mikudagur 8. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 69 - 8. apríl 2009
Maðurin, sum er
ákærdur í Føroya
Rætti fyri umfatandi
svik og skjalafalsan,
varð eyðmjúkur, tá
ið hann fekk seinasta
orðið, áðrenn hann
nú fær dómin. Ákær
in sigur, at hann er
professionellur brots
maður, sum eigur at
fáa harða revsing
RættaRmál
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hugsi ikki um meg. Hugsi
um míni sjey børn!
Maðurin úr Kongo, sum
hevur staðið ákærdur í
Føroya Rætti, har hann er
skuldsettur fyri umfatandi
skjalafalsan og svik, bleiv
ikki sørt rørdur, tá ið hann
fekk seinasta orðið, áðrenn
dómurin skuldi fellast.
Maðurin,
sum
eisini
heldur til í Belgia, bað bæði
Guð og starvsfólkið í Eik
um fyrigeving og hann
fortaldi, at hann hevði konu
og sjey børn, sum hann
mátti sleppa aftur til at
forsyrgja.
Umfatandi
svik og fals
Tað var ein stór fløkja av
følskum nøvnum, stolnum
og falsaðum passum, stoln-
um og falsaðum gjalds-
kortum og stolnum følskum
kekkum, sum varð lagt á
borðið í Føroya Rætti hesar
dagarnar, rættarmálið hevur
verið.
Maðurin er ákærdur fyri at
hava svikað seg til 600.000
krónur úr Eik Banka og
600.000 krónur afturat úr
Suðuroyar Sparikassa.
Eik fekk pengarnar aftur,
táið eitt árvakið starvsfólk
óraði ilt og meldaði mannin
so at hann varð handtikin
áðrenn hann slapp av aftur
landinum.
Suðuroyar
Sparikassi
fekk ikki eitt oyra aftur.
Maðurin var í Føroyum
einar seks ferðir seinasta
summar í sambandi við
svikið, men tað mesta hann
steðgaði, var ein dag. Ofta
kom og fór hann sama dag.
Hann
ferðaðist
undir
følskum nøvnum, við stoln-
um og følskum passum og
við ferðaseðlum, sum hann
hevði goldið við stolnum
og falsaðum gjaldskortum.
Í Eik og Suðuroyar Spari-
kassa setti hann tveir stolnar
og falsaðar kekkar inn upp
á 600.000 krónur í part, tí
hann segði, at hann var
komin til Føroyar at keypa
og selja fisk.
Seinni kom hann aftur í
Suðuroyar Sparikassa og
tók pengarnar út aftur.
Hann tók eisini pengarnar
úr Eik, men tá óraði eitt
starvsfólk ilt og meldaði
hann. Tá varð hann tikin
áðrenn hann slapp av aftur
landinum og Eik fekk
pengarnar aftur.
Síðani hevur løgreglan í
Føroyum havt umfatandi
kanningar av virkseminum
hjá manninum í fleiri lond-
um í Evropa. Og nú málið
varð lagt fyri, hevði ákærin
kortlagt alt hansara virk-
semi seinastu árini, niður í
smálutir. Eitt nú varð greiða
fingin á teldubrøvum, hann
hevði sent og fingið, hóast
tað var farið umvegis fleiri
teldur Ákærin kundi enntá
ávísa, akkurát hvørjari an-
tennu í Belgiska høvuðs-
staðnum, Brússel, teldu-
brøvini vóru send til.
Somuleiðis vóru flog-
ferðaseðlar, ferðaseðlar til
jarnbreytina í Danmark,
brævaskiftið og annað tilfar
lagt fyri rættin.
Professionellur
brotsmaður
Ákærin gav ikki nógv fyri,
at maðurin nú biðjur um
fyrigeving.
- Hann er ein profession-
ellur brotsmaður, sum livir
av hesum slagi av krimi-
naliteti, førdi ákærin fram.
Ákærin førdi eisini fram,
at maðurin var ikki einsa-
mallur. Serliga hevur verið
leitað eftir einum manni,
sum ákærdi hevði navngiv-
ið, men tað hevur verið sum
at leita eftir einum spøkilsi,
tí hann hevur ikki verið til
at finna. Annars vísti ákærin
á, at bæði kona tann ákærda
og ein dóttir høvdu skrivað
tí honum brøv – í hansara
falska navni.
Eisini versonurin – sum
var prestur- hevur skrivað
honum brøv undir hansara
falska navni.
Ákærin vísti eisini á, at
bæði í Íslandi, í Týsklandi
og nú seinast, í Kekkia, er
hann dømdur fyri akkurát
sama slag lógarbrot.
Í Kekkia varð hann dømd-
ur at sita í fýra ár fyri at hava
svikað seg til einar 35.000
krónur. Hann var akkurát
leyslatin í februar í fjør,
hóast hann manglaði tvey ár
av dóminum og tá fór hann
beinanvegin undir at fyri-
reika svikið í Føroyum.
Alt skal telja við
Ákærin tvíhelt um, at revs-
ingarnar uttanlands eiga at
telja við, tá ið revsingin í
Føroyum skal ásetast og
serliga tyngjandi er tað, at
hann byrjar upp á nýtt,
beint, sum hann er roynd-
arleyslatin úr Kekkia.
Ákærin vísti eisini á, at
tað er siðvenja, at revsingar
í øðrum londum fylgja við.
- Sjálvandi skal tað telja
við, tí altjóða brotsverk
tvørtur um landamørk, skal
ikki loysa seg og tað er ikki
eitt signal, sum føroyingar
eiga at senda umheiminum,
segði ákærin.
Ákærin kravdi tí, at mað-
urin verður dømdur at sita í
trý og eitt hálvt ár og at
hann verður útvístur úr
Føroyum fyri lívið.
Seinni skal so málið tak-
ast upp við danskar mynd-
ugleikar, so at hann eisini
verður útvístur í Danmark
fyri lívið.
Ósekur
Ákærdi noktaði seg annars
sekan, tí hann segði, at ein
maður hevði biðið hann
fara til Føroya við kekkinum
til Eik upp á 600.000 krónur
og so skuldi hann fáa 10%
afturfyri og tað var tað
einasta, hann hevði gjørt.
Hann visti onki um, at kekk-
urin var falskur og verjin
helt heldur ikki, at tað varð
prógvað, at maðurin hevði
verið uppi í at falsa gjalds-
kort og pass.
Men varð hann kortini
dømdur, kann talan í mesta
lagi vera um hálvtannað árs
fongsul.
Verjin helt ikki, at revs-
ingarnar uttanlands kundi
telja við.
Tá ið maðurin bað starvs-
fólkið í Eik um umbering,
nevndi hann ikki starvs-
fólkið í Suðuroyar Spari-
kassa.
Tað gjørdi hann ikki, tí
hann noktar hann blankt fyri
at hava sett sín fót inn har.
Og tað tvíhelt hann um,
hóast starvsfólk í Suðuroyar
Sparikassa kendi hann aftur
og hóast eitt hevði latið
starvsfólkunum eitt kort við
hansara fingramerkjum á.
Hann segði, at kortið
hevði ligið á eini kafé, har
hann arbeiddi, í Brússell og
haðani er onkur tikið kortið
og er farin í Suðuroyar
Sparikassa við tí.
Hann hevði eisini eina
hóming av, hvør tað kundi
vera og í nøvnunum á børn-
um hansara segði hann, at
hann nokk skuldi fáa við-
komandi til Danmarkar.
Síðani var tað so latið
upp í hendurnar á dómar-
anum at meta um, hvussu
sannlíkar
forkláringarnar
og prógvini vóru, sum
vórðu løgd fyri rættin.
Bað starvsfólkið í Eik
og Guð um fyrigeving
Í drakt hjá føroyska landsliðnum í fótbólti, kolli, sólbrillum og flippuni upp um oyruni og
munnin, kom maðurin í Kongo í Føroya Rætt týsdagin at verja seg sjálvan fyri umfatandi
ákærum um svik og fals
Veðrið um páskirnar
Skírishósdag verður lot til andøvsgul av landssynningi, og sum frálíður
veksur hann vindin upp í strúk í vindi. Hitin um 5 stig. Langafríggjadag
verður strúkur í vindi, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið vaksandi upp í
hvassan við. Hitin um 8 stig. Leygardagin stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av suðuri. Fyri tað mesta turt, og sólin fer kanska at síggja.Hitin um
8 stig. Páskadag verður strúkur í vindi av útsynningi, men sum frálíður
linkar hann vindin niður í lot til andøvsgul. Skiftandi skýrák við
ælaveðrið og hitin um 5 stig.
Síðstu nátt
Komandi nátt
Veðurlagið
Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Skotlandi ferðast móti Føroyum, og hevur váta luft við sær.
Skírishósdag flytur eitt nýtt lágtrýst við Írland seg norðureftir og dýpist.
Dómurin
Maðurin varð dømdur
klokkan 12. Tá varð
avgjørt, at maðurin,
sum hevur dómar fyri
líknandi mál í fleiri
øðrum londum.
Kongolesarin er
dømdur at sita í fongsli
í tvey ár og seks mán-
aðir. Somuleiðis er
hann dømdur at gjalda
Suðuroyar Sparikassa
600.000 krónur innan
tvær vikur.
Tað vil siga, at mað-
urin er funnin sekur í tí
mesta, men er fríkend-
ur fyri at falsa okkurt
pass.
Sostatt liggur dóm-
urin nærri tí, sum ákær-
in kravdi enn tað, sum
verjin vildi hava.
- eij