Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 69 - 8. apríl 2009 Fiskasøla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í grein í Sosialinum mána­ dagin sigur Kári Hansen, fyrrverandi fiskaseljari og reiðari, at myndugleikarnir ikki eiga at sleppa kravinum um, at fiskur, sum verður landaður í Føroyum og fer óvirkaður av landinum, fyrst skal um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya (FMF). Hann heldur, at um tey 0,75 prosentini, sum FMF tekur í sølugjaldi, sláa beinini undan skipunum, so fer tað neyvan at ganga kort­ ini. Hinvegin heldur fyrrver­ andi fiskaseljarin og reiðar­ in, at myndugleikarnir sakt­ ans kunnu avtaka 25%­há­ markið fyri beinleiðis land­ ingum uttanlands, soleiðis at skip og bátar kunnu fara av landinum við fiskinum, tá tað hóvar teimum. ­ Søla av feskum fiski utt­ anlands er ”day by day” søla, sum avmarkar seg sjálv – alt eftir, hvussu marknaðarviðurskiftini eru, segði hann. Kári Hansen helt, at fiski­ málaráðharrin, Jacob Vester­ gaard, slær beinini undan Fiskamarknaði Føroya við at avtaka kravið um, at óvirk­ aður fiskur, sum fer at land­ inum, fyrst skal um góð­ kenda uppboðssøluskipan. Landsstýrismaðurin hevur nevniliga arbeitt við einum uppskoti um, at fisk­ ur, sum fer heilur av landin­ um, bert skal um føroyskan bryggjukant, nú so fáir keyparar eru í Føroyum til ávís fiskasløg. Reint tvætl ­ Vit halda, at hetta kjak full­ komiliga er farið av spor­ inum, nú Kári Hansen sigur, at landsstýrismaðurin við ætlaðu broytingini verður lagdur undir at vilja knúsa uppboðssøluna. Eg má spyrja, hvat hetta er fyri tvætl, sum vaksnir menn varta upp við. Tað sigur Viberg Søren­ sen, formaður í Føroya Reið­ arafelag, sum vísir á, at eingin veit betri enn skipa­ eigarar, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða uppboðssølu – og at kunna fáa sum mest fyri veiðina. Hann sigur, at Reiðara­ felagið sum partur av Føroya Ráfiskaseljarafelag hevur vent sær til Fiskimála­ ráðið við umbøn um at strika kravið um, at allur fiskur skal um uppboðs­ søluna, men at hildið verður fast um, at fiskur, sum fer óvirkaður av landinum, skal um føroyskan bryggjukant. ­ Tað sigur seg sjálvt, at henda umbøn er send, tí vit hava trupulleikar við at selja okkara veiði. Høvuðs­ uppgávan hjá teimum, sum varða av skipunum, er at fáa so nógv fyri veiðina sum til ber. Síðan er upp­ gávan at kunna býta sum mest til skip og manning. Hetta er ein uppgáva, sum reiðarin skal syrgja fyri, og hetta taka vit í fullum álv­ ara, eins og bankarnir, sum fíggja okkara vinnutól, eis­ ini vænta hetta av okkum. Viberg Sørensen sigur, at í seinastuni er tað dagliga komið fyri, at fiskur stendur óseldur á uppboðssøluni, tá sølan er liðug. ­ Hesin trupulleiki er so stórur, at vit kunnu ikki liva við honum longur. Hann vísir á, at í fleiri før­ um verður bara tann yngsti parturin av fiskinum seldur, meðan restin stendur eftir. ­ Eigarin stendur tá við óseldum fiski, sum hann onkusvegna er noyddur at koma sær sum frægast burt­ ur úr. Einasta, hann tá hevur at gera, er at taka av náði­ boðum, ið koma, sum Viberg tekur til. Reiðarafelagið sigur, at tá uppboðssølan ikki megnar at selja, eru reiðarar noyddir at selja fiskin sjálvir. ­ Hetta er so einfalt. Fisk­ urin er veiddur, og hann má seljast, og eingin vónar meira enn vit, at hesi við­ urskifti koma í rættlag aftur, soleiðis at vit sleppa undan at selja fiskin sjálvir. Sjálv­ andi væntar manningin, sum eigur sín stóra part av fonginum, at reiðarin ger alt fyri at fáa sum mest fyri veiðina. Viberg Sørensen leggur dent á, at fáa skipini líka so nógv fyri fiskin á uppboðs­ sølu, sum tey annars høvdu fingið við at selja fiskin sjálvi, er eingin so býttur at átaka sær eyka stríð við at selja sjálvi. ­ Men vit kunnu prógva, at soleiðis hevur tað bara ikki verið í seinastuni. Tá vit so eisini síggja frægari útvegir til at selja fiskin, mugu vit gera tað. Hetta skylda vit bæði manning og okkum sjálvum, leggur hann aftrat. 25% hámarkið Formaðurin í Føroya Reið­ arafelag heldur, at tað er nógva meira umráðandi hjá Fiskimálaráðnum at avtaka kravið um uppboðssølu enn at avtaka hámarkið upp á Kravið um uppboðssølu - stuðul til fiskakeyparar - Eingin veit betri enn vit, sum eiga skipini, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða uppboðssølu og at kunna fáa sum mest fyri veiðina. Tað er tað reina tvætl, at nakar vil knúsa uppboðssøluna, sum fyrrverandi fiskaseljari og reiðari førir fram, sigur Viberg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag Fámjiningar fáa sparkivøll Eisini fámjiningar hava nú fingið ein av vælumtókti sparkivøllunum, sum eru lagdir víða hvar kring landið. Páskaaftan verður lítið hátíðar­ hald í bygdini, har ið vøllurin verður handaður fámjiningum og tikin alment í nýtslu. Hátíðarhaldið byrjar klokkan 16 og tá fer gamla fót­ bóltskempan, Óli Johannesen, at sparka fyrsta bóltin, eftir at Óli Holm, fyrrverandi forseti í Fótbóltssambandinum, hevur handað bygd­ ini vøllin. Aftan á verður dystur ímillum kommunustýrislimir úr Fámj­ in og aðrastaðni úr Suðuroy og síðani fara konur og menn úr Fámjin at renna posarenning á vøllinum. Tá ið alt er liðugt, verður bygdar­ húsið opið, har borðreitt verður við kakao, kaffi, bollum og kaku. Vágs Kvøldskúli sýnir fram Framsýning av handliga tilgjørdum lutum verður í auluni í Vágs Skúla skírisdag frá klokkan 15 til 17. Fólk, sum í vetur hava luttikið á skeiðum hjá Vágs Kvøldskúla vísa fram lutir. Talan er um t.d. bátasmíð, træskurð og annað ítriv. Kvøldskúlin hevur í vetur undirvíst í telefoniskeiði, føroyskt fyri útlendingar, bridge, svimjing, aerobic og so handaligu lærugreinunum, ið hava framsýning.