týsdagur 7. apríl 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Brævbjálvafyritøkan
Tonito á Eiði hevur
nú meira enn tjúgu
ár á baki, og hóast tað
kann ljóða undarligt,
var tað kreppan fyrst í
90-árunum, sum fekk
føroyingar at hugsa
føroyskt. Og tað
setti ferð á virkið og
framleiðsluna
VINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Í 1988 gingu nakrir eiðis
menn og hugsaðu um, hvat
teir skuldu finna upp á at
gera. Tá vóru tíðirnar so
leiðis, at alt bar til, tað ein
asta tú skuldi mta upp við í
peningastovninum, var ein
um hugskoti, og so plagdi
lán ikki at vera nakar
trupul leiki.
Vit hugsaðu um, hvat
vit skuldu fara undir. Tað
mátti sjálvandi vera okkurt,
sum vit øll brúktu nógv av,
og so gjørdist tað til bræv
bjálvar, sigur Niels Emil
Andreasen, stjóri á Tonito.
Tá hann sigur vit, sipar
hann til svágin, Tordur
Niclasen, og beiggjan, Tor
leif Andreasen. Harav navn
ið Tonito.
Hetta hevur altíð verið
ein familjufyritøka, sigur
Niels Emil Andreasen.
Tað fanst framman undan
eingin slík fyritøka í Før
oyum, og allir brævbjálvar,
sum føroyingar tá nýttu,
vórðu innfluttir.
Tað var heldur stríggið
at koma inn á marknaðin tá.
Tíðirnar vóru góðar, og
eing in hugsaði so nógv um,
hvussu pengarnir vórðu
nýttir, sigur Niels Emil
Andrea sen.
Virkið
arbeiddi
seg
spaku liga inn á marknaðin,
og í dag meta tey seg hava
áleið 80% av allari sølu á
føroyska marknaðinum.
Frá
góðu
tíðunum
í
80un um fram til dagin í
dag, við serligum atliti til
kreppuna fyrst í 90árunum,
hava føroyingar á sín vís
broytt hugburð, tá tað
kemur til at keypa føroyskt.
Jú, eg haldi at hug burð
urin er broyttur. Vit høvdu
kreppuna í 90unum, og tá
haldi eg, at fólk fóru at
hugsa øðrvísi og løgdu
størri dent á, hvat tey brúktu
pengarnar til. Og eg vil
næstan siga, at tað var lætt
ari at koma inn á marknaðin
tá, sigur Niels Emil Andre
asen.
Síðani tá hevur gingið
framá alla tíðina, og fólk
keypa nú føroyskt, um vør
an annars er kappingarfør.
Og tað er hon, bæði í
góðsku og í prísi.
Støðug framleiðsla
Nógv mest nýtta støddin,
sum verður nýtt í dag, er
A5, sum handilsligar og
vinnu ligar fyritøkur nýta til
tað tilfar, sum tey senda út
til síni viðskiftafólk. Men
Tonito framleiðir kortini
fleiri aðrar støddir.
Nýggju
tíðirnar
hava
merkt framleiðsluna hjá
Tonito, serliga tá hugsað
verður um nýggju elektron
isku miðlarnar.
Jú, tað hava vit merkt í
ein mun. Postverkið sigur,
at talan er um eina aftur
gongd í postinum, og tað
síggja vit eisini á ávísum
økjum. Hinvegin, so eru vit
vaksin alla tíðina, men tað
kemst av, at vit hava fingið
fleiri kundar, sigur Niels
Emil Andreasen.
Sjálv nýtslan er stagnerað
og kanska fyri afturgongd,
men tað koma nýggjar
funk tiónir inn alla tíðina.
Tað varð jú sagt, at tá
teldan veruliga kom inn á
marknaðin, skuldi einki
pappír brúkast, men eg
haldi, at tað ongantíð hevur
verið brúkt so nógv pappír
sum nú, sigur Niels Emil
Andreasen.
Og – kanska sum eitt
sind ur av lagnunnar spei
semi – er ein av nýggju
vørun um internetrokningar.
Tá internetið kom varð
jú roknað við, at tað fór at
spara hópin av pappíri, men
í staðin fingu vit meiri at
gera, sigur Niels Emil
Andrea sen.
Soleiðis tykjast nýggir
møguleikar koma undan
kavi, tá aðrir hvørva.
Tillaga seg tíðirnar
Mesta av rávøruni verður
innflutt í stórum pappírs
rullum, sum so verða settar
fyri annan endan av maskin
uni, fyri síðani at koma út í
hinum endanum sum liðugt
framleidd vøra.
Og stóra søluvøran hjá
virkinum er sum nevnt
A5støddin, og tað hevur
eisini sína náttúrligu frá
greið ing.
Tað eru serliga peninga
stovnarnir, sum eru stórir
kundar, men aðrir stovnar
og fyritøkur nýta nógv av
hesari støddini av bræv
bjálvum, sigur Niels Emil
Andreasen.
Sum
nevnt
framleiðir
Tonito fleiri støddir av
brævbjálvum, men tað er
kortini ikki einasta fram
leiðslan hjá fyritøkuni.
Umframt brævbjálvar
nar hava vit eisini ymiskar
prentmaskinur, og framleiða
eitt nú brævpappír og visit
kort eisini, sigur Niels Emil
Andreasen.
Framleiðslan er sjálvandi
eftir tørvi, og higartil hevur
Tonito ikki merkt nakað til,
at tíðirnar eru verri í
Føroyum.
Men eg trúgvi, at tað
kemur,
tí
alt
virksemi
verður minkað. Øll skrúva
niður fyri blussinum, so eg
rokni við, at tað er bara ein
spurningur um tíð, áðrenn
tað í ein ávísan mun fer at
raka okkum eisini, sigur
Niels Emil Andreasen.
Hann sigur, at fyritøkan
ikki í løtuni hevur nakrar
ítøkiligar ætlanir um at
víðka um virkisøkið, skuldi
tað hent seg, at verandi
virkisøki verður hart rakt.
Vit hava altíð ávísar ætl
anir, men tíðirnar eru ikki
tær bestu í løtuni at byrja
upp á nakað nýtt, sigur
Niels Emil Andreasen.
Hann heldur tí frægastu
loysnina verða, at laga seg
til tíðirnar, skuldu tær
broytst.
Øll okkara framleiðsla
verður seld á heima markn
aðinum, og tað verður
neyv an møguligt at fara
undir nakran útflutning av
okkara vørum. Vit hava
kannað hetta í ein ávísan
mun, og tað tykist ikki vera
ein møguleiki, sigur Niels
Emil Andreasen.
Skuldi tað komið upp á
tal, skal rávøran fyrst flytast
til Føroya, framleiðast til
brævbjálvar, og síðani flyt
ast út aftur, og tað er ikki
lønsamt.
Tað starvast millum fýra
og seks fólk á virkinum, alt
eftir tørvi.
Tonito mettar
marknaðin
Niels Emil Andreasen eigur Tonito saman við bróðrinum, Torleifi og sváginum, Tordi Niclasen.
Tveir teir fyrstu bókstavirnir í teimum trimum nøvnunum leggja grund til navnið á fyritøkuni
Hava hug at keypa Saab
Fleiri íleggjarar hava hug at seta pengar í svensku
bilverksmiðjuna Saab. Herfyri gjørdi amerikanska General
Motors av at selja Saab, og nú sigur leiðslan í svenska
felagnum, at meiri enn 20 íleggjarar hava víst fyritøkuni
áhuga. General Motors hevur sagt, at Saab skal endurreisast
ella seljast endaliga í seinasta lagi í juni, og sambært Guy
Lofalk, sum stendur fyri arbeiðinum, verður fyritøkan helst
seld innan ta tíð, skrivar TT. Saab skyldar fleiri veitarum og
umboðum pengar, men søluætlanin sigur, at tveir triðingar av
skuldini skulu fella burtur.
Ecco koyrir 1150 til hús
Skógvaverksmiðjan Ecco, sum hevur høvuðsstøð í Bredebro í
Suðurjyllandi, kennir av álvara sviðan av altjóða fíggjarkreppuni.
Eftir ein lutfalsliga gott ár í fjør við meiri enn einari hálvari
milliard krónum í avlopi er gongdin vend, tí at skósølan er minkað
nógv higartil í ár. Sum eina avleiðing av tí kunngjørdi Ecco í gjár,
at fyritøkan noyðist at siga 1.150 starvsfólkum upp. Talan er kortini
ikki um uppsagnir í Danmark, men á fýra verksmiðjudeildum, sum
Ecco hevur í Asia og í Slovakia. Ecco hevur næstan 15.000 fólk í
arbeiði. Av teimum arbeiða 565 í Danmark.