týsdagur 7. apríl 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
vinnan
Nr. 68 - 7. apríl 2009
Vónini
hálv an annan seinni, og
so leiðis rotera nótirnar ofta
runt, sigur Signar Poulsen.
Men nær fór Vónin inn á
alinótaøkið?
- Tað hevur verið síðst í
90-unum. Men vit hava
gjørt kraftblokkanótir líka
síðani virkið varð stovnað.
Fyrsti bygningur, sum Vón-
in keypti, var eitt kraft-
blokka nótahús,
sigur
Hjalm ar Petersen.
Hann sigur, at aktiviteturin
innan pelagisku vinnuna í
løtu ni er so gott sum eing-
in.
- Pelagiska vinnan hevur
lítið og einki at fiska, svart-
kjaftakvotan er farin niður í
einki, og tey skipini, sum
fiska sild og makrel, landa
sína veiði í Noregi, so vit
síggja lítið og einki til skip-
ini í Fuglafirði, sigur Hjal-
mar Petersen.
Tað merkir so, at tað er
lítið at gera á virkinum í
Fuglafirði og har um vegir,
so neyðugt hevur verið at
skori í starvsfólkatalinum,
og Vónin hevur verið noydd
at sagt nøkrum fólkum
upp.
Reinsa á sjónum
Men tá ein hurð fer aftur,
fer ein onnur upp, og upp-
gangs tíðirnar í alivinnuni
koma tí væl við hjá virki-
num.
- Tað er púra rætt, og tað
er gott at hava hetta beinið
at standa á eisini. Tað, sum
vit gjørdu skilagott í hesum
høpinum var, at vit løgdu
hesi bæði virkini saman,
Garnavirkið og Vónina, tí
tað vóru tvey feløg, sum
kapp aðust, og hvørki teirra
kláraði seg. Umsetningurin
í hesi vinnuni er somikið
lítil, og alivinnan framleiðir
ikki meiri enn 50.000 tons,
og tað, sum dettur av til
hetta virkið, er avgjørt ikki
nóg mikið til tvey, sigur
Hjal mar Petersen.
Hann sigur, at tað, at
virkini eru løgd saman, ger,
at tað ber til at dríva virkið
soleiðis, at tað melur runt.
Enn verða allar nótirnar
tik nar upp til reinsingar,
men royndir hava verið
gjørd ar at vaska alinótirnar
á sjónum.
- Royndir eru gjørdar við
at seta nótirnar óim preg-
ner að ar og impregneraðar
út, og so skulu nótirnar
reins ast við hátrýstspulara,
sum er umleið 300 bar.
Talan er um rundar skivur,
sum skulu reinsa nótirnar
bara við vatni. Hetta skal so
gerast ofta, alt eftir gróðri-
num. Er hann nógvur, skal
reins ast 20. hvønn dag,
sigur Sigurd Poulsen.
Enn tekur tað langa tíð og
avmarkaðu royndirnar gera,
at tað tekur ein dag at reinsa
eina nót, men teir, sum hava
størri royndir, klára tvær til
tríggjar nótir um dagin.
- Men hetta skal so gerast
20. hvønn dag, og stóri
trupul leikin er botnurin.
Men eisini veðrið í Føroyum
spælir inn, so tað hevur ikki
eydnast so væl enn. Onkur
ætlar tó at halda fram við
roynd unum, og tað ganga
tvey ár, áðrenn endaliga
úrs lit ið sæst, sigur Signar
Poul sen.
Fleiri konufólk
Vónin er sum so ikki rætti-
liga við í hesm royndunum,
men teir fylgja kortini við.
- Tað er jú soleiðis, at
im preg nerað verður við
kopari, os tað er ikki tað
bíligas ta. Einaferð í tíðini
fer tað eisini at steðga við
kopari, um ikki annað verða
tað myndugleikarnir, sum
steðga tí vegna dálking.
Undir
øllum
umstøðum
mugu vit verða til reiðar til
aðrar loysnir, sigur Signar
Poul sen.
Hesin parturin av virk-
seminum hjá Vónini hevur
15 fólk í starvi, harav tvey í
løtuni arbeiða í Fuglafirði,
har tey vaska nótir, hetta
fyri at koma upp undan.
Vanliga eru vit 14 á Norð-
skála, harav tveir eru last-
bil førarar,
sigur
Signar
Poul sen.
Trol og nót verður ofta
sett í samband við mann-
fólka arbeiði, men á nóta-
virkinum við Norðskála eru
ikki bert mannfólk í starvi.
- Nei, her eru eisini fleiri
konufólk. Tað er ikki helvt
um helvt, men vit hava
fleiri konufólk, og tað hava
vit havt heilt síðani 1999,
og tað riggar stak væl. Tær
duga jú væl at binda og
brodera, og hetta arbeiðið
hevur nógv við seyming at
gera, so tað riggar væl,
sigur Signar Poulsen.
Virkið nøktar sum er
tørvin innan alinótaøkið.
- Skulu vit hava meiri at
gera her á virkinum, so
mu gu alararnir fáa fleiri
økir at seta sínar ringar út í,
og tað hava teir ikki í løtuni.
Men verður tað, so vænti
eg eisini, at vit fáa meiri at
gera her á virkinum, sigur
Hjalmar Petersen.
Vinnumálaráðhar rin
hevur tosað um at kanna
aling á opnum havi, men
tað krevur sambært stjóra-
num á Vónini heilt aðra
út gerð og kanska eisini
heilt aðrar loysnir, enn tær
vit kenna í dag.
Fyribils halda tey seg so
til arbeiðið við at reinsa ali-
nótir á firðunum.
- Vit arbeiða javnan lang-
ar dagar, men av tí at Vónin
er so stórt, kunnu vit fáa
hjálp úr Havn ella úr Fugla-
firði, tá tørvur er á tí. So nú
arbeiða vit átta til fýra, og
tað er hvønn dag, sigur
Signar
Poulsen,
virkis-
leiðari á alinótavirkinum
hjá Vónini við Norðskála.
Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini, og Signar Poulsen, virkisleiðari á alinótavirkinum við Norðskála
Alinótirnar verða vaskaðar í hesum vaskitangunum við Norðskála, men Alinótavirkið hevur
eisini eina framkomna vaskiskipan í Fuglafirði
Eftir at alinótirnar eru vaskaðar verða tær tiknar inn á virkið, har tær verða umvældar
Fleiri missa starv hjá SAS
Tilsamans 49 fólk missa nú arbeiðið hjá SAS. Tað er í sølu-
og marknaðardeildini, at fólk nú verða søgd úr starvi í
sambandi við sparingar í nýggju Core SAS strategiini,
skrivar takeoff.dk. Tað er skrivstovan í Århus, sum nú
vereður niðurløgd, og 30 av teimum ansettu har fáa bjóðað
annað starv í Keypmannahavn. Men SAS vil helst gera
avtalur um fulla ella lutvísa uppsøgn. Sølu- og
marknaðarleiðarin, Lars Bording, gavst í felagnum 1. apríl
sum fylgja av afturlatingini av SAS Danmark sum
sjálvstøðug eind og varð avloystur av Per Møller Jensen,
skrivar Nyhedsbureauet Direkt.