Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 69 - 8. apríl 2009 Í páskaferiuni hugna vit okkum heima við køksborðið við at pynta páskaregg. Hartkókaðu eggini rulla vit í bønum, og tómu eggini verða hongd upp á eina grein ella í vindeygað. Onnur verða løgd pent í eina skál á borðið. Vit mála, kóka, tekna og blása, so bara hugflogið og skapanarevnini seta markið, meðan ein leskilig lambssteik stendur og langtíðarsteikir í ovninum. Gleðiligar páskir ! Prýðilig páskaregg at Lagt til rættis: Rigmor Dam Tóm egg at heingja upp Vakurt prýdd egg, sum verða hongd upp, mugu fyrst blásast út. Spritta eggið av, ella skolda tað í kókaðum vatni, so allar bakteriur doyggja. Prika hol í báðar endarnar og blás eggið úr. Tú skalt blása hart, og mást ansa eftir, at eggið ikki brotnar. Tá tað er tømt, kanst tú mála ella kóka tað saman við urtum ella øðrum, sum gevur lit. Ansa eftir, at tað verður litað allan vegin runt, við at venda tí viðhvørt. Skal eggið vera blankt, ber til at smyrja tað við matarolju ella at lakera tað. Tað er eisini vakurt at pynta eggið við smáum lutum, sum tú límar á við vanligum lími ella einum límpistóli. Brúka smáar pasta-bitar, perlur, glansibíløt, fjarðar, bond, fræ, bønir, pailettir ella annað. Hong eggini upp á eina grein ella í vindeygað, við at binda ein trillitráð um eitt petti av svávulpinni, sum tú stingur í ovara eggjaholið. Tá tú hálar til, forðar pinnurin, so tú kanst heingja eggið upp.