týsdagur 7. apríl 2009síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 68 - 7. apríl 2009
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Brian Kerr er ein
dugnaligur venjari,
og hann er ein
fryntligur persónur.
Men hann kann verða
harður við spælarar,
sum koma upp á
tvørs, sigur írskur
ítróttarjournalistur
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Brian Kerr hevur eitt gott
umdømi í Írlandi, og hann
hevur góð úrslit at vísa á.
Tað sigur Emmet Malone,
sum er ítróttarjournalistur á
stóra írska blaðnum Irish
Times.
- Eftir at hann gavst sum
landsliðvenjari, hevur Brian
Kerr ikki viljað tikið nakað
írskt felag á seg, tí hann
hevur helst hildið tað verið
eitt afturstig fyri seg. Kerr
hevur verið upp á tal til
ymisk størv í Onglandi og
Skotlandi, og eitt skifti varð
tosað um, at hann skuldi
verða leiðari fyri ung-
dómsdeildina hjá Liverpool,
sigur Emment Malone við
Rás2.
- Kerr verður mettur sum
ein venjari, sum dugir at
skipa síni lið. Hann dugir
væl at fáast við ungar
spælarar, og írskir spælarar
sum Robbie Keane og
Damien Duff hava nógv
gott at bera honum. Hann
hevur havt stóra ávirkan á
teirra yrkisleið.
Emmet Malone sigur, at
sum persónur er Brian Kerr
sera fryntligur og lættur at
fáast við, men hann kann
eisini verða harður við sínar
spælarar.
- Tá hann hevur havt
ósemjur við sínar spælarar,
hevur hann havt ilt við at
fyrigeva
teimum,
sigur
Emmet Malone, sum heldur,
at føroyingar fara at verða
glaðir fyri Brian Kerr.
Tað var ein spentur
Brian Kerr, sum í gjár
settist í sessin sum
føroyskur landsliðs
venjari. Avbjóðingin
er ovurstór, men
sjálvur sigur venjarin,
at honum dámar væl
í leiklutinum sum
underdog
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Frá teirri løtu, at eg av
fyrstan tíð tosaði við Høgna
í Stórustovu og Ísak Mikla-
dal, var eg imponeraður av
tí, sum gongur fyri seg í før-
oyskum fótbólti. Ambitión-
irnar og viljin hjá teimum
at flyta føroyskan fótbólt
tosa fyri seg, og tað er mín
vón, at eg kann vera við til
at røkka hesum málum.
- Eg havi eisini sjálvur
upplivað, hvussu nógv før-
oyska fólkið leggur í fót-
bóltin. Eg var her sum venj-
ari hjá Írlandi, og ta ferðina
høvdu vit sera trupult við at
fáa ein sigur til høldar.
Nýggi føroyski landsliðs-
venjarin,
Brian
Kerr,
staðfesti alt fyri eitt mána-
morgunin, at hann er ovur-
fegin um nýggja starvið,
sum hann nú hevur fingið.
Úrslitini telja
Eitt er at byrja slíka móttøku
við at rósa nýggju arbeiðs-
gevarum sínum. Hetta sort-
erar kanska bara undir van-
liga
fólkaligheit.
Men
samstundis læt Brian Kerr
ongan iva vera um, at hann
er komin til Føroya fyri at
fáa úrslit.
- Fótbóltur snýr seg um
úrslit, men í altjóða høpi
eru tey ikki løtt at fáa. Eg
eru varugur við tað góða ar-
beiðið, sum Jógvan Martin
Olsen, Allan Simonsen og
Henrik Larsen longu hava
gjørt, og mítt mál er at betra
um tey úrslitini, sum eru
komin.
- Tað kann væl vera, at
tað verður trupult í einum
bólki, sum telur londu sum
Serbia,
Frakland
og
Rumenia. Men tit hava
longu fingið eitt fantastiska
gott úrslit móti Eysturríki,
og sjálvur dámar mær leik-
lutin sum underdogs. Tað
merkir, at vit skulu stríðast
fyri okkara møguleika, og
hesum havi eg einki ímóti,
staðfesti Brian Kerr millum
annað, tá hann í gjár hevði
sett sína undirskrift á sátt-
málan við FSF.
Bárður
vil
vinna
the
Treble
Bárður B. Mikkelsen
og
liðfelagarnir
í
Marienlyst Volley hava
spælt seg í DM-finaluna
í flogbólti
Undan hesum hevur
Marienlyst vunnið don-
sku steypakappingina
og
NM-heitið
fyri
feløg, og vinna teir
eisini danska meistara-
heitið, verða teir fyrsta
danska flogbóltsfelagið,
sum vinnur øll hesi
steypini í einum og
sama kappingarári.
Í
hálvfinalunum
í
DM-kappingini spældi
Marienlyst
tríggjar
dystir móti Middelfart,
og tá Marienlyst vann
tveir av hesum, var fin-
aluplássið tryggjað. Í
finaluni skulu teir spæla
móti Aalborg HIK.
Fyrsti finaludysturin
verður
spældir
í
Aalborg
skírishósdag
klokkan 15 føroyska
tíð, og næsta finalan
verður í Odense 15.
apríl klokkan 19.
Verður neyðugt við
einum triða finaludysti,
fær Marienlyst fyrimun
av heimavølli í hesum,
tí felagið endaði framm-
an fyri Aalborg HIK.
Fryntligi Kerr kann vera
eisini verða grótharður
Gleðir seg til avbjóðingina
Tað líkist einum reinum
plettskoti frá FSF, nú
Brian Kerr er settur í
starv sum føroyskur
landsliðsvenjari í fótbólti
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Bárður B. Mikkelsen
ivaðist, um hann skuldi
taka eitt ár afturat
í fremstu donsku
flogbóltsdeildini. Við
tveimum gullmerkjum
og plássi í DM-finaluni
er helst eingin ivi um, at
spælarin í dag er fegin um
avgerðina, sum hann tók
seinasta summar