Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2009síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

48 [ Nr. 68 - 7. apríl 2009 ] – Hetta er eitt spenn­ an di val, og vit fáa eitt skifti í, hvussu vit skulu hugsa fótbólt. Tað er sunt fyri okk­ um, sigur venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clement sen FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Sigfríður Clementsen, sum við EB/Streymi í fjør vann tað, ið var at vinna, er fegin um, at Føroyar hava fingið ein nýggjan lands liðs venj­ ara, sum kann føra til eitt skifti í føroyskum fótbólti. – Brian Kerr hevur royndirnar og hevur havt Ír land á høgum stigi. Hetta, hóast Írland ikki er so øgi­ liga nógv størri land enn Før oyar. Sum lond líkjast vit nógv, men Írland hevur sjálvandi fleiri toppspælarar uttan lands, fyrst og fremst í Onglandi, sigur Sigfríður. – Hetta er eitt spennandi val, og vit fáa eitt skifti í, hvus su vit skulu hugsa fót­ bólt. Tað er sunt fyri okkum. Heldur ikki ger tað nakað, um vit fingu eitt orðaskifti um ungdómsfótbólt. Vit hava jú koyrt eftir donsku skipan ini í fleiri ár, hóast vit ikki spæla akkurát líka sum danskarar, serliga ikki lands liðsfótbólt og altjóða fót bólt, sigur hann. Sigfríður heldur, at før­ oysk ur fótbóltsstílurin hin­ vegin líkist meira tí enska og norska stílinum, har stór ur dentur verður lagdur á umstillingsspæl. – Fáa vit eitt orðaskifti um tað og hvus su vit menna tað, so kann tað bara vera gott, sigur hann. Samanumtikið heldur venj ar in hjá EB/Streymi, at Brian Kerr kann óivað læra føroyingar nógv, tí møgu­ leikar nir at læra nakað nýtt eru avmarkaðir fram m an ­ und an. – Júst tí er tað gott, at vit fáa ein kapasitet uttanífrá, sum fær okkum at hugsa og ven da nøkrum tingum, tí vit verða ikki betri av okk­ u m sjálvum, sigur Sigfríður Clementsen. Uni Arge, sum er trið mest skorandi lands liðsspælarin hjá Før oy um nakrantíð, held ur Brian Kerr vera kærkomnan íblást ur til føroyska fót bóltslandsliðið FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Eg havi sjálvur sagt, at okk um tørvaði bretskan íblást ur, millum annað tí vit ikki ordiliga hava sæð tann fan tast iska viljan, sum eyð­ ken di landsliðið onkuntíð tey fyrstu árini, sigur Uni Arge, sum við sínum átta málum í 37 landsdystum fyri Føroyar hevur skotið trið flest landsliðsmál. – Bretar hava »spirit«, sum teir rópa tað, og eg ivist ikki í, at hesin írski venj ar in, við øllum sínum roynd um, kann gera mun í so máta. Tí er tað ein kær­ kom in nýggjur íblástur at fáa til føroyska fót bólt s­ lands liðið, at vit hava hugt aðr ar vegir, nú vit hava fing ið nýggjan lands liðs­ venjara. Sjálvur viðgongur Uni Arge, at hann gjørdist ikki sørt bilsin, tá hann hoyrdi navn ið á nýggja venjar an­ um, tí Brian Kerr er altso ikki hvør sum helst. – Eg hevði kanska ikki rokn að við, at teir kláraðu at fáa fatur í einum kapa si­ te ti, sum hevur verið A­landsliðsvenjari fyrr og eisini hevur klárað at fingið so góð úrslit við ungd óms­ lands liðunum, sigur Uni. – Men Brian Kerr hevur víst, at hann dugir bæði at fáast við ungdóm og at fáa liðini fram í fremstu røð í Europa, umframt at hann dugir at fáa A­landsliðið hjá einum stórum landi heilt fram í fremstu røð. So tú kanst siga, at vit hava gjørt kvetti! – Eg ivist ikki í, at Brian Kerr kem­ ur við einari fót­ bólts filo sofi, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað, vit hava framman undan, sigur John Petersen, sum kenn ir A­landsliðið bæði sum spælari og hjálpar venjari FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo – Mín fyrsti tanki var, at hatta var eitt veruliga stórt venjaranavn, tí Brian Kerr hevur vant eitt av teimum allar bestu A­landsliðunum í Europa, sigur John Peter­ sen, sum við sínum 57 lands dystum er ein av okkara allarroyndastu lands liðs spælarum gjøgn­ um tíðirnar, umframt at hann eisini eitt skifti var hjálpar venjari, meðan Jógvan Martin Olsen var lands liðs venjari. – Eisini er tað spennandi, at hann ikki er komin spælara vegin, men tíðliga er byrjaður sum venjari. Eg hugsaði beinanvegin, at hatta var væl arbeitt av Fót­ bólts sambandinum. John Petersen sigur seg ikki ivast í, at Kerr kemur við einari fótbóltsfilosofi, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað, ið frammanundan er í Føroyum. – Hann gongur inn fyri tøtt um samstarvi við venjar­ ar nar, so um vit vilja taka ímó ti, kann hann læra okk­ um nógv, heldur John Peter­ sen, sum sær Brian Kerr sum helst besta boðið, ið hevur verið til tøka lands­ liðs venjarasessin. – Fyri kortum vóru trý venjara nøvn frammi sum kandi da t ar, og var hann uppi í tá, hevði hann helst eisini tá verið tann fremsti av teimum kandidatunum. So eg ivist ikki í, at hetta er ein góður venjari, vit hava fing ið. Champions League í kvøld So verður farið undir fjórðingsfinalurnar í Champions League kappingini í fótbólti. Í kvøld eru tveir dystir á skránni, og eru hesir Villarreal­Arsenal og Manchester United­Porto. Í annaðkvøld spæla Barcelona­Bayern München og Liverpool­Chelsea. Hjá teimum, sum síggja rásirnar hjá Viasat, ber til at fylgja við beinleiðis, hvussu leikur fer í dystunum, sum allir verða blástir ígongd klokkan 19.45. Nýggjur knock-out kongur 27 ára gamli Edwin Valero úr Venezuela er veruliga í ferð við at sláa sítt navn fast innan boksiheimin. Um vikuskiftið vann hann sín 25 sigur á rað, og enn hevur eingin mótstøðumaður staðið á beinunum allan dystin móti Valero. Fyrstu 18 dystirnar vann hann enntá upp knock­out í fyrsta umfarinum. Sunnunáttina vann hann so sítt fyrsta HM­heitið, tá hann í øðrum umfari fekk Antonia Pitalua í gólvið tríggjar ferðir, áðrenn dómarin steðgaði dystinum. Hetta var fyrsta tapið hjá Pitalua í átta ár. Nýggjur íblástur Eitt sunt skifti Væl arbeitt Farandi og komandi. Jógvan Martin Olsen og Brian Kerr koma helst at tosa nógv saman komandi mánaðirnar Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Nýggi landsliðsvenjarin saman við nøkrum av starvs nevndar­ limunum. Frá vinstru er tað Magnus á Stongum, Rúni Heinesen, Karl Vidtfeldt, Høgni í Stórustovu og Brian Kerr Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir