Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 69 - 8. apríl 2009 - Inntøkurnar hjá eitt nú línumonnum eru minkaðar so nógv, at nógvir túrar eru minstulønartúrar. Hetta merkir, at nógvir fiskimenn í seinastuni hava fingið almenna minstulønartrygging, sum óbeinleiðis kann sigast at vera ein almennur stuðul til fiskakeyparar, sigur Viberg Sørensen Mynd: Vilmund Jacobsen Leygarkvøldið verður skipað fyri eini øðrvísi hugnaløtu á Bryggjuni í Vest­ manna, har ymiskt, sum ikki kom við í bókina hjá Birgiri W. Høgnesen um hekkutrolaran Kap Farvel, verður á skránni Hugnakvøld Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vestmenningar hava eitt serligt tilknýti til skipa­ navnið Kap Farvel, sum var fyrsti hekkutrolari, ið føroyingar áttu. Fyri fáum árum síðan gav Birgir W. Høgnesen út áhugaverda bók um skip­ ið, men tá samanum kom fekk hann so nógv tilfar at arbeiða við, at hugsingur var ikki um hjá honum at fáa alt við. Tilfar, sum lá niðurfyri, er eitt nú myndir, sum eru tiknar umborð, smalfilmar, sum eisini eru tiknir av lívi og arbeiði eins og landing­ um. Haraftrat eru bandsam­ røður, sum eru frá tíðini, tá skipið kom til bygdar. Nú hevur so Barry Blá­ hamar, leiðari á Bryggjuni í Vestmanna, heitt á rit­ høvundan um at gera burtur úr tí tilfari, sum lá eftir. Leygarkvøldið klokkan 21 verða so hetta tilfar at síggja og hoyra á lokalu pubbini í Vestmanna. Høvundurin, Birgir W. Høgnesen, sigur, at nógvar myndir verða at síggja, eins og nevndu smalfilmar. ­ Vit fara at skipa tiltakið soleiðis, at tá fólk koma innar í gongina í pubbini, fara tey at hoyra band­ upptøku frá móttøkuni, tá skipið kom á Vestmanna í 1966. Tað var táverandi bygdaráðslimurin í Vest­ manna, Jákup Follend, ið helt røðu, eins og reiðari og skipari eisini søgdu nøkur orð. Inni í pubbini verða síð­ an myndir at síggja, eins og smalfilmar verða sýndir. Birgir W. Høgnesen sigur, at filmirnir munnu vara ein tíma ella so, og her eru nógvir persónar at síggja, sum fólk fara at kenna aftur. Sama er við forvitnisligu myndunum. ­ Helst verður filmurin býttur í tvey, so steðgur verður ímillum sýningar­ nar, sigur hann. Skúlaskipið Høvundurin sigur, at Kap Farvel, sum var heima­ hoyrandi í Vestmanna árini 1966­1975, á manna­ munni mangan varð róptur ”skúlaskipið” í Vest­ manna. ­ Nógvir mans og nógvir ungir dreingir vóru við hesum skipi. Onkrar túrar lá manningartalið um 40, men vanliga talið mundi liggja um 30 – alt eftir, hvør veiðan var. Birgir W. Høgnesen sigur seg vóna, at nógv fólk fara at koma til tiltakið, sum er alment – og ókeypis. ­ Vit hava eisini skipað so fyri, at lokalir harmon­ ikuleikarar fara at spæla undir til nakrar sjómans­ sangir, meðan tiltakið er, sigur høvundurin. Kap Farvel á skránni í Vestmanna Kap Farvel-tiltakið á Bryggjuni í Vestmanna leygarkvøldið klokkan 21 er alment – og ókeypis. Á myndini eru Jónleif, Símun og Snorri umborð á Kap Farvel 25% av veiðini, sum skip kunnu sigla av landinum við í hvørjum fýra mánaða skeiði. ­ Tað eru lutfalsliga fá skip, sum koma uppundir hetta loftið, men vit kundu tó hugsað okkum, at skip, sum koma í trupulleikar av hesum, kundu fingið loyvi til at vaksið nakað um sín prosentpart. Hetta hevði komið væl við hjá eitt nú upsaskipum, sum kanska liggja á Munkagrunninum og hava lutfalsliga stuttan veg til bretska marknaðin. Vit halda, at ikki minst í tíð­ um sum hesum eiga skipini at hava møguleikan at fara uppum hetta hámark, tá tað er neyðugt, sigur hann. Viberg er sum heild av teirri áskoðan, at tá markn­ aðarstøðan í Føroyum er, soleiðis sum hon er í løtuni, eiga ongar forðingar at leggjast monnum í at selja fiskin, har mest kann fáast fyri hann. ­ Uppgávan hjá manning­ ini er í fyrsta lagi at koma til lands við so nógvum fiski sum gjørligt – og í so góðum standi sum gjørligt. Tá hetta er gjørt, áliggur reiðaranum at fáa sum mest fyri veiðina. Manning og reiðarar arbeiða fyri sama endamáli, ið er at fáa sum mest á niðastu reglu, soleið­ is at mest møguligt verður at býta, tá avroknast skal, leggur hann aftrat. Viberg Sørensen vísir á, at tað á ongan hátt kann vera meiningin, at reiðarin skal noyðast at selja somu veiði fleiri ferðir. ­ Siga vit, at fiskur stendur eftir, tá veiðan er seld á uppboðssølu, kunnu reiðarar noyðast at keypa írestandi partin sjálvir. Alternativið er, at fiskur, ið stendur eftir, fer fyri lítið og lætt. Tað kann væl ikki vera meiningin, at reiðarar skulu noyðast at selja somu veiði fleiri ferðir, sum hugsandi er í slíkum føri, sigur formaðurin í Før­ oya Reiðarafelag. Stuðul til keyparar Viberg Sørensen sigur, at tað ikki minst eru línubátar­ nir, sum eru vorðnir serliga hart raktir, nú so fáir keyp­ arar eru í Føroyum til eitt nú hýsu. ­ Inntøkurnar hjá línu­ monnum er eisini minkaðar so nógv, at nógvir túrar eru minstulønartúrar. Hetta merkir, at nógvir fiskimenn í seinastuni hava fingið almenna minstulønartrygg­ ing. Ein orsøk til hetta er kravið um uppboðssølu, tá óvirkaður fiskur skal sendast av landinum. Formaðurin í Reiðarafelag­ num fer so langt sum at siga, at kravið um uppboðssølu í tíðum sum hesum, nú so fáir fiskakeyparar eru í Føroyum til ávís fiskasløg, óbeinleiðis er ein almennur stuðul til teir, sum keypa fiskin. ­ Eg skilji ikki, hví menn skulu vera so bangnir fyri at avtaka kravið um upp­ boðssølu, tá ætlan landsstýr­ ismansins framvegis er at varðveita kravið um bryggju­ kantin. Tá kemur fiskurin í minsta lagi upp á land í Før­ oyum og eru keyparar, sum tá vilja geva okkum ein lík­ inda prís, fer fiskurin sjálv­ sagt ikki óvirkaður av land­ inum, sigur Viberg Søren­ sen. Flogtrupulleikar dag um dag Sambært Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi, er tað rein tilvild, at tvey flogfør fáa trupulleikar dag um dag. ­ Tað kann henda, at ein pera brestur í tí mann fer uppfrá, og flogførini, ið vóru rakt av trupulleikum, eru millum tey yngru flogførini, staðfestir Magni Arge. Hann sigur somuleiðis, at allar vanligar mannagongdir vórðu fylgdar, tá flogførini vórðu kannað fyri fráferð. Somuleiðis greiðir hann frá, at hendingarnar onki hava við páskir og frítíð at gera. ­ Vit hava havt nógv meira trýst á fyrr í vetur, og mekanikararnir eru teir somu, sum tað plaga at vera. Afturat hesum vísir Magni Arge á, at hann heldur tað vera óheppið, at miðlarnir gera so nógv burturúr hesum hendingum, tí tað kann hava við sær, at fólkini í flogfelagnum fara at sleppa vanligu mannagongdunum. ­ Nú eri eg noyddur at greiða mínum starvsfólkum frá, at tey til eina og hvørja tíð mugu syrgja fyri, at fylgja vanligu mannagongdunum, sum at venda aftur við flogførum, tá okkurt er á vási, og ikki detta í ta grøvina at sleppa mannagongdum, tí miðlarnir leggja trýst á, sigur Magni Arge. ­ Mannagongdirnar eru tín trygd fyri, at onki álvarsligt hendir, og tað er altíð okkurt, sum kann henda undir fráferð, vísir Magni Arge á. Samstundis, sum hann metir, at hetta er svart óhepni, at trupulleikarnir koma dag um dag.