
eitt kvøldi kom upp á dekkið,
hetta var við Carl og tað var
dýrdarveður, og eg festi mær í
pípuna, kom hesin tankin til mín:
“Hetta verður tær bara til forderv.
Tá tók eg og tveitti pípuna fyri
borð og havi ikki roykt síðan.”
Hetta vóru vísdómsorð, sum
fleiri skuldu lagt sær í geyma.
Hetta er eisini eitt gott dømi um
ein mann við hugburði.
Húsið sorað
Tíðina aftaná var Dánjal nógv
í bátinum ella á Ternuryggi. So
gingu árini. Hann fríðkaði um
stykkið, velti og plantaði. Hann
gjørdi sær ein ein hyl. Tað rann
ein lítil løkur oman gjøgnum
stykkið. Hann hevði nakrar dunnur
í hylinum. Tær gjørdu sær reiður
og vurpu í kjarrinum, sum vaks
runt bakkan. Tá ið Dánjal bakaði
sær pannukøkur, vóru eggini tøk.
Vit kunnu ætla, at tað hevur
verið sum at toran slerdi niður,
tá ið ein frá kommununi kemur
niðan til hansara við boðunum,
at húsið skuldi burtur, tí tað stóð
í vegin fyri einum vegi, teir skulu
gera niðan á Ternurygg. “Ja,”
sigur Dánjal, “eg vil ikki vera í
vegin fyri nøkrum útviklingi, um
tað ikki kann vera annarleiðis.
Men kunnu tit gera mær tann
beina, at tit taka húsið niður so
hampiliga sum til ber, so eg kann
brúka sperrur og tílíkt aftur, um
eg byggi mær eini hús upp aftur.
Tað næsta hann frættir er
boð um, at hann nú skuldi tøma
húsið, tí tað skuldi burtur. Ein
dagin Dánjal kom niðan, var húsið
knasað sundur. Tað var ikki eitt
heilt sprek eftir. Hegnið var rivið
vekk og dunnurnar gingu fyri vág
og vind. Tá var lítið um Dánjal.
Hann hevði einki at kroka í ella
at heita seg av, tá ið tað var kalt.
Hann hevði nokk ikki væntað, at
teir fóru so bondsliga fram. Teir
vóru komnir við eini gravkúgv
og tóku ein stóran triðing av
stykkinum. Tað hevði verið sømi
ligari, um teir fluttu hegnið so
langt inn, sum tað var neyðugt.
Grannarnir harmaðust hann, og
ógvaðust um hesa óvirðuligu
framferð, honum hevði verið fyri.
Tá helt okkurt av børnunum, um
hann ikki átti at keypt sær ein
kampingvogn, og tað bleiv eisini
gjørt. Har vóru nógvir sum hjálptu
til at fáa sett vognin inn á stykkið,
har hann stóð best fyri. Nú var
Dánjal so fyrndarglaður aftur.
Sum árini gingu, gjørdi hann
minni við bátin, men jarðarstykkið
á Ternuryggi var honum til stóra
gleði.
Dánjal var komin langt upp í
90ini, áðrenn hann gavst at fara
niðan á Ternurygg, men abba
børnini vóru altíð klár at koyra
hann niðan, tá ið hann hevði hug,
og tey fóru eisini eftir honum
um kvøldið. Hann var jú gamal
kokkur, so hann kláraði væl at
húsast einsamallur. Soleiðis vildi
hann helst eisini hava tað.
Dóttirin hugdi til hansara og
hugnaði um hann hvønn dag.
Hann varð 95 ára gamal, tá hann
varð innlagdur á Landssjúkrahús
ið í tvær vikur. Tá funnu tey onga
journal! Hetta var nevniliga fyrstu
ferð hann kom á sjúkrahús. Tá
vóru eyguni blivin so vánalig, at
hann fór til ein av synunum at
vera tey seinastu 23 árini. Hann
doyði úti við 98 ára gamal eftir
stutta sjúkralegu.
Tøkk til Nenu
Hetta var so søgan um Dánjal av
Hvítanesi, sum er ein góð lýsing
av einum av teimum, sum løgdu
grundina undir okkara samfelagi.
Nena eigur stóra tøkk fyri, at hon
hevur tryggjað, at henda frásøgn
er og verður varðveitt.
➘
Hilmar hjá Dánjali saman við Herdis
á teirra silvurbrúðleypsdegi
Hans Pauli, yngsti sonur Dánjal við konuni Petru, sum er systir Nenu
Flaggað varð á Suðurlandinum fyri Paulu, tá ið hon var fødd. Her saman við
Peter, sum kom til Føroyar undir krígnum sum hermaður
Fýra ættarlið, tá ið fyrsti Hvítanes kom. F.v. Dánjal, Petur, Dánjal Pauli og Marni
Dánjal fekk kampingvogn at húsast í á Ternuryggi