Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 68 - 7. apríl 2009 Komandi tíðina vera til tøk í samband við rørslu árið. Talan verð ur um nakað somu útgávu, sum tá tiltakið byrjaði í Norður landa­ húsinum. Tó verður alt eitt sindur minni og kring landið RøRsla Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Rørsluárið hevur nú verið í gongd í eina tíð, og nú ætla fólk ini aftanfyri at varpa enn meira ljós á tiltakið við at fara á rundferð kring land ið. Ætlanin er, at nakrir dag­ ar í apríl skulu nýtast til hesa missiónsferð fyri rørs­ lu. Sambært fyrireikarunum verð ur talan um dagarnar 15. til 22. apríl, tá ætlanin er at fara til Suðuroy, Sand­ oy, Norðoyggjar, Vágar og Eysturoy. Einasta nýggja punktið á skránni er, kjak verður, um hvat ávísu økini, har vitjað verður, kunnu gera fyri at vaksa um rørsluna. Minni útgáva Tá tiltakið var sett í Norður­ landahúsinum fyri tíð síðan, vóru fleiri útlendskir ser­ frøði ngar í ítrótt við, men so leiðis verður ikki nú. Hinvegin fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsu málum, at greiða frá rørslu árinum, umframt at Pál Weihe, formaður í Fólka heilsu ráðnum, fer at greiða frá, hvussu før oy­ ing ar røra seg. Eisini fer Mag ni Mohr, P.hD. í fysio­ logi, at greiða frá, hvussu ymiskir venjingarhættir kun nu nýtast, til ymisk enda mál. Lokal tiltøk Somuleiðis er greitt, at ymisk umboð fyri øki innan rørslu í Føroyum, fara at greiða frá, hvussu tey gera, fyri at fáa fólk at røra seg. Á tí skránni fer Sølvi R. Hansen at greiða frá, hvat ítróttar feløgini kunnu gera, Dávur Winther fer at greiða frá ymiskum tiltøkum í Klaks vík, umframt at evnini eldri og rørsla, rørsla á arbeiðs plássum og rørsla hjá yngri og eldri børnum verða viðgjørd. Framyvir er ætlanin, at tað ikki bara skulu vera havnarfólk, sum fáa skulu fáa gleði av rørsluárinum Rørsluárið flytur seg Eftir øllum at døma var púra róligt um borð á flog fari­ num, sum vendi aftur til Vágar í gjár, hóast øll tiltøk vóru sett í verk til eina neyð­ lend ing lending Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hóast øll tiltøk vóru sett í verk til ein møguliga neyð­ lend ing í Vágum í gjár, so merktu ferðafólkini umborð onki til hetta. ­ Eg havi flogið nógv í mínum lívið, og hatta var helst róligasta lending, eg havi verið við til í Vágum, sigur Rólant Poulsen, ferða­ fólk. Hann vísir somuleiðis á, at ongin panikkur var um borð yvirhøvur, og at fólk als ikki vóru bangin, um hvat kundi henda. ­ Eg hugdi nevniliga rund an um meg, og tað sá ikki út til, at tað nervaði nakr an, at vit vendu aftur. Fólk sótu og lósu, og annars sótu tey og prátaðu saman, greiðir Rólant Poulsen frá. Í góðum hondum Tá avgerðin varð tikin at venda aftur, greiddi flog­ skip arin ferðafólkunum frá støð uni. ­ Hann greiddi frá, hann ikki fekk læst eitt hjól, og at vit tí vendu aftur í Vágar. Annars var onki fjas. Flog­ ternurnar gingu og prátaðu við fólk, júst sum vanligt. Tað var ikki fyrr enn aftaná, at vit fingu at vita, at tað kun di verið álvarsligari, enn tað varð, greiðir ferða­ maðurin frá. Hann leggur aftur at, at tað sýntist sum alt var í lagið, uttan tað, at tey máttu venda aftur í Vág­ ar, og tí gjørdust eitt sindur seinkað. Góð lending Tornið boðaði løgregluni frá, at kanska fór at verða talan um eina lending, har neyðugt kundi verða at flog farið fór út í bøin eftir lend ing, men sambært Rólan ti Poulsen, merktu tey hetta ikki á nakran hátt. ­ Tað kann vera, at flog­ skip ar in hevur sett ferðina so langt niður, sum hann kun di, tí lendingin var mill­ um tær róligastu, eg havi verið við til í Vágum, stað­ festir Rólant Poulsen. Gjørdu klárt til neyðlending: Rólig lending í Vágum Løgreglan greiddi í gjár frá, at øll tiltøk vóru sett í verk til eina lending, har flogfarið kundi fara av breytini, men hetta merktu ferðafólkini ikki Kristian ella Søren? Nú Lars Løkke Rasmussen er vorðin forsætisráðharri, verður hann eisini formaður í stjórnarflokkinum Vinstra. Tískil skal flokkurin hava ein nýggjanm næstformann, og danskir fjølmiðlar gita, at skattamálaráðharrin, Kristian Jensen, hevur teir bestu møguleikarnar at taka við. Sambært JyllandsPostinum er avgerðin longu tikin, og Kristian Jensen váttar eisini fyri blaðnum, at hann stillar upp sum næstformaður. Summir fjølmiðlar halda tó, at Lars Løkke Rasmussen hevur betri hug at fáa verjumálaráðharran Søren Gade til næstformann. Vaktarskip av bakkastokki Tann 29. apríl fer eitt nýtt skip til íslendsku vaktar­ og bjargingartænastuna av bakkastokki á Asmar­skipasmiðjuni í Kili. Byggikostnaðurin er 30 milliónir evrur, og sambært Morgunblaðnum megnar skipasmiðjan at halda bæði kostnaðar­ og tíðarætlanina, soleiðis at skipið verður latið íslendingum tíðliga næsta ár sum ætlað. Nýggja vaktar­ og bjargingarskipið er 4.250 bruttotons, 93,65 metrar langt og 16 metrar breitt. Tað hevur tveir høvuðsmotorar, sum eru 4.500 kw hvør. Togmegin verður 120 tons, og skipið er ætlað at ganga 19,5 míl.