Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 7. apríl 2009 15 nøvn Almenn móttøka var í høl­ unum hjá Eysturkommunu við Gøtugjógv fríggjadagin 3. apríl. Eysturkommuna er ein samanlegging av kommun­ unum í Gøtu og Leirvík. Borgarstjóri er leirvíking­ urin Jóhan Christiansen. Varaborgarstjóri er Frígerð Heinesen, fyrrverandi borgarstjóri í Leirvík. Undir móttøkuni høvdu fólk høvi at hyggja seg um í húsinum og fáa eitt prát við politikarar og starvsfólk hjá kommununi. Borgarstjórin flutti fram røðu og Dánjal Vang, vara­ borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, bar eina heilsan fram vegna Fuglafjarðar kommunu. Muntra í Fuglafirði tók sær av matinum, og blómu­ handilin Orkis á Glyvrum lat prýði í sambandi við móttøkuna. Eisini varð nýggja búmerki hjá Eystur­ kommunu avdúkað undir móttøkuni. Móttøka í býráðshúsinum Myndir: Ruth Norðgerð Sevdal Á páskum verður kamping­stevna í Leirvík. Arnhold Fjall­ stein, formaðurin í felag­num Camping­. fo, sig­ur, at fultteknað er til stevnuna, sum verður við fótbóltsvøll­ in uppi á Brekkum Kampingfelagið Camping. fo skipar á páskum fyri kampingstevnu við fótbólts­ vøllin uppi á Brekkum í Leirvík, har limirnir hava atgongd til fasilitetirnar í LIF­húsinum. Byrjað verður mikudagin 8. apríl og verður til og við annan páskadag. 30 kam­ pingvognar eru teknaðir til, og tað er ikki pláss fyri meira á parkeringsøkinum við fótbóltsvøllin, sigur Arn­ hold Fjallstein. Felagið hev­ ur umleið 80 virknir limir. Kamping­ í Leirvík Tøkk Vit takka fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða dóttir, systir, fastir og svigarinna Nina Magnussen andaðist og varð jarðað. Tøkk til bindiklubban og øll tit onnur, sum hjálptu við til jarðaferðina og í ervinum. Tøkk øll tit, sum fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað og serliga tøkk til tykkum, sum komu tann langa veg úr Føroyum at fylgja. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Familjunnar vegna Kirsten, Diaba, Kulli, Thea, Andreas, Jarleivur og Kristian Tøkk Takk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jona Joensen doyði og varð jarðað. Takk til tykkum, sum vóru við til jarðaferðina. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Eldrasambýlið oman Hoydalar. Familjunnar vegna Jógvan og Sanna Hervør og Jógvan og langommubørn Jóhan Christiansen borgarstjóri í Eysturkommunu Starvsfólk hjá Eysturkommunu Jóhan Christinansen, borgarstjóri, Andreas Andreassen, tekninskur leiðari, Erik Lervig, kommunustjóri og Terji Lervig, formaður í tekniskunevnd Hanna Jensen, forkvinna í trivnaðarnevndini, systurin Paula Jespersen frá Salt, og Eiler Hansen frá Petur Pólsson, framførdu góðan sang Dánjal Vang, varaborgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, bar eina heilsu fram vegna Fuglafjarðar kommunu Diamantbrúdleyp 14. apríl kunnu hjúnini Jona og Óli Chr. Danielsen í Saltangará halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Vinir og kenningar eru vælkomnin at heilsa uppá diamantbrúðarparið í heiminum 2. páskadag eftir kl. 18. Gullbrúdleyp 29. apríl 2009 hava Solveig og Jens Peter Arge, Tórshavn, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum leygardagin 2. mai kl. 19.00. Um tit ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tit boða okkum frá á tlf. 313173 ella 213171 innan 20. apríl 2009. 80 ára føðingardagur 12. apríl verður Niels Pauli Mortensen, vanliga nevndur Pallun, Hvalba, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Brúdleyp Mikudagin 8. apríl kl. 14 giftast í Ebenezer Ásvør Færø og Bjarni Jøkladal. Móttøka verður eftir vígsluna.Veitslan verður fyri innbodnum kl. 19 í Studentaskúlanum í Hoydølum Brúdleyp 8. apríl giftast í Keypmannahavn Stine Dobak Jensen, Oslo, og Tummas Planck Reinert, Tórshavn. Adressan er Øre sundsvej 92, 2 th., 2300 København S. Brúdleyp Mikudagin 8. apríl giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 16 Sigrid Mikkelsen og Niels Juel Arge. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúdleyp Langa fríggjadag 10. apríl giftast Rannvá Káradóttir Justinussen og Rúnar Reistrup, bæði úr Havn, í San Silvestro kirkjuni í Italia. Brúdleyp fyri innboðin verður á staðnum. Børnini í frítíðaransingini í Gøtu høvdu gávu við