mikudagur 8. apríl 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 8. apríl 2009
3
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á telduposti ir@atlantic.fo ella
á høvuðsskrivstovu felagsins á telefon 341030. Seinasta freist fyri bílegging av
atgongumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 20. apríl kl. 16:00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika til at geva
øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna. Á heimasíðu felagsins www.atlantic.fo
og á høvuðskrivstovu felagsins er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi.
Fulltrú skal vera felagnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. apríl kl. 16:00.
Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi
er partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin
atgongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini í mesta lagi 5 daga gamlari útskrift
frá Værdipapircentralen A/S ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðið),
sum skjalprógv fyri partabrævaognini. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan fyri, at
partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er hildin.
Partapeningur, atkvøðurættur og aðalfundurin
Partapeningur felagsins er kr. 103.500.000 býttur sundur í 1.035.000 partabrøv á kr. 100,00
og multipla av hesum. Felagið hevur 11.111 egin partabrøv, ið ikki hava atkvøðurætt.
Eingin partabrøv hava framíhjárættindi. Partabrøvini skulu vera navnapartabrøv og
negotiabul. Partaeigarar hava ikki skyldu til at lata partabrøv síni innloysa.
Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin verða fundarskrá, ársroknskapurin 2008
við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing og øll uppskot til fundin løgd fram til
gjøgnumlestur á høvuðsskrivstovu felagsins, Vága Floghavn, 380 Sørvágur.
Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrásettum partabrævi, at
hann er partaeigari, hevur atgongd til og atkvøðurætt á aðalfundinum, um viðkomandi í
seinasta lagi 5 dagar frammanundan hevur biðið um atgongumerki.
Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú.
Partaeigari felagsins hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100, hann eigur í partapeningi.
Fyri at at geva atkvøðurætt krevst, at partabrøvini eru skrásett í partabrævabók felagsins,
áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meiriluta av atkvøðum, um ikki
annað er ásett í galdandi partafelagslóg.
Uppskot um broytingar av viðtøkum felagsins kunnu bert samtykkjast, um uppskotið
verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum og av tí á aðalfundinum við
atkvøðurætti umboðaða partapeninginum.
Rindan av vinningsbýti og kontoførandi peningastovnur
Vinningsbýti verður útgoldið til partaeigarar, sum eru skrásettir í partabrævabókini, tá
aðalfundurin, sum hevur samtykt vinningsbýti, verður hildin. Skrásetingardagurin (Record
day) hjá VP er 28. apríl. Handil við partabrøvum uttan rætt til vinningsbýti byrjar 24. apríl.
Vinningsbýtið vil, sambært galdandi reglur og siðvenjum, verða útgoldið týsdagin 5. mai
til ta avlopskonto í einum peningastovni, sum er skrásett í Værdipapircentralen sum ein
konta, har gjaldast kann til við frígerandi virkningi.
Felagið hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen A/S. Felagið hevur kosið
sær FIH Erhvervsbank A/S til kontoførandi peningastovn og kunnu partaeigarar felagsins
venda sær til henda peningastovn á adressuni Langelinie Allé 43, DK-2100 København
Ø, Danmark ella á heimasíðuni www.fih.dk ella á telefon nummar +45 72225000 fyri at
útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Ársaðalfundur í P/f Atlantic Airways
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Atlantic Airways
hósdagin 23. apríl 2009 kl. 17:00 á 62N Airport Hotel (Hotel Vágar) í Sørvági
1. Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá
nevndini ein fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í
farna ári
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Uppskot frá nevndini um, hvussu
ársavlopið ella tap sambært góðkenda
roknskapinum skal verða nýtt ella dekkað
Nevnd felagsins mælir til, at útgoldið verður
vinningsbýti til partaeigarar felagsins við
5 mió. kr. - svarandi til kr. 4,830917874 pr.
partabræv á kr. 100.
5. Uppskot um viðtøkubroytingar
a) Vinnumálaráðið hevur sent nevndini
uppskot til broyting í § 15 í viðtøkum
felagsins. Endamálið við broytingini er,
at aðalfundurin skal velja 4 nevndarlimir.
Sambært uppskotinum verður § 15, stk. 1
soljóðandi: ”Aðalfundurin velur eina nevnd,
sum hevur 4 limir.
b) Nevndin skýtur upp broyting í § 5, 1.
punktum í viðtøkunum, soleiðis at
innkallingarfreistin til aðalfund verður
í mesta lagi 28 dagar og í minsta lagi
8 dagar. § 5, 1. punktum fær eftir
uppskotinum hetta orðaljóð: ”Nevndin
í felagnum gevur í fyrsta lagi dagar 28
dagar og í seinasta lagi 8 dagar áðrenn
aðalfundin boð um fundin, við útgreinan
av tíð, og stað og fundarskrá.
6. Val av nevndarlimum
Sbrt. grein 15 í viðtøkum felagsins skal
aðalfundurin velja eina nevnd, sum hevur 3
limir. Limir nevndarinnar verða valdir fyri eitt ár
í senn. Um uppskotið undir punkt 5 a) verður
samtykt, skulu veljast 4 nevndarlimir.
7. Val av grannskoðara
Nevndin mælir til afturval av grannskoðara
felagsins, Rasmussen & Weihe, Løggilt
grannskoðanarvirki P/F, Hoyvíksvegur 5, 100
Tórshavn.
8. Ymiskt
P/F Atlantic Airways
Nevndin
DAgSSkRá
lýsing