Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 69 - 8. apríl 2009 Páskahugni Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Myndir: Norðlýsið Páskavikuna eru stovnarnir undir Mylnuhúsinum savn­ aðir í Mylnuhúsinum á Mylnu gøtu í Klaksvík. Børn ini úr Útistovu úti í Grøv, Haraldsstovu í Har­ alds sundi og frítíðar skúla­ num Sornhúsið, eru hesar dagarnar savnað í Mylnu­ húsinum, har tey mála egg, klippa og líma høsnar ungar, og pynta vakr ar krukkur. Umleið helvtin av øllum børnunum, ið hoyra til Mylnuhúsið, vóru í barna­ garði tá Sosialurin kom fram við í gjár. Tá sótu tey og málaðu egg og kliptu út høsnar ungar, sum tey so pyntaðu við sloyfum og egg skelj um, og í vindeyg a­ num stóðu krukkur á rað, sum tey høvdu prýtt við páska ligum serviettum. Úr køki num stóð lukturin av mati langan veg, og sták­ aðust nøkur av starvs fólku­ num við at gera eina máltíð til reiðar til børnini. ­ Vit hava páskafrokost saman við børnunum í dag. Tað gera vit eisini til jóla á hvørj um ári. Í dag fáa tey høsnar unga, breyð, ostaborð, keks, saltstengur og ymiskt annað, greiddi Karina Joensen frá, ið starv­ ast sum námsfrøðingur í Mylnuhúsinum. Umleið 140 børn í aldrinum 0­9 ár ganga í Mylnuhúsinum og teim um tilhoyrandi stovn­ un um. 30 námsfrøðingar starv ast har dagliga. Páskahugni í Mylnuhúsi Konsentratión skal til tá nógvu høsnarungarnir skulu klippast út Børnini í Mylnuhúsinum hava seinast dagarnar klipt páskapynt, og fingu í gjár leskiligan páskafrokost í Mylnuhúsinum Út við 140 børn ganga dagliga í Mylnuhúsinum, teimum báðum útistovunum og frítíðarskúlanum Lekkurt páskaborð við ost, keks og saltstengum Vøkru eggini, sum børnini í Mylnuhúsinum hava málað, og sum tey rullaðu í túninum hjá Mylnuhúsinum Føroya Bjór hevur besta páskabryggið Føroya Bjór hevur vunnið kapping millum tíggju ymisk páskabryggj, sum »Selskab for Vestjysk Ølkultur« hevur skipað fyri. Talan var um eina kapping millum tíggju ymisk sløg av páskabryggi. Føroya Bjór vann bæði fyrsta og annað plássi í felagnum sum hevur umleið 100 limir. ­ Vit fegnast sjálvandi um hetta, og tað er eitt stórt herðaklapp til starvsfólkini hjá Føroya Bjór, sigur Petur Petersen, leiðari á deildini hjá Føroya Bjór í Havn. Lívsins vatn úr Íslandi Hetta ber við sær, at “Lívsins Vatn” frameftir verður framleitt á sprittfabrikkini á Borgarnesi í Íslandi. Orsøkin til at framleiðslan nú verður flutt til Íslands er fyrst og fremst, at íslendska sprittfabrikkin er størri og meira framkomin. Talan er um eina sprittfabrikk við nýmótans útgerð, javnari framleiðslu og einum samtaki aftanfyri við meir enn 200 starvsfólkum. ­ Vit hava frá byrjan havt ætlanir um at framleiða fleiri sløg av brennivíni og vaksa. At vit nú flyta framleiðsluna til Íslands gevur okkum nýggjar møguleikar og størri kapasitet. Í so máta hóskar hendan fabrikkin munandi betri til okkara tørv, siga menninir handan Dism, Mortan Mols Mortensen og Erling Eidesgaard.