Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Meðan aðrar byggi­ fyritøkur helst hugsa um at repa seglini, hevur Løvubetong við Norðskála víðka um sítt virksemi. Teir eru nú farnir undir at framleiða betongelementir og tað merkir, at teir nú hava enn fleiri bein at standa á. Og hóast teir merkja eina niðurgongd í virkseminum roknar stjórin, Regin Johannesen, við, at ferð nokk skal koma á aftur BYGGIVIRKSEMI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Løvubetong við Norðskála hevur eftirhondini fleiri ár á baki, men kortini ikki undir verandi navni. Regin Johanne sen er stjóri á Løvu betong. - Upprunaliga var tað Her man Mørkøre, sum byrj aði betongvirkið á Eiði fyri nógvum árum síðani, men í 1984 varð tað keypt og fekk navnið Løvubetong. Og tað hevur so hildið til á Norðskála í eini 25 ár, sigur Regin Johannesen. Tað byrjaði sum nevnt á Eiði, men eftir nøkrum árum varð tað flutt suður Streymoyarmegin, norðan- vert brúnna, har, sum rusk- plássið hjá Sunda kommunu nú er, áðrenn tað endaði Norðskálamegin. Á Løvubetong hava tey fýra høvuðsøkir. - Vit hava tað, sum virkið byrjaði við, nevniliga at blanda betong, tað gera vit enn, og tað verður so koyrt út til kundar, bæði stórar og smáar. Vit hava eisini sementheilsølu, har vit inn- flyta sement í stórum nøgd- u m og selja og koyra út í tangabili til kundar í Før- oyum. Vit hava eisini størsta flytbara kranan í Føroyum, sum vit leiga út til tey, sum hava brúk fyri honum, og síðst, men ikki minst, eru vit byrjaðir at framleiða betongelementir eisini, sigur Regin Johannesen. Uppgávurnar hjá virkin- um eru ógvuliga ymiskar, og betongblanding og út - koyring fevnir um alt frá gørð um til stórar virkis- bygningar og havnaløg. Løvubetong er sum nevnt farið undir at framleiða betongelementir. - Tað tykist vera ein góður marknaður fyri tí, og hesin byggihátturin verður nógv nýttur í londunum rundan um okkum. Tað hevur eisini verið nýtt í Føroyum, men vit rokna við, at tað er nak- að, sum fer at vinda upp á seg, sigur Regin Johanne- sen. Alt innflutt Løvubetong eru ikki einsa- mallir á føroyska marknað- inum, tá tað kemur til betongelementir. - Tað er eisini eitt virki við Gjógv, og tað hevur eisini fleiri ár á baki. Eisini Løvubetong víðkar um virksemið Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Regin Johannesen er stjóri á Løvubeton