týsdagur 7. apríl 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Tað var eitt sindur
av tilvild, at Jaspur
Johannesen valdi at
byggja sín fyrsta Inn
handil við Norð
skála, men tað hevur
ført til tríggjar
nýggjar handlar,
ein í Klaksvík og
tveir í Havn. – Vit
ætla okkum ikki
at steðga upp, men
vit hava ongar
ítøkiligar ætlanir í
løtuni, sigur Jaspur
Johannesen, sum
skjótt hevur 30
ár á baki innan
handilslívið
HANDILSLÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Jaspur Johannesen hevur
verið handilsmaður alt sítt
lív.
– Eg byrjaði sum lærling
ur niðri í Ítróttahandlinum
hjá Thomas Dam í 1980
sum 19 ára gamal, har eg
seldi súklur og fiskiútgerð,
sigur Jaspur Johannesen.
Eftir lokna útbúgving á
handilsskúla var hann so
eitt tíðarskeið í Skemmuni,
har hann starvaðist sum
leiðari, áðrenn leiðin gekk
um Kvettið og Bónus til
Innhandilin
við
Norð
skála.
Handilin lat upp í mars
2002 eftir at hava staðið í
ger í hálvt ár, og tað var eitt
sindur av tilvild, at fyrsti
Inn handilin kolm at liggja
við Norðskála.
– Eg hevði hug at byggja
mín egna handil, og leitaði
eftir rætta staðnum at byrja
í. Ein dagin vóru eg og
konan farin ein biltúr og
koyrdu framvið Eydnuni á
Oyrabakka, og tá helt hon
hetta staðið vera eitt gott
stað at seta ein handil á
stovn í. Tann tankin var
annars ikki fallin mær inn,
sigur Jaspur Johannesen.
Hann kannaði hetta so
nærri og tað vísti seg, at
grundstykki var tøkt.
– Upplandið er eisini
rætti liga stórt og her búgva
nógv fólk, so tað gekk ikki
long tíð áðrenn eg hevði
søkt um grundstykki og
bygg ingin fór í gongd, sigur
Jaspur Johannesen.
Hann sigur, at tað var eitt
sindur av tilvild, men at tað
hevur eydnast væl við
handl inum.
Eisini tað, at hann fór
undir ein matvøruhandil
var eitt sindur av tilvild,
men hann starvaðist í teirri
bransjuni framman undan,
og tí var tað heldur ikki so
undarligt, at hann valdi sum
hann valdi.
– Handilslívið er eitt
ógvuliga hektiskt lív, har
eingin dagur er líka. Tað er
einki, sum eitur sesong, har
er altíð full ferð á. So um tú
trívist í tí, er tað ógvuliga
torført at sleppa, sigur Jasp
ur Johannesen.
Fleiri handlar
Fólk hava tikið væl ímóti
handlinum við Norðskála.
– Vit hava verið ógvuliga
væl móttikin, og tað hevur
fungerað væl. Tað er hesin
handilin, sum er grundar
lagið fyri tí víðari virksemi,
vit hava havt. Og tað er
gjarna soleiðis, at gera vit
eitt gott arbeiði, verða vit
væl móttikin, sigur Jaspur
Johannesen.
Hann sigur, at er kundin
nøgdur, koyrir alt av sær
sjálvum. Og tað má sigast
at hava koyrt væl hjá Inn.
– Eg havi ein sam starvs
partnara í Klaksvík, og har
hava vit so ein Innhandil
eisini. Hesin er hin størsti
hjá okkum, og hinir báðir
eru so í Havn, annar á
Sunds vegnum og hin á
Landavegnum, sigur Jaspur
Johannesen.
Tað hevur gingið rættiliga
skjótt hjá honum, og tríggir
Innhandlar eru komnir,
síð ani tann fyrsti læt upp
við Norðskála í 2002.
– Beint í løtuni hava vit
ongar ætlanir um at víðka
um virksemið, og tað eru
kanska heldur ikki røttu
tíðirnar at hugsa um nýgerð,
sigur Jaspur Johannesen.
Tá møguleikarnir tóku
seg upp í Klaksvík, var tað
í samstarvi við ein verandi
handil.
– Talan var um ein gamlan
vælriknan handil, sum vit
keyptu okkum inn í. Síðani
bygdu vit ein bygning við
síðuna av hesum, so talan
nú er um okkara størsta
hand il, sigur Jaspur Jo
hanne sen.
Seinni eru so tveir nýggir
handlar lætnir upp í Havn.
– Annar teirra er gamli
handilin Hjá Eli á Landa
vegnum, sum var tann fyrri
í Havn, og hin er so latin
upp í apríl í fjør við Sunds
vegin, sigur Jaspur Johanne
sen.
100 fólk í arbeiði
Keypsmynstrið í Føroyum
er ógvuliga nógv broytt
sein astu 2030 árini frá
gomlu traditionellu handl
unum, har ein diskur var
millum kundan og handils
mannin, til stóran sjálv
tøkuhandlar.
– Úrvalið err vorðið so
ógvuliga nógv størri enn
tað var. Størri úrvalið er,
fleiri kundar krevjast til
ein staka handilin, og tað
sigur seg sjálvt, at tá úrvalið
verður størri og størri og
krøv ini vaksa, so gerast
handlarnir færri og færri.
Tað er ein ávísur auto
matikk ur í tí, og so mugu
vit bara fylgja við, sigur
Jaspur Johannesen.
Hann sigur, at tað merkist,
at fólk eru meiri varin í sín
um innkeypi.
– Nú eru vit í tí hepnu
støðu, at fólk skulu eta
hvønn dag, men vit síggja
Inn er in millum fólk
Jaspur Johannesen hevur verið handilsmaður alt sítt lív, og eigur nú tríggjar Inn-handlar og skjótt eisini tveir X-tra handlar