týsdagur 7. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
vinnan
Nr. 68 - 7. apríl 2009
hevur verið rættiliga nógv
innflutt av hesum byggi
materiali seinastu árini, og
tað er har, vit ætla at taka
kappingina upp. Og har
hava vit tann fyrimun, at
fraktin av betongelementum
er sera dýr, sigur Regin
Johannesen.
Hinvegin mugu teir so
eisini flyta alla rávøruna til
framleiðsluna inn.
Ja, vit mugu siga, at
betongframleiðsla í Før oy
um er lutfalsliga dýr saman
borið við grannalondini hjá
okkum, tí vit flyta inn bæði
betong, sand og skerv. So
øll rávøran kemur uttan
lands frá, sigur Regin Jo
hannesen.
Tað kann ljóða eitt sindur
løgið, at tað er neyðugt at
innflyta sand, men tað hevur
eisini sínar orsøkir.
Tað er roynt at stoypa
við sjósandi fyrr, men tað
hevur ikki verið við góðum
úrsliti. Tað er saltinnihaldið
og vøkstur í sandinum sum
ger, at hann ikki er væl egn
aður til betong, sigur Regin
Johannesen.
Betongelement
fram
leiðslan er ikki so gomul á
virkinum, men teir hava
kortini havt stórar kundar,
og í løtuni er tað Valbjørn
Dalsgarð á Hamrinum á
Argjum, sum er størsti
kund in.
Vit hava eisini latið
onkra høll og onkra set
húsa grund, so tað er eitt
sindur av hvørjum, sigur
Regin Johannesen.
Fleiri uppgávur
til kranan
Stjórin á Løvubetong heldur
ikki, at byggivirksemið í
Før oyum í løtuni er so
ógvu liga stórt.
Nei, eg haldi ikki, at tað
verður líka nógv bygt í
løtuni. Hinvegin eru nógvir
fyrispurningar, so tað eru
nógv fólk, sum ætla sær at
byggja, sigur Regin Jo
hanne sen.
Nú er heldur ikki rætta
árstíðin til bygging. Vetrar
nir eru altíð trekir til
betong sølu, og stjórin á
Løvubetong heldur ikki, at
hesin veturin hevur verið so
nógv øðrvísi enn aðrir
vetrar.
Hinvegin vænti eg, at
tann stóri upptúrurin, sum
vanliga kemur um sumrar
nar, verður ikki tann sami í
ár, sigur Regin Johannesen.
Nýggja
betongelement
framleiðslan hevur eisini
ført til, at stóri flytbari
kranin verður meiri nýttur
av virkinum sjálvum, tí so
at siga øll elementir, sum
Løvubetong
nú
leverar,
verður sett upp við hesum
krananum.
Hann hevur tó eisini aðrar
uppgávur, og tað kann
næst an verða alt millum
himm al og jørð.
Alt, sum er tungt, er ein
uppgáva fyri kranan. Tað
kann verða alt frá betong
elementum til motorar, sum
skulu setast í skip. Hann
hevur nógvar uppgávur,
sigur Regin Johannesen um
kranan hjá virkinum.
Summarhálvárið er sum
vera man strævnasta tíðin,
og tá kunnu arbeiðsdagarnir
stundum gerast langir. Tí
hevur virkið í fleiri ár havt
eina skipan, har ein kokkur
ger mat til starvsfólkið, so
tey fáa døgurða hvønn dag.
Hetta er ein gomul
skipan, sum er komin í lag
fyri lættari at kunna halda
fólki til, tá dagarnir gerast
heldur langir, sigur Regin
Johannesen.
Fleiri bein at standa á
Løvubetong hevur nú fýra
bein at standa á, og eitt av
hesum er søla av óbland að
um betongi.
Vit hava ikki nakað
eina umboð upp á betongið,
men vit eru teir einastu,
sum flyta inn í stórum
nøgd um. Betongið kemur
alt frá Aalborg Portland.
Tað verður alt flutt inn í
leys um, og vanliga koma
skip her við 2.0003.000
tonsum av betongi í senn.
Tað verður so pumpað
gjøg num rørleidningar nið
an í tangar, har tað verður
goymt. Síðani verður tað
koyrt út til kundarnar í
tangabilum, sigur Regin
Johannesen.
Kundarnir til hesa vøruna
eru stóru byggifeløgini í
Før oyum, sum øll, uttan
undantak, keypa sítt betong
frá Løvubetong.
Tað er nevniliga soleiðis,
at okkara størstu kundar
eisini eru okkara størstu
kappingarneytar, sigur Reg
in Johannesen.
Nýggja
elementfram
leiðslan hevur gjørt, at
virkið hevur heldur fleiri
fólk í arbeiði, enn teir hava
havt, og í løtuni starvast 15
fólk á Løvubetong.
Tað
er
elementfram
leiðslan, sum skapar flestar
arbeiðstímar á virkinum.
Ja, tað skal ikki so nógv
til at blanda betongið og
koyra tað út. Øll blanding
fer fram á teldu, og kann
fyri tann skuld gerast heim
anífrá. Heldur ikki kranin
krevur meiri enn tann eina
mannin, meðan vit eru einir
fimm til átta mans í ele
menthøllini, sigur Regin
Johannesen.
Hann er rættiliga bjart
skygdur um framtíðina.
Fyrispurningarnir eru
nógvir, og sjálvt um vit ikki
vænta stóra uppsvingið,
sum vanliga er um sumr
arnar. Vit kunnu kanska
rokna við einum róligum
ári í ár, men tað skal nokk
koma ferð á aftur, sigur
Regin Johannesen, stjóri á
Løvubetong.
Lastbilar lítið at gera
Donsku flutningsfeløgini, sum hava dúvað upp á at flyta
vørur við lastbili, hava munandi minni at gera nú enn fyri
bara nøkrum mánaðum síðani. Ein uppteljing vísir, at
lastbilaferðslan millum Danmark og grannalondini
Týskland og Svøríki er minkað 10 prosent samanborið
við oktoberársfjórðing í fjør og 16 prosent samanborið
við tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í 2008. Uppteljingin
vísir eisini, at bara 21 prosent av øllum lastbilunum, sum
komu ella fóru um markið tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í
ár, vóru skrásettir í Danmark. Næstan 44 prosent vóru
týskir, og góð 19 prosent vóru úr londum í Eysturevropa.
Aftur á svartkjaft
Íslendska reiðaríið HB Grandi gjørdi um vikuskiftið av at
senda tey trý uppisjóvarskipini, sum felagið eigur, at leita
eftir svartkjafti. Ingunn fór avstað í gjár, og ætlanin var,
at Faxi og Lundey skuldu fara í morgun. Íslendsku
skipini vóru á svartkjaftaleiðini nakað vestan fyri Írland í
síðstu viku, men fóru heim, tí svartkjafturin hvarv.
Skipini hjá HB Grandi hava fiskað góð 13.000 tons av
svartkjafti higartil í ár og hava smá 11.000 tons eftir av
kvotuni. Vanliga tekur svartkjaftaveiðan seg upp vestan
fyri Írland, og haðani fer svartkjafturin norðureftir og
kemur seinni í føroyskan sjógv.
Framleiðsla av
betongelementum
er nýtt virkisøki hjá
Løvubetong, og tað,
sum skapar flestar
arbeiðstímar
Virkið byrjaði við at
blanda betong og koyra
tað út til kundar sínar,
og tað er framvegis eitt av
týdningarmiklu beinunum
hjá virkinum