týsdagur 7. apríl 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
vinnan
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Beiggjarnir Heðin
og Pauli Poulsen,
ið seinastu árini
eru vorðnir kendir
sum andlitini og
arbeiðsmegin
handan fyritøkuna
Sandblásing við
Ljósá, hava skift
kós. Sandblásturin
er skiftir út við eina
høll til jarn og eina
risastóra maskinu, ið
kann benda og bukka
jarn til byggivinnuna
í allar møguligar
formar. Hetta er
einasta maskina
av sínum slag í
landinum
HP Jarn
Leif Láadal
Tá tú koyrir út úr Ljósá á
veg norðureftir, fert tú
framvið einari stórari høll,
sum stendur høgrumegin
tey seinastu húsini í bygdini.
Í sethúsunum býr Heðin
Poulsen, sum fyri 22 árum
síðani stovnaði fyritøkuna
Sandblásing, og í høllini
hinumegin vegin er í dag
bæði sandblástur og ein
spildurnýggj høll til jarn-
arbeiði av ymsum slagi.
Beiggi Heðin, Pauli Poul-
sen, tekur ímóti. Pauli er
tann meiri prátingarsami av
teimum báðum, og kemst
tað kanska av at hann hevur
búð í nógv ár í Danmark,
har tað kann verða gott at
duga at brúka mussa skøð-
ið.
– Ja, hetta er so hon, sigur
hann ikki heilt óerrin, og
peikar upp á eina bláa og
brúna maskinu, sum líkist
mest av øllum einum ella
øðrum frá Star Wars.
Maskinan er sett saman
av einari teldustøð, nøkrum
rullum av jarni, eini pressu
og so tí stóra hjólinum.
Maskinan bendir og bukkar
jarn til øll endamál í byggi-
vinnuni, og áðrenn hon
kom til Føroya, bleiv hetta
arbeiði í ein ávísan mun
gjørt á staðnum, ella varð
armeringin innflutt liðugt
bukkað.
Skrellið hjá pápanum
At
vera
sjálvstøðugur
vinnu rekandi, er ikki nýtt
hjá beiggjunum Poulsen
við Ljósá. Teir hava fyri so
vítt ikki roynt annað.
– Tað byrjaði, tá pápi
okkara gjørdist álvarsliga
sjúk ur. Hann hevði skrelli-
koyringini fyri Norðstreym-
oy og Norðureysturoy, og
onkur mátti taka yvir, for-
telur Pauli.
Tað bleiv í fyrsta umfari
Pauli, sum tók sær av at
koyra skrellið, men stutt
eftir avgjørdi hann at fara
til Danmarkar at útbúgva
seg til fysioterapeut, so
beiggin Heðin tók yvir.
Tá onnur vunnu útbjóð-
ing ini upp á skrellið, var
Heðin noyddur at finna sær
okkurt annað at fáast við,
og eftir at hava verið til
skips og havt annað fyri-
falløandi arbeiði, endaði
tað við, at hann stovnaði
fyritøkuna Sandblásing Í
1987.
Selt tveir triðingar
Heðin
rak
Sandblásing
sjálvur til í 2001, tá Pauli
flutti heim aftur úr Danmark
og fór at arbeiða saman við
beiggjanum.
– Tað var kanska eitt
sind ur løgið at skifta fysio-
terapi út við sandblástur,
men tá talan er um at dríva
eina forrætning, er ikki so
stórur
munur
á
einari
klinikk og einari fyritøku,
sum tekur sær av sandblástri
og líknandi, sigur Pauli
Poul sen og nevnir alt tað
umsitingarliga við pappír-
um og myndugleikum.
– Tað snýr seg í báðum
førum eisini um at hava nóg
mikið at gera, og at hava
yvirskot bæði í pengum og
orku, leggur hann afturat.
Fyritøkan
Sandblásing
vaks stútt og gott upp gjøg-
num 90-árini, tó at kreppan
fyrst í 90-árunum var hørð.
Men ikki harðari enn so, at
tað bleiv hórað undan, og
so var Heðin tær royndirnar
klókari.
Frá 2001 til árskiftið
2006/07 arbeiddu beiggj-
arnir saman við sandblástri,
metalisering, lakering og
øðr um, men so avgjørdu
teir at fara at royna okkurt
annað. Tosað varð við nakr-
ar áhugaðar keyparar, og
endin varð, at KJ Hydrau lik
í Kambsdali og Skarðhamar
smiðjan í Klaks vík keypti
tveir trið ingar av Sand blás-
ing. Poul sen beiggjarnir
varðveittu ein triðing, men
hava fyri so vítt einki við
dagliga raksturin av fyri-
tøk uni at gera longur.
– Hetta er gjørt á hendan
hátt, fyri at okkara ser kunn-
leiki kann koma nýggju
høvuðseigarunum til góðar
í fyrstani, sigur Pauli.
Stendur inni
Tað var eitt sindur av tilvild,
at nýggja fyritøkan bleiv
ein fyritøka, sum arbeiðir
við at levera og benda jarn.
– Vit høvdu hug at royna
okkurt nýtt, og tað kundi
fyri so vítt havt verið okkurt
heilt annað, men møguleik-
arnir at leingja bygningin
her við Ljósá, vóru góðir,
so tað var rættiliga skjótt
greitt, at tað skuldi verða
okkurt, sum kundi gerast
her, fortelur Pauli.
Eftir at hava prátað aftur
og fram í meira enn eitt ár,
valdu teir at keypa risastóru
maskinuna, sum bendir,
boyggir og kappar jarn. Í
einari framkomnari byggi-
vinnu, er tørvurin á armer-
ings jarni og øllum møgu-
lig um formum av hesum,
rættiliga stórur, og beiggj-
arnir vistu harafturat, at
nógv av tí jarni, sum kom
til Føroya, ongantíð fór
undir tak. Maskinan, sum
bendir og boyggir, bleiv
sostatt bert ein partur av tí
tilboði, sum HP Jarn, ið
fyritøkan kom at eita, fór
undir at bjóða fyri einum
góðum ári síðani.
– Vit levera eisini vanligt
riðunet, og við nýggju høll-
ini, ber til at hava alt jarnið
inni. Á tann hátt rustar tað
ikki, sigur Pauli.
Levera so hvørt
Ein annar stórur fyrimunur,
tá tað snýr seg um at lata
jarn til byggipláss, er at HP
Jarn kann levera so hvørt.
– Tá byggimeistarar bí -
leggja úr útlandinum, kem-
ur øll vøran sum oftast í
senn, og hon tekur nógv
pláss á byggiplássinum.
Tað er ikki óvanligt at
armer ingsjarnið verður flutt
aftur og fram fleiri ferðir,
men vit kunnu levera eftir
tørvi, og tá kemur jarnið
fyri tað fyrsta ikki at standa
úti so leingi, áðrenn tað
verður brúk í betonginum,
og hartil er ikki neyðugt at
fáa meira jarn í senn, enn
tað mann skal brúka teir
næstu
dagarnar,
sigur
Pauli.
Síðani HP Jarn byrjaði,
hevur verið arbeitt við at
bjálvað høllina so væl sum
gjørligt, og tað arbeiði
Frá sandblástri til a
Fyritøkan HP Jarn við Ljósá fór til verka um
ársskiftið 2006/07. Tað eru beiggjarnir Heðin og
Pauli Poulsen, sum eiga og reka fyritøkuna, eftir
at teir hava arbeitt saman í nøkur ár við
fyritøkuni Sandblásing. Meginparturin av
Sandblásing er nú seldur, og teir báðir arbeiða
burturav við levera armeringsjarn til
byggivinnuna.
FAKTA
Pauli Poulsen frammanfyri maskinu, sum bukkar og bendir armeringsjarni. Hann og beiggin
Heðin eru nú farnir frá at sandblása til at levera jarn til byggivinnuna
Mynd: Leif Láadal
Fleiri bankar fáa trupulleikar
Altjóða fíggjarkreppan hevur ikki kravt sítt seinasta bankaoffur í Danmark
enn, skrivar Ritzau frá donskum búskaparfrøðingum. Tvørturímóti rokna
teir við, at fleiri bankar afturat verða trýstir niður á knøini og noyðast at
leita sær skjól hjá almennu tilbúgvingarskipanini Finansiel Stabiliet. Jacob
Graven, leiðandi búskaparfrøðingur í Sydbank, væntar, at umleið fimm
bankar fara at lata aftur í hesum árinum afturat Fionia Bank og Løkken
Sparekasse, sum eru farnir undir Finansiel Stabilitet. Aummir
búskaparfrøðingar vænta, at níggju bankar noyðast at gevast í ár.
Danskar fyritøkur skylda nógv
Nógvar danskar fryritøkur eru tyngdar av stórari skuld, og sambært Børsen fer
skuldin at veksa so nógv í ár, at hon hon verður størri enn nakrantíð fyrr tey
seinastu tíggju árini. Niels Leth hjá SEB Enskilda, sum hevur kannað
skuldarviðurskiftini, sigur við blaðið, at tann stóra skuldin noyðir leiðslurnar
til at skerja rakstrarútreiðslurnar og at dúva upp á tey økini, sum framvegis
geva avlop. Kanningin, sum SEB Enskilda hevur gjørt, umfatar 50 tær størstu
fyritøkurnar í Danmark.