mikudagur 8. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 8. apríl 2009
17
hennara arbeiðspláss jú er.
Tað eru 600 danskir hermenn í
hesum øki. Teirra endamál er fyrst
og fremst at byggja landið upp til
gagns fyri vanliga fólkið. Hetta er
at gera vegir, byggja skúlar og
slíkt, sum kann gera lívið hjá
fólkinum lættari og betri.
Men hetta er ikki lætt, tá alt
hetta er illa sæð av Taleban, sum
metir slíkt virksemi at vera av tí
illa.
Tað eru fleiri danskir hermenn,
sum eru dripnir bæði í Irak og
Afganistan. Serliga eru tað tær
sokallaðu vegsíðubumburnar,
sum eru so lumpisligar. Tær
liggja krógvaðar fram við vegn
um, og verða útloystar við fjar
stýring. Vil illa til er lítið at gera.
Serliga eru talebanarnir ímóti,
at skúlar verða gjørdir, har gentur
eisini kunnu fáa lærdóm. Hesum
eru teir so nógv ímóti, at skúlar
mugu hava vaktarhald at verja
næmingarnar móti Taleban.
Hvussu stór fanatisman er sást í
tí, sum frættist um dagarnar, at
teir nýta sýru, sum teir blaka í
andlitið á gentunum fyri at oyði
leggja teirra útsjónd. Her er talan
um ein hugburð, sum tað als ikki
ber til at skilja. Eitt er at leggja
eftir teimum, sum teir meta sum
sínar fíggindar. Men at hevna seg
inn á gentur, sum bert vilja hava
vanligan skúlagang. Slíkt ber
ikki til at fata.
Her er talan um eina ófatiliga
kvinnukúgan. Men tað kann eis
ini vera trupult at fáa kvinnurnar
at ganga ímóti hesum. Hóast tær
ikki noyðast tað, ganga framveg
is nógvar við burka, har tað bert
er eitt lítið hol í slørinum hjá
kvinnunum at síggja ígjøgnum.
Tina heldur, at tað sum umræð
ur er at vinna unga ættarliðið fyri
nýhugsanum. Men hetta kemur
ikki av sær sjálvum.
Talebanar nýta eisini snildir
fyri at vinna fólkið. Teir eiga
pening, sum teir lata fólkinum
fyri at fáa tey at koma í teirra
part. Hetta ger tað ikki lættari.
Royna at steðga
opiumframleiðsluni
Eitt sum fíggjar virksemið hjá
Taleban er opiumframleiðslan,
og stendur Afganistan fyri nógv
tí størsta partinum av heimsins
opiumframleiðslu.
Roynt verður at forða hesi
framleiðslu við at oyðilieggja
grøðina. Hetta gevur sjálvsagt
trupulleikar við bøndurnar, sum
missa av síni annars lítlu inntøku.
Roynt verður so at fáa
bøndurnar at dyrka okkurt annað
meira óskaðiligt, men hetta er
heldur ikki bert sum at siga tað.
Her er stórt sæð bert oyðimørk,
og tað er trupult at fáa annað at
vaksa her.
Stjórnin í Afganistan er so
kroyst av Taleban, at teir av
álvara tosa um at fáa samstarv
við teir. Tað eru tó tey, sum
halda, at hetta kann vera sum at
geva illamanni lítlafingur við tí
sum tað kann føra til.
Annars er stórur munur á
støðuni í Irak og Afganistan. I
Irak eru einir 120.000 hermenn.
Her er friðarligari nú, og hetta
gevur møguleikar fyri at irakar
sjálvir kunnu yvirtaka verjuna av
sínum landi. Tað er eisini ætlanin
innan eina áramál at taka allar
útlendskar hermenn úr landinum.
Í Afganistan eru nógv færri
hermenn, einir 30.000, og her er
ætlanin hjá nýggja forsetanum í
USA Obama at økja um talið á
hermonnum. Tað var jú eisini
hiðani at álopið 11.9.2001 var
fyriskipað, so her er neyðugt at
vera á varðhaldi. Obama hevur
annars júst eisini boðað frá, at
tað skal gevast størri peninga
stuðul stuðul til at menna Afgan
istan og eisini marknaøkini við
og í Pakistan.
Tina er heima í Danmark nú.
Hon arbeiðir á herstøðini Karup,
og býr nærindis. Hon býr heldur
ikki langt frá foreldrunum.
Hon eigur tørn at fara aftur til
Afganistan í 2011. So er bert at
vóna, at støðan verður betri tá
enn nú. Sigast kann í hvussu er,
at hennara partur liggur ikki eftir.
Sjeikurin
Tina hevur eisini ein heilt annan
vinkul á støðuna í hesum øki.
Hon hevur nevniliga ein ameri
kanskan drong, Dave, sum hon
hevur hitt í Afganistan. Hann er
ættaður úr San Diego sunnast í
Californina.
Men teirra samlív er tó ikki so
lætt sum hjá teimum flestu øðr
um. Hansara arbeiðstreytir eru
eisini at verða sendur til ymiskar
uppgávur ymsa staðni á knøttin
um. Hann er limur í einum US
Marine Corps, sum er ein sereind
til serstakar uppgávur hjá
herinum.
Beint í hesum døgum er hann
umborð á einum amerikanskum
flogbera uttanfyri Somalia. Hetta
er ikki nøkur jolla. Manningin er
1.200 og teir kunnu hava 40
flogfør umborð. Tað hevur ein
nýggj “vinna” tikið seg upp í
Somalia, og tað er sjórán. Skip
verða rænd og við manning tikin
inn til havnir í Somalia. Skip og
manning verður síðan afturhildin,
meðan samráðingar fara fram um
loysipening fyri at lata skip og
fólk fara. Her er talan um stór
pening, sum skapar vælferð í
lokala samfelagnum. Tí eru hesir
sjórænarar hetjur heima hjá sær
sjálvum. Tær ungu genturnar
droyma um at giftast við einum
sjórænara!
Men hetta kunnu sjóvinnu
tjóðirnar ikki finna seg í. Tí eru
tær farnar at senda herskip á
leiðirnar at verja síni skip. Fleiri
lið av sjórænarum eru eisini
tiknir og latin teimum londum,
hvørs skipum teir hava forbrotið
seg ímóti. Nú verður eisini tosað
um, at hetta er ein uppgáva fyri
NATO.
Men hóast Tina og Dave er so
langt frá hvørjum øðrum, so eru
sambandið teirra millum gott.
Teldubrøvini klikkja inn alla tíð
ina. Her er sanniliga nógv broytt,
síðan Jógvan var til skips, og
Brynhild kanska einki frætti ein
heilan túr!
Tina roknar kortini ikki við, at
tað verður leingi til tey fara at
hittast, og hon hevur eisini lovað
ommuni og abbanum at koma til
Føroyar í summar at vísa teimum
sjeikin. Tá fara vit kanska aftur
at frætta frá teimum.
Tillukku til Brynhild
Her skal eisini verða nýtt høvið at
ynskja ommuni, Brynhild, til
lukku við teimum 80 árunum í
morgin 9. apríl. Vit eru so heppin
at búgva í sama grannalagi sum
Brynhild, so vit síggjast javnan.
Sigast kann, at hon er eitt konu
brot, og so er hon altíð so stuttlig
og positiv. Væl liggur fyri at práta,
og skil er eisini í hjá henni!
Brynhild er “ektað” havnar
fólk. Mamman Jacobina var úr
Kollafirði, men pápin var Fritleif
Johannesen, sonur Petur í Matta
lág, kendur sum postførari. Hann
hevur verið umrøddur í røðini
Hendur ið Sleptu. Brynhild er
vaksin upp í Konradsbrekku, har
hon eisini býr nú.
Brynhild byrjaði í nonnuskúl
anum, men ræddist so illa nonn
urnar, at hon flutti oman í komm
unuskúlan, har Poul Jensen var
skúlastjóri. Hon fór úr skúlanum
14 ára gomul, sum vanligt var tá.
Táið Brynhild var blivin konfirm
erað, fór hon út at arbeiða sum
húshjálp hjá skræddaranum
Sigurskjold. Síðani fór hon til
Íslands 17 ára gomul at arbeiða
fisk. Hetta var beint aftan á
kríggið, og har var gott at vera.
Brynhild giftist við Jógvan,
sum er ættaður heiman av Sandi,
og hann hevur koyrt hýruvogn í
Havn í nógv ár.
Serliga má takast til ta umsorg
an, sum Brynhild hevur fyri soni
num Olfert, sum fekk ta óhepnu
byrjan á lívinunum, at hann var
hildin at vera deyður í móðurlívi,
og hann fekk eina føðing eftir tí.
Hetta er ein serlig søga, sum var
í FFblaðnum fyri nøkrum árum
síðani.
Sum sagt er tað altíð hugnaligt
at hitta Brynhild. Tað var líka
hugnaligt at hitta Tinu. Ynskt
verður teimum báðum og teirra
einar gleðiligar páskir.
Miðvikan var vegna páskirnar
í blaðnum í gjár týsdagin
Afganskar kvinnur í burka
Kjøtmarknaður í Afganistan
Kabul frá luftini
Tina og ein starvsfelagi
Úti á bygd