týsdagur 7. apríl 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnan
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Útflutningur setti met
Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár útflutti Noreg
fiskavørur fyri 10,7 milliardir noprskar krónur, og tað er
tað mesta nakrantíð, skrivar NTB. Samanborið fyri somu
mánaðir í fjør var vøksturin 1,4 milliard krónur ella 15
prosent. Útflutningurin í mars var 3,7 milliardir krónur,
og tað var góðar 700 milliónir krónur meiri enn í mars í
fjør. Útflutningsráðið sigur við NTB, at eftirspurningurin
eftir laksi og sílum er stórur og munar væl í hagtølunum
hesaferð, og tað sama verður sagt um sild og makrel.
Harafturímóti eru stórir trupulleikar við toskinum.
10 søkt um hvalaveiðiloyvi
Í Íslandi hava myndugleikarnir fingið umsóknir frá umleið tíggju
einstaklingum, sum vilja hava loyvi at veiða sildreka í ár. Teir, sum
hava søkt, skulu fyrst á eitt skeið, har teir fáa kunnleika um, hvussu
farast skal fram, tá stórhvalur verður veiddur, og hvussu
veiðiamboðini skulu brúkast. Talan er um eitt norskt skeið, men tað
er ikki greitt, um veiðimenninir sleppa á skeið í Íslandi, ella um teir
noyðast til Noregs á skeið, skrivar Vísir. Eftir verandi tilráðing
sleppa íslendsku havabátarnir at veiða 110 sildrekar í hesum
umfari.