mikudagur 8. apríl 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 69 - 8. apríl 2009
Nú tað sær út til,
at fíggjarlógin
skal strammast
eitt sindur, greiðir
Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri,
frá, at útreiðslurnar
til almannaøki vaksa
ov skjótt, og tí skal
kannast, um tað ber til
at gera sparingar har
Fíggjarlóg
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár og í fyrradagin hava
fundir verið í Vágunum,
har fíggjarliga støðan í land
inum varð viðgjørd. Eftir
hesar fundir greiðir Jóannes
Eidesgaard frá, at tað verður
neyðugt at stramma fíggjar
lógina við eini 100 millión
um krónum, so hallið ikki
verður størri enn tær 500
milliónirnar, ið lagt er upp
til.
Vit síggja at útreiðslurnar
til ymisk øki á almannaøkin
um vaksa nógv skjótari enn
allir hinir postarnir, so vit
fara at hyggja uppá, hvat vit
kunnu gera har, sigur fíggj
armálaráðharrin, sum vísir
á, at tað millum annað eru
útreiðslurnar til eldraøki, ið
vaksa óvanliga skjótt.
Tungt at skerja
Tað er ikki langt síðan, at
nógv vóru frammi og úttal
aðu seg um, hvussu nógv
eldraøkið er afturútsiglt, og
Jóannes Eidesgaard, dugir
væl at síggja, at tað er verð
ur trupult at gera skerjing
ar.
Tað fer heilt víst at vera
torført, men vit fara inn polit
iskt at kanna, hvat kann ger
ast, sigur fíggjarmálaráð
harrin, sum harmast, at vit
eru komin so stutt við at tryg
gja okkara egna aldurdóm.
Størri hall enn
væntað
Jóannes Eidesgaard greiðir
somuleiðis frá, at hallið á
fíggjarlógini
verður
eitt
sindur størri, enn tað mann
roknaði við, tí brúkið er
minkað í stórum og færri
pengar fara at koma inn í
partafelagsskatti og kapital
vinningsskatti.
Hetta er framvegis bara
ein fyribilsmeting, so tað ber
ikki ordiliga til at siga nakað
við vissu, men sum tað sær
út, verður hallið einar 100
milliónir krónur størri enn
væntað, um vit ikki megna at
gera nakrar skerjingar, sigur
Jóannes Eidesgaard. Hann
leggur afturat, at hann vónar,
at fólk fara at fáa størri mót
at nýta pening í komandi tíð
um, so kapitalflutningurin í
landinum aftur nærkast ein
um vanligum støði. Umframt,
at hann staðfestir, at eitt hall
á 500 milliónir er nakað,
mann kann liva við í eitt ár,
men ikki í fleiri fylgjandi ár.
Rósa Samuelsen,
landsstýriskvinna
í almannamálum,
vísir á, at tað verður
í øllum kassum á
almannaøkinum,
at mann fer at
hyggja eftir, hvørjar
rationaliseringar
kunnu gerast.
– Tað er ongin, sum
sigur, at pengarnir
verða gagnnýttir á
bestan hátt, sigur
landsstýriskvinnan
Fíggjarlóg
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Eftir fundirnar í Vágunum
seinastu dagarnar, hevur
Jóannes Eidesgaard, fíggjar
málaráðharri víst á, at
útreiðslurnar á almannaøk
inum vaksa óvanliga skjótt,
og mann tí fer at kanna, um
nakrar
rationaliseringar
kunnu verða gjørdar har,
fyri at halda halli á fíggjar
lógini á ætlaða støðinum.
Sum dømi hevur Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmálaráð
harri nevnt eldraøkið, sum
eitt stað, har ávísar rati
onaliseringar kunnu gerast,
og at ein politisk ætlan er í
gongd við hesum.
So er spurningurin, hvørj
ar rationaliseringar kunnu
gerast.
Tað er enn ilt at siga,
hvat fer at henda, og tað er
ikki nakað, eg fari at úttala
meg um, sigur Rósa Samu
elsen, sum staðfestir, at tað
ikki bara er eldraøkið, ið
verður eftirhugt.
Tað verða allir kassar í
almannamálaráðnum, og tá
arbeiðið er liðugt er ætlanin,
at brúkarin skal hava eina
betri tænastu enn í dag.
Færri pengar
Tá minni peningur er til eitt
øki, so plagar hetta at
merkja, at tænastan lækkar,
men tað roknar Rósa Samu
elsen ikki við fer at henda.
Tað er ongin, sum sigur,
at pengarnir verða gagnnýtt
ir á bestan hátt, sigur lands
stýriskvinnan í almanna
málum. Hon leggur afturat,
at hon ikki vil koma konkret
inná, hvørjar ætlanir eru,
men at ætlanir eru í gongd,
ið skulu leggjast fyri ting.
Ætlanin er, at nakrar av
hesum
rationaliseringum
skulu gerast í ár, meðan
nakrar skulu setast í verk í
næsta ár.
Finna sparingar á eldraøkinum
Ov lítið fyri pengarnar
- Tað verður ikki bara eldraøkinum, vit fara at hyggja at rationali-
seringum, tað verður yvir alt almannaøki, sigur Rósa Samuelsen
Tað kundi meira enn so hent seg, at hallið á fíggjarlógini verður størri, enn tað varð lagt upp til
Stylecoaching á Damucruise
Sum ein partur av skránni fyri »Festligt damucruise« 28. mai – 1. juni,
fara Annika Johansen og Una Jacobsen at siga luttakandi damunum eitt
sindur um stíl. Annika og Una hava báðar tikið útbúgving sum Style
Coach hjá Tini Owild, kendur danskur stylistur, sum í 2008 vitjaði á
Lívsstílsstevnuni. Fyrilesturin er ein partur av fjølbroyttu, spennandi
skránni fyri »Festligt damucruise«.
Útbyggja Prentmiðstøðina
Einasta rotatiónsprentsmiðjan í landinum, Prentmiðstøðin, verður í
hesum døgum útbygd. Prentmiðstøðin hevur millum annað til
uppgávu at prenta Sosialin, og útbyggingarnar merkja, at síðutal
okkara verður nakað skert, tað sum eftir er av hesum mánaðinum.
Og hetta hevur eisini við sær, at vit ikki hava vanliga vikuskiftisinn
legg okkara við í blaðnum í dag. Seinast í hesum mánaðinum verða
útbyggingarnar væntandi lidnar, og tá hevur Prentmiðstøðin øktar
møguleikar fyri litsíðum, soleiðis at hon er enn betur før fyri at veita
ynsktu tænastuna til bæði tíðinda og lýsingarbløð.
Modelmynd