Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 69 - 8. apríl 2009 Tað er hugaligt, at tað eru so nógvir føroyingar ella fólk av føroyskari ætt, sum royna at bøta um heimin so ella so. Í seinastu viku hittu vit Tinu Thostrup, sum var í Føroyum og vitjaðu ommuna og abban afganistan Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Tina hevur eitt arbeiði, sum so avgjørt ikki kann sigast at vera eitt vanligt konufólkaarbeiði. Hon starvast í danska herinum sum samskiftisfólk. Hetta hevur ført hana víða um til krígsherjað øki, og tær seinastu ferðirnar hevur tað verið til Afganistan. Fyrst skal verða nevnt eitt sindur um føroyska upprunan hjá Tinu. Mamma hennara er Aðal­ gunn, dóttir Brynhild og Jógvan Rasmussen í Havn. Aðalgunn kom sum ung at kenna Peter, sum er dani. Teirra fyrsta barn er Tina, sum eisini er fødd í Føroyum í 1973, áðrenn tey flutti niður. Tey fingu tvey onnur børn, Nicolaj, sum er 33 ár og Alexander sum er 19 ár. Nico­ laj man hava fingið brell av systr­ ini. Hann er eisini beint farin í herin, har hann eisini ætlar at finna sær lívsstarv. Hann er nú á kasernuni i Holstebro, har fleiri føroyingar hava verið. Tina vildi hava arbeiði við spenningi Tina hevði ikki áhuga fyri “van­ ligum” konufólkaarbeiði, tá ið hon skuldi velja sær starv. Hon vildi hava eitt arbeiði við spenningi í. Tískil fór hon 1. apríl 1996 í herin, og hon kom til kasernuna í Tønder sunnast í Jyllandi, og hetta var uppá at hetta skuldu gerast hennara framtíðar starv. Aftaná teir fyrstu fýra mánað­ irnar, sum herskyldan vanliga er, valdi Tina at fáa sær eina tekniska útbúgving innan samskifti. Hetta er jú í dag blivið eitt stórt øki við telefon og internet, har tað ber til at fáa samband um allan heimin nær sum helst. Men hetta krevur eisini, at tøknin er í lagi, og hetta er so uppgávan hjá Tinu. Men eitt arbeiði í herinum gevur eisini møguleikar at koma út í heim. Upprunaliga var hetta sjálvboðið. Men so hvørt sum uppgávurnar hjá danska herinum í ein størri mun er at stuðla friðar­ tiltøkum úti í heimi, er tað ein partur av arbeiðskorunum í heri­ num at verða útsendur, har tørvur er fyri tí. Hetta verður so gjørt eftir eini fastari skipan, har tað verður skift ímillum at verða sendur uttanlands, har danski herurin hevur støðir og so at arbeiða heima í Danmark. Tað var longu í 1997, at boð vóru eftir Tinu. Tá var hon í Bosnien í eitt hálvt ár. Tað høvdu verið harðir bardagar í gamla Jugoslavia. Hesir vóru nú av­ hasaðir, og millum onnur lond skuldu danir tryggja friðin, og hetta var Tina tískil við til. Síðani búði Tina í Polen í trý ár saman við sínum táverandi manni, sum var í herinum. Men hon kom so aftur til Dan­ markar, har hon 1. mars 2003 gjørdist overkonstabel og fekk starvheitið “comcenteroperatør” við øllum tí, sum tað inniber. Til Afganistan Aftaná 2001 kom Afganistan á skránna. Fyrstu ferð Tina kom til Afganistan var í 2005, men hesa ferð var steðgurin bert seks vik­ ur. Tá var tað eitt lítið lið av døn­ um og týskarum, sum skuldu gera eina samskiftistøð í Feyza­ bad har norðuri í landinum. Um Afganistan kann sigast, at landið er 647.000 ferkilometur stórt, umleið 500 ferðir Føroyar. Fólkatalið er góðar 31 milliónír. Tað er ein føroyingur, sum kennir sera væl Afganistan. Hetta er Heini Olsen, sum hevur arbeitt í landinum sum verkfrøðingur. Hann hevði í FF­blaðnum fyrst í 2002 áhugaverdar greinir um støðuna í Afganistan og øðrum muslimskum londum, har hann hevði arbeitt. Hann greiddi frá, at Afganistan er býtt í 29 landspartar, sum hvør hevði sín høvdinga. Tað verður meira hugsað um ættarbólkin hjá sær sjálvim enn um landið sum so. Hetta merkir eisini viður­ skiftini í landinum. Heini segði, at tey kendu per­ sónliga lítið til harðskap tey 12 árini frá 1956­1966, tey arbeiddu í muslimskum londum, og kendu so púra einki til ta fanatismu, sum vit í dag hoyra um dag og dagliga. Eitt dømi um, hvussu tollynt tað var í Afganistan, var, at í høvuðsstaðnum Kabul var ein kristin kirkjugarður fyri teir útlendingar, sum búðu í landinum. Eingin hevði ilt av tí. Men her er nógv broytt, har tað er farið frá eini grøv í eina aðra. Tað vit minnast best er kommun­ istiska verðsliga stýrið, sum so varð koppað av fundamentalist­ sku talebanunum, sum so aftur vórðu koppaðir av USA og tess sameindum. Hetta hevur sjálvsagt sett sítt merki á land og fólk. Aftur til Afganistan Í 2006 kom Tina aftur til Afgan­ istan. Hesa ferð var hon 7 mán­ aðir í Kabul, høvuðsstaðnum í landinum. Her var hampiliga friðarligt og trygt, og tað bar til at ferðast nøkurlunda frítt í býn­ um og fáa eina kenslu av, hvussu tað var at liva har. Yvirhøvur vóru fólk sera vinar­ lig og mettu teir fremmandu at vera í teirra parti. Men hetta var nakað samstundis sum Muhamed­ kreppan var. So tað loysti seg neyvan tá at veitra við donskum flaggi í gøtunum! Hetta hevur javnað seg. Í 2008 var Tina aftur í Afgan­ istan frá februar til august. Men hesa ferð var tað í Kandahar suðuri í landinum í tí sokallaða Helmsland landspartinum. Tað er her, at Taleban er serliga sterkt, og tí er ikki so trygt. Her ber ikki til at ferðast trygt, og tí kemur Tina sjáldan út frá herstøðini, har Tina: Havnargenta í Afganistan at verja frið og frælsi Frá vinstru Brynhild, Jógvan, Tina og Olfert Tina og hennara amerikanski drongur Dave