týsdagur 7. apríl 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Rushdie til Keypmannahavnar
Millum gestirnar á altjóða bókmentaráðstevnuni í Keypmannahavn í fjør var
tann umstríddi bretsk-indiski rithøvundurin Salman Rushdie, og nú er
fráboðað, at hann verður høvuðsnavnið á ársins bókmentaráðstevnu, sum
verður í Keypmannahavn í døgunum frá 15. til 17. mai. Millum tey donsku
nøvnini á ráðstevnuni verða rithøvundarnir Suzanne Brøgger, Pia Juul og
Kirsten Hammann, skrivar Ritzau. Bókmentaráðstevnan í Keypmannahavn
er ikki ein sølustevna, men ein ráðstevna, sum viðger fagrar bókmentir og
teirra týdning.
Skil á búskapin
Eitt er, hvat tann nýggi danski forsætisráðharrin sjálvur heldur
vera tær týdningarmestu uppgávurnar at fera undir at loysa, men
hann kann eisini spyrja veljararnar, tí teir hava eisini sína hugsan
um tað. Í einari kanning hjá Gallup sæst, at 34 prosent halda
búskaparkreppuna vera ta týdningarmestu uppgávuna, sum hann
skal taka sær av. Harafturímóti nevna minni enn fimm prosent
innflytarar, vælferð og kriminalitet sum tað týdningarmesta.
Kanningin hjá Gallup vísir, at tað eru veljarar úr øllum flokkum,
sum seta búskasparkreppuna ovast sum ta týdningarmestu
uppgávuna.
Rækjuveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Árið í ár kann gerast árið,
har føroyski rækjuflotin
fyri fyrstu ferð í mong ár
fer at hanga saman fíggjar-
liga.
Í 2007 hekk saman hjá
rækjutrolaranum í Kolla-
firði, Arctic Viking, sum
rakstrarliga hevði slakar 4
miljónir krónur í avlopi.
Árið 2007 kundi eisini ver-
ið árið, tá rækjutrolararnir í
Leirvík, Havborg, fyrrver-
andi Sout Island og Fríborg,
fyrrverandi Napoléon, hingu
saman. Men leirvíkstrolarar-
nir vóru serstakliga óhepnir
hetta árið, og tí eydnaðist
teimum ikki at fáa javnvág í
raksturin hetta árið.
Oljuprísir jarðløgdu
Í 2008 hevði rækjutrolarin í
Kollafirði aftur hall, tó at
batar vóru árið fyri. Høgu
oljuprísirnir slerdu púrasta
grundarlagið undan einum
líkinda ári, og serliga var
tað várið og summarið, har
oljuprísirnir settu met.
Út á heystið lækkaðu prís-
irnir aftur, og í dag er bunkr-
ingarliturin kanska hálva
triðju krónu bíligari, enn tá
hann var hægstur fyri minni
enn einum ári síðan.
Ein rækjutrolari sum Arc-
tic Viking brúkar einar
9.000-10.000 litrar av olju
um samdøgnið, og tí merk-
ist tað skjótt, tá oljuprísirnir
sveiggja so nógv.
Enn er roknskapurin hjá
P/F Líðini, sum eigur Arctic
Viking, ikki endaliga liðug-
ur fyri 2008, og tí dugir reið-
arin, Jóhan Joensen, ikki at
siga ítøkiliga, hvussu árið í
fjør vignaðist.
- Men tað er í hvussu er
greitt, at árið 2008 aftur hev-
ur givið hall, sigur hann.
Batnandi útlit
Jóhan Joensen er eisini for-
maður í Felagnum Rækju-
skipum, og hann heldur, at
útlit eru til, at árið í ár fer at
roynast hampiligt.
Hann heldur tað ikki vera
óhugsandi,
at
føroyski
rækjuflotin, sum í dag telir
trý skip, samanlagt fer at
hava eitt avlop.
- Eg fari sjálvandi ikki at
úttala meg vegna skipini í
Leirvík, men verður gongd-
in, soleiðis sum hon hevur
verið higartil í ár, og eingir
óvæntaðir
trupulleikar
stinga seg upp, er ikki óhugs-
andi, at rækjuflotin fer at
hava avlop í rakstrinum.
Føroyska rækjukvotan í
Eysturgrønlandi, sum ES
hevur tillutað okkum, er
upp á tilsamans 1335 tons.
Tað eru tey trý skipini, sum
eftir eru í flotanum, ið eiga
hesa kvotu. Ein partur av
rættindunum eru keypt frá
feløgum, sum áður høvdu
rækjuskip.
Stóran týdning
- Kvotan í Eysturgrønlandi
hevur verið 1150 tons í
nógv ár, men við seinastu
sínámillum
samráðingar
millum Føroyar og ES varð
kvotan økt við tilsamans
185 tonsum.
Jóhan sigur, at rækjuveið-
an í Eysturgrønlandi hevur
vignast væl í ár, og eitt nú
hevur Arctic Viking gjørt
tveir túrar, sum tilsamans
góvu 500 tons, meginpartur-
in kókaðar rækur, sum í
stóran mun eru seldar á
evropeiska marknaðinum.
Leirvíkstrolararnir hava
eisini verið til fiskiskap í
Eysturgrønlandi.
Arctic Viking er liðugur
við sína kvotu í Grønlandi
og er nýliga byrjaður nýggj-
an túr á Flemmish Kap.
- Rækjukvotan í Eystur-
grønlandi hevur stóran týdn-
ing fyri skip og manning,
og vit fegnast um, at árið í
ár hevur roynst væl í so
máta, sigur reiðarin.
Við Artic Viking eru 19
mans, og skipari hendan túr-
in er Niclái Petersen.
Onnur rættindi
Føroyski rækjuflotin eigur
eisini 1606 fiskidagar á
Flemmish Kap og 922 fiski-
dagar uppi við Svalbard.
Fiskidagarnir við Sval-
bard verða partvís brúktir,
og eitt nú var Arctic Viking
ein túr á Svalbards-leiðini í
fjør vár. Hesin túrurin roynd-
ist nøkulunda.
- Aftrat kvotuni í Eystur-
grønlandi, fiskidøgunum á
Flemmish Kap og við Sval-
bard, hava vit eisini loyvi at
Rækjuflotin
aftur farin at
geva pengar
Útlitini hjá føroyska rækjuflotanum, sum seinastu árini er tódnaður
niður í trý skip, eru slett ikki so galin í løtuni. Nú er líkt til, at hesin
floti, sum í fleiri ár hevur verið í sera tungum sjógvi, aftur er við at
reisa seg. Gongst, sum higartil í ár, er ikki óhugsandi, at rækjuflotin
samanlagt fer at geva eitt rakstrarligt avlop
- Verður gongdin, soleiðis sum hon hevur verið higartil í ár, og eingir óvæntaðir trupulleikar
stinga seg upp, er ikki óhugsandi, at rækjuflotin fer at hava avlop í rakstrinum í ár, sigur Jóhan
Joensen, reiðari og formaður í Felagnum Rækjuskipum
Mynd: Jens Kristian Vang