Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 8. apríl 2009 5 t rulla og pynta við Rulla páskaregg Tað lættasta er at kóka eggini og at mála tey við vatnlitum ella at tekna á tey við litblýantum. Tey torna skjótt og eru klár at taka við út á bøin at rulla til tey brotna.. og so smakka tey av gulum vári og frískum græsi og nýggjum lívi ! Minst til: Eggjabakkar skulu ikki brúkast til annað enn ókókað egg Kóka eggunum LIT Eggini verða litað, um tú kókar tey saman við kryddaríum, urtum og øðrum matvørum. Her er bara at royna seg fram, tí úrslitið veldt um, hvussu nógv tú letur útí kókivatnið, og hvussu leingi tú kókar eggini. Soleiðis gjørt tú: Kóka vatnið upp og lat nakrar lógvar av urtum ella skeiðir av kryddaríum í. Lat eisini nakrar skeiðir av edikki í vatnið. Legg eggini varliga í vatnið við einari spísiskeið, og kóka tey í 15-60 minuttir, alt eftir, hvat úrslit tú ynskir. Tú kanst leggja urtirnar í eitt ostalørift ella eitt kaffifiltur, har tú bindur fyri við bummulstógvi. Pink – bønir, fryst hindber, radisur Appilsingult – skal av leyki, chilipulvur Gult – gurkemeja Ljósagrønt – spinatbløð Grønt – gult súreplaskal Blátt – reyttkál Brúnt – kaffi ella svart te Gylt – dild Vøkur páskaregg frá Royal Copenhagen Perfekta vertinnugávan ella gávan til mammuna