týsdagur 7. apríl 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
36
nr. 69 • 07. apríl 2009
Petur var føddur í 1914 og gjørd
ist 92 ára gamal. Hann hevði eitt
langt lív á sjónum. Hann var bert
13 ára gamal, tá ið hann fór á
Suðurlandið at draga hesar stóru
toskarnar! Sum so mangir aðrir
kom hann seg skjótt og gjørdist
góður fiskimaður
Fyrsta túrin var hann við Slatri
num, sum tá var deyðsiglari.
Petur gjørdist so ringur av sjó
verki, at hann lovaði, at hann fór
ongantíð avstað aftur. Men sum
hjá so mongum øðrum, so javnaði
hetta seg.
Petur var eisini blaðungur, tá ið
hann tók setiskiparaprógv. Hann
fór sum skipari við Isabellu, men
mátti hava flaggskipara, av tí at
hann var so ungur. Síðan sigldi
hann fast sum yvirmaður.
Í seinnu helvt av tríatiárunum
fór Petur við trolara. Fyrst við
fyrsta Skálaberg og síðan við
millum øðrum Norðbúgvanum,
sum hann sigldi við undir krígn
um. Aftan á kríggið sigldi hann í
fleiri ár við Vesturskin, sum Svenn
ing Johannesen førdi. Svenning
gevur Peturi tað ummæli, at hann
var ein úrmælingur.
Við teimum seinast nevndu
skipunum kom Petur rættiliga at
standa sína roynd sum sjómaður.
Við Norðbúgvanum, tá teir vóru
bumbaðir av týskarum undir
krígnum, og við Vesturskin, táið
teir í 1953 mundu kollsiglt í
Mykinesfjørði, og tað ráddi um at
fáa dekslastina av lýsiføtum fyri
borð fyri at rætta skipið upp. Ein
maður, sum var saman við Petur
við "Norðbúgvanum" í fleiri ár,
mintist Petur sum framúr raskan,
og sum "eitt deiligt menniskja."
Átti part í
rækjusøguni
Tá frystilínuskipið Bakur kom fyrst
í 60unum, fór Petur við har, og
her kom hann at sigla saman við
slóðaranum John Dam. Sonurin,
Dánjal Pauli, var eisini við.
Allir skipsfelagar geva Peturi
tað besta skoðsmál. Tað var
eingin loyna, at John Dam kundi
vera nakað buldrasligur, men
Petur lat seg ikki syfta, og hetta
boygdi John seg eisini fyri.
Petur eigur eisini ein part av
okkara rækjusøgu. Saman við
soninum Dánjal Paula og bróðuri
num Sigurd lótu teir Hvítanes
byggja á Tórshavnar Skipasmiðju
í 1969. Hvítanes var upprunaliga
bygdur sum frystilínuskip, og vóru
teir næstir eftir Vesturvarða at
fara at royna eftir rækjum til havs
í Grønlandi. Væl bar til, og nøkur
ár seinni bygdu Dánjal Pauli og
Petur seinna Hvítanes, sum eisini
gekk væl so leingi, sum tað bar
til hjá føroyingum at fiska rækjur
lønandi. Teir eiga tískil eisini sín
part av rækjusøguni, sum tað
eisini er greitt frá í bókini um
John Dam.
Tíverri fekk Petur skaða í
eyguni og mátti gevast at sigla,
tá hann var 60 ára gamal, men
tá hevði hann eisini havt eitt
langt lív á sjónum, og hann hevði
sjálvur upplivað so at siga alla ta
menning, sum hevur verið innan
fiskiskap.
Dyggur stuðul á
heimafrontinum
Petur giftist ungur við Signhild
av Skála, sum fylti 94 ár nú
sunnudagin. Tey náddu at vera
gift í nærum 70 ár.
Avrikini hjá Petur á sjónum
høvdu ikki kunnað latið seg
gjørt uttan dyggan stuðul á
heimafrontinum.
Var maður við skipi, so var hann
við hvønn túr, og merkti hetta
veruliga, at maðurin var burtur
alt árið við bert nøkrum fáum
døgum heima millum túrarnar.
Petur segði seg bert hava havt
tveir frítúrar alla ta tíðina, hann
var til skips. Hetta setti stór krøv
til konurnar, sum komu at hava
alla ta dagligu ábyrgdina av húsi
og heimi.
Hóast blindur so fylgdi hann
væl við. Royndi onkuntíð at fáa
hann at greiða frá sínum lívi á
sjónum. Men hann var alt ov
lítillatin til at koma við teimum
stóru frásagnunum og helt, at
hann hevði ikki upplivað nakað
serligt!
Petur var sjógarpur
Petur og Signhild
Umborð á Baki: F.v. Pàll Heinesen, Júst Rubeksen, Petur Danielsen og Joen Peter Joensen
Sigurd positivt
menniskja
Sigurd var sera positvur. Hann
var altíð í góðum lag, skemtaði,
og altíð við tí góða orðinum.
Og hansara beinasemi er kent.
Hetta merkti grannalagið eisini.
Nærmasti grannin var bústovn
urin hjá Sinnisbata á Sólteigi.
Búfólkini nutu eisini gott av
postiva lyndinum hjá teimum
báðum Naenu og Sigurdi. Og frá
Sólteigi fáa tey bæði Naena og
Sigurd eisini allarbesta ummæli.
Sigurd var eisini ein sera
fjølbroyttur maður. Tá hann kom
heim úr Danmark arbeiddi hann
sum sagt fyrst sum bakari hjá
Frants Restorff og seinni i Køku
búðuni.
Sum fráleið fekk hann astma,
hann toldi ikki rugmjølið. Í Dan
mark hevði hann bara arbeitt sum
kondittari og hevði tí ikki verið
í samband við rugmjøl í sínum
arbeiði.
Hann gavst við at baka og
fór at hugsa um okkurt annað.
Beiggi hansara Petur búði úti í
Grønlandi. Hann hevði handil í
teirra kjallara, men var givin við
tí. Hetta høli leigaði Sigurd og
byrjaði at handla við vanligum
húsarhaldsvørum og helt á har í
10 ár frá 195565.
Tá flutti handilin yvir í vestur
býin í Bókbindaragøtu, har Sigurð
hevði bygt uppí síni egnu hús, so
hann fekk størri og meira tíðar
hóskandi høli. Dóttirin Ingibjørg
arbeiddi meginpartin av sínum
vaksna lívi har og gjørdi eitt
ógvuliga gott arbeiði. Nøkur ár
seinni spurdi Sigurd versonin, um
hann kundi hugsa sær at komið
at arbeitt í handlinum. Tá ið hann
játtaði, var hetta tað besta, sum
kundi henda Sigurdi. Versonurin
var ógvuliga dugnaligur, og Sigurd
var við at blíva troyttur av at vera
so bundin.
Tá ið handilin lat aftur í 1988
hevði hann handlað í 33 ár.
Hvítanes er eisini
eitt skip
Men Sigurd var eisini ein
undangongumaður í fiskiveiðu.
Hvítanesmenninir vóru
millum teir fyrstu, sum fóru í
rækjuvinnuna fyri meira enn
30 árum síðani. Teir bygdu
Hvítanes, sum var eitt tað
fyrsta rækjuskipið fyrst í 1970
unum. Honum dámdi væl at
fara niður við at selja lastina,
og tá plagdi hann at vera
kokkur.
Inn í millum tók hann túrar
við fraktbátum, sum hann átti
í, táið kokkur manglaði. Og
kokkur var hann av teimum
bestu. At sigla við fraktbátum
var ikki tá tað best lønta. Men
táið tað frættist, at Sigurd
skuldi við, stóð ikki á. Ikki bert
tí hann var framúr kokkur. Men
hansara lætta lyndi gjørdi tað
hugaligari og stuttligari at vera
umborð.
Seinast hann var burturi
var við táverandi Skálaberg í
Grønlandi umleið 1990. Tá var
Sigurd 72 ár. Teir manglaðu
kokk. Heitt varð á Sigurd, sum
játtaði. Tá kokkurin so kemur
umborð, mundi manningin
dottið á afturpartin. Hetta
var jú ein fólkapensjonistur.
Men væl royndist. Manningin
fekk nýbakaðar bollar hvønn
morgun, og var hetta neyvan
dagligur kostur umborð á
fiskiskipum.
Sigurdi dámdi væl at hava
fólk um seg. Hann gjørdi eisini
nógv av at vitja onnur. So hann
kendi ein hóp av fólki.
Rætting
Í seinasta parti varð greitt frá, tá ið Dánjal og felagar
vóru í New York. Tað var Anna, systir Johannes og ikki
Hans í Rættará, sum tók ímóti teimum. Hon og maðurin
búsettust seinni í Drammen í Noregi. Tey vóru barnleys.
Næstu ferð
Komandi partar verða um størstu vanlukku í Føroyum,
sum hendi í mai fyri 75 árum síðani, tá ið Nólsoy og
Neptun gingu burtur við tilsamans 43 monnum