týsdagur 7. apríl 2009síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
47
[ Nr. 68 - 7. apríl 2009 ]
Tað kann væl
vera, at komandi
mánaðirnar verða
nýttir til at hyggja
eftir føroyskum
fótbóltsspælarum
heldur enn klassik
aranum hjá Monty
Python. Men sum
føroyskur landsliðs
venjari fær Brian Kerr
uttan iva tørv á einum
løttum lyndi, har
hann kanska kann
murra til tónarnar
um, at hann skal
»Always look on the
bright side of life«
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Írland hevur sjáldan mett
sum ein av heimsins nalv
um, tá altjóða fótbólt um
ræður. Støðugt hava sterkir
einstaklingar gjørt um seg í
enskum fótbólti, og hesir
vóru eisini grundarlagið
undir liðnum hjá Jackie
Charlton, sum seinast í
80’unum veruliga byrjaði
at lyfta Írland uppeftir á al
tjóða fótbóltshierarki’num.
Enntá á slíkan hátt, at fleiri
heldur speiskliga hildu fyri,
at Jackie Charlton í veru
leikanum var betri ættar
granskari enn venjari, tí
hann var so óførir at finna
enskar spælarar, sum so
ella so vóru av írskari ætt.
Sjálvt Írland hevur í so
máta ikki verið mett sum
tað heilt stóra fótbóltsliga.
Og tí kann tað tykjast løgið,
at nýggi føroyski lands
liðsvenjarin als ikki hevur
virkað sum venjari uttan
fyri Írland, fyrr enn hann
nú tekur við starvinum sum
føroyskur landsliðsvenjari.
Keypti sjálvur felagið
Men so skal eisini leggjast
afturat, at tá alt kemur til
alt, so er Brian Kerr ein
maður, sum veruliga hevur
nøkur stór úrslit at vísa á
sum venjari.
Sum spælari rakk hann
ikki tí heilt stóra, og eftir at
hann sum 13 ára gamal
byrjaði at venja piltalið,
hevur tað verið venjarayrkið,
sum hann hevur lagt størsta
doyðin á. Fyrstu árini sum
hjálparvenjari, men tá hann
móti ársenda í 1986 gjørdist
venjari hjá St. Patrick, fór
hann veruliga undir at
skapa sær eitt stórt navn.
Felagið var ikki serliga
væl fyri fíggjarliga, og tí
mátt Kerr leita dúgliga eftir
ókendum
spælarum við
góðum fótbóltsevnum, og
hetta eydnaðist framúr væl.
Longu í 1988 var liðið bert
eitt stig frá at vinna fyrsta
meistaraheitið síðani 1956,
og í 1990 eydnaðist hetta
loksins.
Fíggjarliga stóð tó fram
vegis illa til, og tá felagið í
1992 var hótt av gjalds
steðgi, var Brian Kerr sjálv
ur partur av einum íleggjara
toymi, sum skuldi bjarga
felagnum. Enn eina ferð
mátti venjarin byggja eitt
spildurnýtt lið upp, og enn
einaferð eydnaðist hetta.
Krúnan á verkinum var, tá
St. Patrick á sumri 1996
aftur
stóð
sum
írskur
meistari. Hetta gav honum
hetjustøðu í felagnum, og
hóast hann enn stendur sum
ein varði í felagssøguni, so
kom tað som ein skelkur av
teimum heilt stóru, tá Brian
Kerr sama heyst valdi at
takka ja til eitt starvstilboð
sum tekniskur stjóri í írska
fótbóltssambandinum.
EM- og HM-brøgd
Sum tekniskur stjóri hevði
Brian Kerr eisini ábyrgdina
av yngru landsliðunum, og
skjótt stóð teimum flestu
greitt, at nýggir vindar
blástu yvir írskan fótbólt.
Í 1997 vann liðið HM
bronsu við Damien Duff
sum stóru stjørnuni í kapp
ingini, og tvey ár seinni var
hann um reppið at endurtaka
bragdið, men í fjórðings
finaluni mátti Írland lúta
móti vertunum úr Nigeria
eftir brotssparkskapping.
Og eisini í EMhøpi
bragdaði. Ikki minst í 1998,
tá Kerr stýrdi bæði U16 og
U18liðnum til EMgull ,og
eru hetta einastu altjóða
heitini, sum nakað írskt
fótbóltslandslið
hevur
vunnið. Menn sum John
O’Shea og Robbie Keane
vóru við honum hesi árini,
og eftir at Kerr í 2003 enn
eina ferð kom til HM
endaspælið fyri U21lið,
valdi hann at taka við lands
liðsvenjarastarvinum.
Her var tað í tveimum før
um sera nær við, men bæði
til 2004 og til 2006 gjørdust
írar akkurát ov stuttir til at
røkka endaspælinum, og
sáttmáli hansara við fót
bóltssambandið varð ikki
longdur,
tá
HMundan
kappingin til 2006 var av.
Nakað sum Kerr sjálvur var
ógvuliga ónøgdur við.
Ein nýggj avbjóðing
Síðani hetta hevur Kerr at
kalla leitað eftir nýggjum
avbjóðingum. Hann varð
eitt skifti upp á tal sum
indiskur landsliðsvenjari í
fótbólti, men hann tók ikki
av tilboðnum. Hann hevur
verið nevndarformaður í
írska SARI – Sports Against
Rasicm Ireland – og eitt
skifti var hann fótbóltsstjói
í St. Patrick, tá felagið enn
einaferð
hevði
fingið
nýggjan eigara.
Eisini hevur hann verið
hampuliga virkin sum fót
bóltsviðmerkjari, men nú
verður tað aftur hann, sum
skal standa móti skotriðjun
um frá ymsu fótbóltsvið
merkjarunum. Í gjár skriv
aði Kerr undir sáttmála við
føroyska Fótbóltssamband
ið, og næstu 30 mánaðirnar
verður tað altso hann, sum
hevur
ábygdina
av A
landsliði okkara í fótbólti.
Life of Brian
Føddur 3. mars 1953 í Dublin
St. Patrick Athletic (venjari) 1986-1996
(írskur meistari í 1992 og 1996)
Tekniskur stjóri í Írlandi 1996-2003
(HM-bronsu við U21, EM-gull við U16 og U18)
Írskur A-landsliðsvenjari 2003-2006
St. Patric Athletic (fótbóltsstjóri) 2007-2009
Føroyskur landsliðsvenjari 2009-?
FAKTA um Brian Kerr
Gyltir dropar á Álandi
Færri enn tríggir mánaðir eru nú eftir, til trettandu oyggjaleikirnir
verða settir. Hesa ferð er Áland vertstjóð, og í dag boðaði lokala
oyggjaleikanevndin frá, hvussu heiðursmerkini í summar síggja út.
Skapið er heldur sjáldsamt, men tað er sum so einki løgið í, at
talan er um gyltar vatndropar, sum verða lætnir vinnarunum. Vit
vildu hava nakað, sum ikki var heilt sum tey vanligu heiðursmerk
ini. Og heilt tíðliga gjørdu vit av, at hetta so ella so skuldi hava
nakað at gera við vatn. Tað er jú vatnið, sum allir luttakararnir
hava í felag, og tí er symbolska virðið í hesum ógvuliga sjónligt,
sigur Terese Fløjt, sum er stjóri fyri oyggjaleikirnar á Álandi.
Lazio mátti sleppa gullfuglinum
Sunnudagin gjørdist Federico Macheda brádliga eitt kent fótbóltsnavn, tá
hann í sínum fyrsta dysti fyri Manchester United skoraði sigursmálið
móti Aston Villa í evstu løtu. Men var tað ikki fyri serligu italsku
transferreglurnar, hevði Macheda neyvan verið í Manchester. Hesir
forbjóða nevnliga feløgum at skriva sáttmála við spælarar, fyrr enn teir
eru fyltir 18 ár, meðan hetta markið í Onglandi er 17 ár. Tí fekk Lazio
ikki komið við nøkrum mótspæli, tá Manchester United í fjør gav
Macheda sáttmálatilboð. Undan hesum hevur Manchester United nýtt
sama møguleika, tá teir fingu fatur á núverandi toppskjúttanum hjá
Villarreal, Giuseppe Rossi.