týsdagur 7. apríl 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Í Læknamiðstøðini
í Klaksvík er ein
fót terapetur farin
til verka. Tað er
Eydna Dragaberg, ið
hevur latið upp eina
fótklinikk, ið skal
hjálpa klaksvíkingum
við trupulleikum við
fótunum
Fótarøkt
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Eydna Dragaberg í Klaks
vík lat 2. mars upp fótklin
ikk við Sandin. Hon er
útbúgvin sjúkrasystir, og
hevur í mong ár fingist við
heilsu og røkt innan eldra
økið. Eftir 25 ár í starvinum
vildi hon finna onkra ser
grein at arbeiða við, og fall
valið á fótarøkt. Heitið er
eftir røttum ein statsautori
seraður fótterapeutur, og er
talan um 1½ ára útbúgv
ing.
Eg tók útbúgvingina í
Randers, har tann eini av
teimum tveimum skúlunum
er at finna. Tað var ikki
bara sum at siga tað, at
sleppa inn. Fyri tað fyrsta
kravdist
útbúgving
og
royndir innan heilsu og
røkt, og so tekur skúlin inn
eftir hvørjum umráði, ein
kemur úr, greiðir Eydna
Dragaberg frá.
Tað eydnaðist kortini
Eydnu at koma inn á skúl
an, og kundi hon fyrst í
mars mánaði í ár lata upp
egna klinikk í Læknamið
støðini við Sandin í Klaks
vík. Hon húsast í somu høl
um sum kommunulæknar
nir og fysioterapeuturin, ið
allir eru at finna í Lækna
miðstøðini.
Líktorn, harða
húð ella vortir
Hvat ger so ein fót tera
peutur?
Fyri tað fyrsta fáa tey,
sum koma til mín, eitt fóta
bað í fimm minuttir. Tað er
umráðandi, at tað ikki er
meir enn fimm minuttir, so
húðin ikki skrædnar, og
bakteriur sleppa til. So
kanni eg føturnar fyri lík
torn, harða húð og vortir,
og skeri tað burtur, sum er
til ampa fyri sjúklingin, og
endar ein viðgerð við at
føturnar verða innsmurdar
í olju.
Eydna Dragaberg hevur
ikki sitið arbeiðsleys, síðan
fótklinikkin hjá Eydnu lat
upp.
Tað er nógv at gera. Nú
eri tað ikki bara eg, sum
fáist við fótarøkt í Klaks
vík, men eg havi ikki sitið
hendur í favn her. Eg hjálpi
fólki, sum eru sjúk av dia
betes, psoriasis og gikt,
men fótklinikkin er eisini
fyri tey, ið ynskja at geva
fótunum eina góða viðgerð.
Eitt sindur av vælveru,
sigur Eydna Dragaberg.
Sjúkrasystir á
heimavølli
Fleiri av teimum, sum fáa
tørv á hjálp frá einum fót
røktara, eru fólk, ið ikki
nýta røttu skógvarnar, líða
av svampi ella øðrum trup
ulleikum í samband við
gerandisdagin, sum tey í
langa tíð velja at síggja
burtur frá, umframt tey, ið
líða av sjúkum sum dia
betes ella psoriasis.
Men tað hoyrir eisini til
mítt arbeiði at vegleiða um
hvussu ein røktar sínar føt
ur í gerandisdegnum. Til
dømis eru tað fleiri dia
betikarar, ið ikki vita, at
teir hava rætt til seks við
gerðir um árið frá einum
fótrøktara. Tað fáa teir játt
að við eini ávísing frá
kommunulækna.
Fyri Eydnu Dragaberg
var tað av týdningi at hon
kundi arbeiða fyri seg
sjálva, og kann leggja sínar
arbeiðstíðir til rættis sjálv.
Eg fari eisini út til fólk,
ið hava brúk fyri tí. Og eg
føli, at eg veruliga eri á
heimavølli her. Barlastin,
eg havi fingið gjøgnum
mítt arbeiði sum sjúkrasyst
ir, kemur mær av álvara til
góðar í hesum arbeiðnum.
Eg elski at fáast við fólk,
og tað fellir mær nátúrligt
at møta teimum, ið koma
til mín fyri at fáa hjálp,
sigur Eydna Dragaberg.
Klaksvíkingar fáa hjálp
til føturnar
Íslendskir menn liva longst
Meðallivialdurin hjá íslendskum monnum er
hækkaður nógv tey seinnu árini. Morgunblað
ið skrivar, at síðani 2000 er meðallivialdurin
hækkaður tvey ár, og tað ger, at í dag eru
íslendskir menn teir, sum hava hægsta meðal
livialdurin í heiminum. Tøl hjá hagstovuni í
Reykjavík vísa, at íslendskir menn liva í með
al 79,6 ár. Til samanberingar kann nevnast, at meðallivialdurin hjá monnum er 79,2 ár í
Sveis, 78,9 ár í Liktinstein, 78,8 ár í Svøríki og Kýpros og 78,2 ár í Noregi. Íslendsku
kvinnurnar liva í meðal 83 ár. Tað er kortini heldur stytri enn kvinnurnar í Fraklandi og
Spania, sum hava tað evropeiska metið við 84,4 árum.
fiska 2570 tons av rækjum
á Grand Bank sum er kvot
an, ið Føroyar hava ásett
sær í NAFO.
Í nøkur ár stongdi Kanada
sínar havnir fyri føroyskum
skipum, tí stjórnin ikki góð
tók kvotuna, sum Føroyar
loyvdu sær at veiða í altjóða
sjógvi á Grand Bank, men
hesin stongsul er av, og før
oysk skip eru aftur væl
komin í kanadiskar havnir.
Jóhan Joensen sigur, at
Arctic Viking legði veiðina
upp í Ný Foundlandi ein túr
í fjør heyst.
Trekur marknaður
Nú fíggjarkreppa hevur herj
að víða um heimin, hevur
rækjuflotin eisini merkt
trekleikan við prísunum á
rækjum, sum eru lækkaðir
nakað.
Jú, vit hava eisini merkt
altjóða
fíggjarkreppuna,
men vit vóna, at prísirnir
fara at halda sær, so vit
kunnu koma burtur úr hes
um árinum við einum lík
inda úrsliti.
Jóhan Joensen ásannar, at
útlit eru til, at rækjuflotin
við verandi gongd fer at
hanga saman í ár, men hann
ásannar eisini, at tað skulu
ikki nógv viðurskifti broyt
ast til tað verra, áðrenn
ótryggleikin, sum í løtuni
tykist ráða um allan heim,
kann spæla hampiliga góðu
útlitunum eitt puss.
Tað er altíð trupult at
spáa um tað, sum liggur
fyri framman, men hetta er
tað árið, tá vend kann koma
í hjá rækjuflotranum, sigur
formaðurin
í
Felagnum
Rækjuskip.
Rækjuskipið Arctic Viking hjá P/F Líðini í Kollafirði
hevði avlop í rakstrinum í 2007. Hetta var fyrsta
árið við avlopi í fleiri ár. Men í 2008 hevði skipið
aftur hall. Útlit eru nú til, at rækjuflotin fer at hava
eitt hampiligt ár í ár – helst tað besta í mong ár
Væl vitjaðar aftankvirrur
Hugtakið aftankvirra hevur fest seg alt meira í huga føroyinga. Kring landið verður skip
að fyri aftankvirrum, har tað oftast eru kirkjur, ið eru karmur um tiltøk, har til ber at sita
í kvirru í hugnaligari kirkju, tá farið er at skýmað. So er oftast tónleikur á skránni, og
endað verður við andakt. Í Vagi hevur javnan verið skipað fyri aftankvirru í vetur, og
hava fólk tikið væl undir, og hava hesar eisini eydnast sera væl. Sera nógvir tónleikarar
úr allari Suðuroynni hava tikið væl undir við tiltakinum, og talið av vitjandi til aftan
kvirrurnar er vaksandi. Tá skipað varð fyri aftankvirru í Vágs Kirkju fríggjakvøldið 3.
apríl, leitaðu eini 200 fólk sær í Vágs Kirkju, meta fyrireikararnir. Á www.sudurras.fo
sæst ein upptøka frá eini av tónleikaframførslunum hetta kvøld. Fyrireikararnir siga seg
ikki neyvt vita, um fleiri aftankvirrur verða innan summarsteðg, men í heyst verður í
øllum førum farið undir hesi tiltøk í Vágs Kirkju aftur, siga fyrireikararnir.
Eydna Dragaberg er fegin um nýggju klinikkina, hon hevur latið upp í Læknamiðstøðini við Sandin. Fótarøkt er ætlað
øllum, ið eru tarnað av trupulleikum við fótunum, og teimum, ið bert ynskja at geva fótunum eina góða viðgerð. Her hevur
fótbóltsleikarin, Rógvi Jacobsen, sett seg í stólin, og latið føturnar upp í hendurnar á Eydu
Mynd: Norðlýsið