Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 68 - 7. apríl 2009 verður liðugt í summar. Tað er rættiliga týdningarmikið, at høllin er so turr og heit sum gjørligt, so jarnið ikki rustar, og tí verður nógv gjørt burturúr í so máta. – Tað hevði kanska ikki verið so alneyðugt hjá okk­ um at gjørt so nógv burturúr høllini, men vit vilja gjarna levera eina so góða vøru sum gjørligt, sigur Pauli, sum saman við Heðini, sjálv ur hevur reist og smíð­ að nýggju høllina. Kappingin Tíðirnar eru ikki so góðan nú, sum tær hava verið, men tað ávirkar ikki so nógv HP Jarn enn. – Tað hevur higartil verið mest til størri byggiverk­ ætlanir, vit hava leverað, og fleiri av teimum eru ikki lidnar enn, eins og aðrir verða settar í verk næstu tíð ina, so vit hava fitt at gera, sigur Pauli. HP Jarn hevur eisini møguleika at levera jarn til vanliga sethúsabygging, og tað verður eitt av økjunum, sum tað nú eisini fer at verða satsað meira uppá. Vit hava fyri tað mesta havt entreprenørar, sum kundar, men nú eru eisini nakrar timburmenn komnir við, fortelur Pauli. Upp á spurningin um kappingini um armeringina og jarnið, svarar hann, at hon er eins og við nógvum øðrum er hørð, men sum er, so er stóra bendi­ og kappi­ maskinan hjá HP Jarni tann einasta av sínum slagi í landinum, eins og riðunetini sum tey einastu standa inni, so fyritøkan hevur nøkur kapp ingarbarometur at spæla upp á, men prísurin er eisini týdningarmikil. – Vit vera noyddir at kunna kappast í prísi eisini, og tað klára vit, leggur hann afturat. at bukka jarn Allir møguligir formar Sum tað sæst á myndini, ber til við stóru maskinuni hjá HP Jarni at benda, boyggja og kappa jarn í allar møguligar formar. Tá stoypt verður í dag, er ofta neyðugt at styrkja við serligari armering, sum er formað eftir betonginum. Tað kann verða ein rund armering, sum skal til fyri at stoypa eitt nú eina soylu. Teldustýrda maskinan hjá HP Jarni skal bara hava neyvu upplýsingarnar um formin á armeringini, og so spýtir hon jarni út, sum ein annar skervknúsari. – Tá talan harafturat er um rullur av jarni, sum føða maskinuna, er heldur einki spill, fortelur Pauli Poulsen, annar av eigarunum av fyritøkuni HP Jarn. Her síggja vit nøkur dømi upp á tær bendingar, sum maskinan hjá HP Jarni kann gera Inni í stóru høllini hjá HP Jarni við Ljósá, ber til at hava nógv hundrað tons av armeringsjarni undir taki Mynd: Leif Láadal Tað er hendan maskinan, sum bendir og byggir jarni, sum verður brúkt til armera betongi Fleiri skip í Hirtshals Virksemið í fiskivinnuhavnini í Hirtshals økist í hvørjum. Heimasíðan hjá havnini skrivar, at teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur havnin havt vitjan av upp ímóti tíggju donskum og norskum skipum, sum hava landað har fyri fyrstu ferð. Talan er bæði um fisk til matna og ídnaðarfisk, og sambært heimasíðuni hava allir partar verið nøgdir við prísinar. Umsetningurin hjá sjálvari havnini var í fjør góðar 52 milliónir krónur, og úrslitið av rakstrinum var 3,4 milliónir krónur í avlopi. Avstralia fær breiðband Í Avstralia hava myndugleikarnir samtykt at brúka 170 milliardir krónur til at tryggja øllum landsins borgarum atgongd til breiðband, og hetta er tað mesta, sum nakrantíð er játtað til samskiftisøkið. Kevin Rudd, forsætisráðharri, segði í gjár, at stjórnin og tann privata vinnan fara at stovna eitt felag, sum skal leggja og reka breiðbandskervið. Ætlanin er at fara undir arbeiðið at leggja breiðbandið næsta ár, og tá tað hevur virkað í fimm ár, fer stjórnin at einskilja tann almenna partin av verkætlanini, sigur Kevin Rudd. Breiðband til øll í Avstralia var eitt av vallyftum hansara upp undir síðsta val.