Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 7. apríl 2009 19 tað ganga tann vegin, at lágprís vørurnar eru meiri eftirspurdar enn tær dýraru vørurnar. Men alt í alt er handilsbransjan ein rættiliga stabil bransja at vera í, sigur Jaspur Johannesen. Hann sigur, at ein av grundorsøkunum til, at teir hava fleiri handlar, er, at teir tá kunnu keypa inn til júst røttu prísirnar. – Og fyri at kunna vera við er neyðugt at hava røttu støddina, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit hava fleiri handlar, sigur Jaspur Johannesen. Tað eru nógv fólk knýtt at teimum fýra Inn-handl- unum. – Vit hava leingi opið, frá klokkan átta á morgni til tíggju á kvøldi mánadag til leygardag, so vit hava nógv fólk í parttíðar starvi, nógv arbeiða eftir skújlatíð. So saman við teimum fast an - settu er talan helst um eini 100 fólk í starvi hjá okkum, sigur Jaspur Johannesen. Men tað eru ikki bert Inn-handlar, sum hann fæst við. Nei, tað er rætt. Vit hava latið ein X-tra handil upp í miðbýnum í Havn, og fara innan stutta tíð at lata ein líknandi upp í Klaksvík, sigur Jaspur Johannesen. Her er talan um ógvuliga øðrvísi handlar. Har fæst ein rúgva av vørum fyri ógvu liga bíligan penga, og úrvalið er eisini stórt. Talan er eisini um ógvuliga skiftandi vørur og gjøgnum árið eru kanska so mikið sum túsund ymiskar vørur at fáa í handlinum. Hann heldur, at tað posi- tiva við framtíðini er, at vit ikki kenna hana til fulnar. – Vit taka ein dag í senn og trívast væl í tí, vit hava. Vit ætla okkum sjálvandi ikki at steðga upp, men júst hvussu og hvat dugi eg ikki at siga í løtuni, sigur Jaspur Johannesen. Partur av manningini á Inn við Norðskála. Tilsamans eru eini 100 starvsfólk knýtt at teimum fýra Inn-handlunum Dental Tænasta Units | Hand- og vinkulstykkir Røntgen | Klinik innrætting Autoklavur v.m. Kalliskipanir, telesamskifti og starvsfólkatrygd Sjúkrahús | Skrivstovur Vinna | Røktarheim | Skúlar Alt innan EL-arbeiði Til virkir, hús o.a. ADIGO electric l FO-435 Streymnes l Tel. 212580 l adigo@adigo.fo Ein trygg tilvera... Lærarastørv í Sørvágs skúla Søkt verður eftir: 3 lærarum í tíðaravmarkað full­ tíðarstørv skúlaárið 2009/10 vegna farloyvi, lækk­ að tímatal, til serligan tørv og til avlopstímar. 1 lærara í tíðaravmarkað starv 2009/10 við niður­ settum tímatali vegna avlopstímar. Endaliga tíma­ talið verður ásett eftir 1. september 2009. Okkum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa í: Føroyskum Donskum Støddfrøði Lívfrøði Alis­/evnafrøði Náttúru og tøkni Dreingjaítrótti Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í við­ komandi lærugreinum. Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2 Nærri kunning um størvini fáast við at ringja til Andrass Henriksen, skúlastjóra, á tel. 363222 ella 233222, ella Eyð Niclasen, varaskúlastjóra, á tel. 223670 Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, 380 Sørvági og verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 21. apríl 2009 kl. 12. Sørvágs skúli Skúlavegur 13 . FO-380 Sørvágur Tlf. 36 32 22 & 23 32 22 Fax 36 32 21 · sor@skulin.fo Í Sørvágs skúla eru 145 næmingar í 1. til 10. flokki. 16 lærarar starvast í skúlanum. Lærarar skúlans hava fyrireikingarhøli við egnum skriviborði og egnari farteldu.