týsdagur 7. apríl 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 • 07. apríl 2009
MIÐvIkaN
35
Vit fara at lýsa lívið hjá
einum hvítanesdrongi við
søguni um Sigurd, son
Dánjal
Sigurd var føddur á Hvítanesi 9.
juli 1917, og hann gjørdist 85 ára
gamal.
Á eini eldrasamkomu í
Ebenezer í 2002 greiddi Sigurd
soleiðis frá:
”Vit vóru nógv børn har uppi á
Hvítanesi. Vit spældu nógv. Men
vit hjálptu til við øllum vanligum
arbeiði sum torvi og hoyna.
Øll húsini á Hvítanesi høvdu
neyt og lótu mjólkina til sana
toriið í Hoydølum. Á sumri, tá
menninir vóru burtur til skips,
vóru tað mest børnini, sum bóru
mjólkina oman. Um veturin
bar pápin mjólkina, tá tað ikki
var útróðrarveður. Hjá heima
monnum kálvaði á vári og hjá
sjómonnum á heysti. Tískil var
tryggjað sanatoriinum mjólk alt
árið. Samstundis var tryggjað
sjómonnunum, at teir kundu vera
heima, meðan kúgvin mjólkaði
uppá tað mesta.
Eg fór í skúla 7 ára gamal, og
vit høvdu eina ógvuliga góða
lærarinnu, Karin Samuelsen. Hon
stuðlaði fólki til at fara undir at
fáa vatnleiðing á Hvítanesi. Alt
vatn skuldi berast inn, eisinin til
neytini, og vit høvdu tvær kýr. So
tað var eitt stórt knoss.
Fyri at fíggja vatnleiðingina var
skipað fyri lutaseðlasølu. Pápi
gjørdi eina fullriggaða slupp,
og mamma seymaði seglini.
Hon varð burturlutað saman við
bundnum og seymaðum lutum.
Vatnleiðingin kom, og hetta
gjørdist eitt stórt framstig fyri
bygdina. Abbi legði vatnleiðingin
inn hjá okkum.
Eg hevði lítlan skúlahug, so
tann dagin eg fylti 14 ár, 9.
juli, fór eg yvir í skúlan at siga
lærarinnuni farvæl. Hon helt,
at eg kundi ganga í skúla til
summarferiuna, sum tá byrjaði á
ólavsøku. Eg segði, at eg mátti
hjálpa mammu við hoynum. Hon
helt, at eg kundi ganga í skúla
regndagarnar, men eg segði, at
torvið skuldi berast inn eisini!
Súklan frá Candor
Eg fór at arbeiða veg, sum tá
var í gerð millum Hvítanes
og Hoyvík. Doktor Lynge á
Sanatoriinum hevði súklu, og
tað var mín dreymur at fáa
súklu. So tá ið eg hevði nokk av
pengum varð súklan bíløgd frá
Candor, Kompagnistræde 20.
Teirra katalog kom í hvørt hús í
Føroyum heilt upp til 60ini. Eg
var ógvuliga spentur.
Súklan kom, og Karsten
Hoydal hjálpti mær at seta hana
saman. Fyri at koma til Havnar
mátti eg súkla gjøgnum hagan.
Mourits, hoyvíksbóndin, hevði
at mær, tí eg stygdi seyðin við
súkluni! Dekkini høvdu 1 árs
garanti, men hædd var ikki tikin
fyri hagasúkling, og dekkini
hildu heldur ikki. Eg skrivaði til
Candor um málið, og mín sann,
um eg ikki fekk nýggj dekk! Teir
sendu eisini eina orðabók við, so
møguliga komandi brøv kundu
verða skrivað á betri donskum!
Sloans varði
Gamli Sloan plagdi at ganga
niðan á Hvítanes av og á fyri
mína tíð. Ein dagin hann hevði
verið har uppi, var so tjúkt í
mjørka, at hann laðaði ein varða,
sum varð kallaður Sloans varði.
Hesin varðin er burturi nú og er
horvin í onkrari vegagerð.
Einastu hús á Hvítanesi við
tilknýti til brøðrasamkomuna var
okkara og hjá Berint pápabeiggja,
sum var giftur við Poulinu hjá
Isalinu og gamla Knút skómak
aranum. Systir Isalinu, Elspa, var
gift við gamla Sloan, so hetta
man hava skapað sambandið.
Kaldbaksmenn komu ofta til
Hvítansar við báti. So fóru børnini
við møtisboðum, og teir hildu
møti inni hjá okkum.”
Til Havnar og til skips
Tá ið Sigurd var 1516 ára gamal
fluttu foreldrini til Havnar. Pápin
sigldi og var nógv burtur. Tað var
so strævið at búgva á Hvítanesi,
og mamman ynskti at koma til
Havnar. Dóttir Sigurd býr nú á
Hvítanesi í barndómsheiminum
hjá Sigurdi, sum tey hava bygt
um.
Tá fór Sigurd sín fyrsta túr til
skips við William Martin, sum
Dánjal Petur Højgaard í Rituvík
átti, og var hann við her í tvey
ár. Sonur Dánjal Petur, Jørgen,
var skipari fyrra árið og beiggi
hansara, Niclas, seinna árið. Lítið
visti Sigurd tá, at hann nógv ár
seinni skuldi giftast við einum
systkinabarni hjá teimum báðum!
Hetta var gott fólk at vera
ímillum, og møti vóru ofta hildin
umborð. Niðri undir við palstyttina
fremst í lugarinum lá ein Bíblia
og tvey blikk av ”mannakornum”,
sum vóru lepar við skriftstøðum.
Tey blivu nógv brúkt. Tá komið var
inn, varð fyrst Dannebrog vundið
á stong, og síðan Dúvuflaggið,
flaggið hjá Bróðurringinum á
Havinum. Vóru fleiri skip við
hesum flaggi, leitaðu menn sær
saman at halda møti.
Sigurd var eitt ár afturat til
skips. Tá fór hann við Isabellu,
ið Petur, beiggi hansara, hevði
fingið at føra.
Innifrystur í Danmark
Tá Sigurd var 1920 ára gamal
fór hann til Danmarkar at læra
til bakara og kondittara. Heims
bardagin og Sigurd slapp ikki
heim aftur.
Hendan tíðin í Danmark var
sera ótrygg. Eins og í Føroyum
var alt myrkalagt. Sigurd fór til
arbeiðis kl. 4 um morgunin, og
myrkaleggingin gjørdi tað myrkari
enn annars. Meðan Sigurd ein
morgun skundar sær til arbeiðis,
veit hann ikki av, fyrr enn hann
fær ein týskan byrsumúla í ryggin.
Tá var Sigurd kløkkur. Har var
bara eitt at gera, at rætta hendur
nar upp. Men tá hann vísti passið,
sum váttaði, at hann arbeiddi um
náttina, var alt í lagi. Annars hevði
Sigurd tað gott niðri.
Heim aftur
Tá ið kríggið endaði í 1945 fekk
Sigurd sær ferðaseðil til fyrsta
túr til Føroya við ”Aarhus”. Sigurd
fekk tá eitt gullur, sum pápin hevði
lovað, at hann skuldi fáa, um hann
kom aftur í øllum góðum.
Sigurd giftist í 1948 við Naenu,
dóttir Perlinu og Poul Amaliel
Mikkelsen úr Syðrugøtu. Naena
er av góðum bergi brotin. Í faði
ættini er hon av Barbustovufólkin
um. Abbin, Petur Pauli, var tiltikin
fyri sína styrki. Og mamman
var dóttir fyrstu hjún í Rituvík,
Nicolinu og Per. Tey áttu 12 børn,
so ein kann neyvan ímynda sær
teirra knoss.
Lívið hjá einum Hvítanesdrongi
Nena og Sigurd
Fyrsti Hvítanes, sum synir og abbasonur Dánjal lótu byggja
Hetta er partur av mynd í seinasta parti. T.h. er tað Dánjal av Hvítanesi.
Um teir til vinstru vistu vit bert, at teir itu Johan og Jóannes og vóru av
Eiði. Okkara heimildarfólk á Eiði halda, at hetta kunnu vera brøðurnir Johan
Andreassen f. 19.9.1885 og Johannes Andreassen f. 10.7.1887.
Teir líkjast eisini so mikið nógv, at teir kunnu bera brøður. Teir hava verið
javngamlir við Dánjal, sum var føddur í 1886, og tað síggja hesir eisini út til at
vera. Í so fall er tað helst tann eldri, Johan, sum situr.
Teir vóru synir Grethu í Britustovu og Andreas Dam Andreassen. Teir hava
sostatt verið brøður teir tveir beiggjarnar, sum druknaði á Eiðisvatni í 1904, og
sum greitt varð frá í næstseinasta parti í røðini Hendur ið Sleptu.
Veit nakar meira vilja vit fegin frætta
➘