mikudagur 8. apríl 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 69 - 8. apríl 2009
Tann síðhærdi, skegg
vaksni listamaðurin, sum
býr í einum húsum av
reka viði, er ikki sum hini.
Men tað er við vilja. Tí ert
tú sum hini, verður tú sum
hini, og tað er einki mál at
seta sær, heldur hann. Tí
gongur hann egnar leiðir
eisini sum listamaður.
Tann 1. mars fylti hann
65, men sítt lívsverk hevur
hann ikki gjørt enn, sigur
hann
List
Jan Múller
jan@sosialurin.fo
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Sosialurin/Rás2: Hóast at kalla
hvør einasta vinnu grein og
serstakliga tey sjálv støðugu
vinnureikandi víða um lond kæra
seg um fíggjar krepp una, hevur
Tróndur Patursson ikki kent
sviðan av henni enn. Tær
uppgávurnar, sum hann hevur nú,
eru yvirhøvur bílagdar uppgávur,
sum hann fekk, áðrenn kreppan
tók seg upp, men at tað gongur
ímóti øðrum tíðum, er hann ikki
í iva um. Tað eru heldur
viðurskiftini uttanlands enn
viðurskiftini í Føroyum, sum
ávirka arbeiði hansara, tí tær
flestu uppgávurnar og serliga tær
við glasi eru uttan fyri Føroyar.
Tá Rás2 hitti hann umborð á
Norrønu herfyri, hevði hann
verið í Danmark og arbeitt við
tveimum uppgávum. Onnur er
eitt verk til ein skúla í Vejle, og
hitt er eitt verk til ein skúla í
Odder. Í báðum førum er talan
um glas. Herumframt hevur hann
arbeitt á einum glasverkstaði, har
hann hevur arbeitt upp á eitt verk
til mentanarhúsið Det røde tårn í
Slagelse, og tað verkið bleiv
avdúkað í sambandi við eina
framsýning, sum lat upp har
herfyri.
Men tað eru ikki bara føroy
ing ar og danir, sum hava áhuga
fyri glaslistini hjá Tróndi. Um
stutta tíð skal hann til London,
har hann skal arbeiða saman við
tí heimskenda glaslistamanninum
Danny. Hetta er ikki fyrstu ferð,
at teir báðir hava framsýning.
Eitt nú framsýndu teir saman á
heystframsýningini í
Norðurlandahúsinum fyri
tveimum árum síðani. Í London
skulu Tróndur og Danny fyrireika
eina framsýning, sum teir so
skulu hava saman við enn einum
kendum enskum glaslistamanni.
Framsýningin byrjar í London,
og verður seinni sett upp
aðrastaðni.
Úr Gøtu til Beijing
Tey seinastu nógvu árini hevur
Tróndur Patursson evnað ein hóp
av stórum og smáum listar verk
um, og hann hevur ilt við at taka
nakað fram um hini, tá hann
verð ur spurdur, hvat er tað
størsta listaverkið, sum hann
hevur latið úr hondum.
Tá eg gjørdi SMS, helt eg, at
tað bleiv lívsverkið. So kom
Gøtu kirkja, og tá helt eg, at tað
bleiv í hvussu er tað verkið, sum
bleiv nakað serligt, tí her fekk eg
óvanliga góða tíð til arbeiðið.
Tað er greitt, at altartalvan í Gøtu
er eitt høvuðsverk, men so kom
parkeringshúsið í Vejle, sum er
eitt glastorn upp á 300 fermetrar,
og tað er kanska enn meiri serligt
enn hini verkini og í hvussu er
tað mest nútíðarliga. So havi eg
eisini havt eitt rættiliga stórt
arbeiði í Randers, har eg havi
prýtt bygningin hjá einum spari
kassa. Hetta arbeiðið verður í
eftirtíðini mítt privata savn við
umleið 20 málningum, umleið 30
gløs umframt nøkur stór glasverk
við ljósi aftanfyri, og tað er
nakað heilt serligt.
Kinesarar kenna eisini Trónd
Patursson. Fyri tveimum árum
síðani var hann í Kina og gjørdi
eina standmynd til heimsins
størsta standmyndasavn. Ætlanin
var, at hann skuldi gera eina
glas mynd tá, men har var einki
glas verkstað, sum hann kundi
gera myndina á, so tað bleiv av
ong um. Men ætlanin er ikki
slept, tí kinesararnir vilja hava
lista mann in úr Kirkjubø at gera
myndina kortini, og umframt
hana hevur hann eina avtalu um
at hava eina framsýning í
Beijing.
Týskland hevur eisini áhuga
fyri føroyska glaslistamanninum.
Haðani hevur Tróndur fingið
bræv frá einum glasverkstaði,
sum vil hava hann hagar at
arbeiða í sambandi við eina
uppgávu, sum tey hava fingið.
Í dag havi eg so nógv stand
andi í Danmark og aðrastaðni í
Norðurlondum, at avbjóðingin
liggur aðrastaðni í heiminum, og
tað má eg so fara undir nú.
Sjóferðirnar
Tað var ikki fyri at gera nakað
roysni, at Tróndur Petursson fór
ta kendu ferðina við fremmand
um ævintýrarum við skipinum
Brendan og ferðina á flaka
tvørtur um Kyrrahavið. Ørindini
hjá Tróndi vóru at uppliva havið,
sum tað er, og at brúka tess megi
og fyri at koma inn í sjálvt anda
lagið, sum er í havalduni. Roynd
ir nar frá hesum ferðum hevur
Tróndur so brúkt í sínari list
seinni, og serliga kemur hetta til
sjónd ar í arbeiðinum við glasi,
og tað hevur sína orsøk, sigur
hann:
Glasið er tað, sum best kann
endurgeva náttúrukreftirnar og
tað kosmiska ljósið. Og so er tað
tann blái liturin. Leonardo sigur,
at ultramarinin hevur bæði myst
ikk in og megina, sum er í hav
inum og dýpinum, samtíðis sum
hon hevur ta kosmisku hæddina,
sum himmalhválvið hevur.
Men Tróndur undirmetir ikki ta
ávirkan, sum tíðin saman við
Tim Severin og hinum ævintýr ar
un um umborð á Brendan og flak
anum hevur havt.
Tað hevur havt ómetaliga
stór an týdning fyri meg. At
standa upp undir knæ í sjógvi í
tríggjar mánaðir við 6.000 metra
dýpi undir tær og
himmalhválvinum yvir tær er ein
serlig kensla. Tú ert leysur av
øllum heiminum. Tað eru bara tú
og havið ella tú og náttúran.
Konteynarin
Men hevur tú ein dreym um at
sleppa at gera eitt heilt serligt
listaverk - eitt slag av tínum egna
minnisvarða?
Ingálvur av Reyni segði í
einari samrøðu, at ein veit
ongan tíð, nær ein hevur gjørt tað
verk ið, sum ein hevði sett sær
fyri sum sítt lívsverk. Soleiðis er
tað. Man kann siga, at tað verk,
sum ein listamaður ger, er tað,
sum hann hevur upplivað í sínum
lívi. Sjálvandi mennist man alt
lívið, so tey síðstu listaverkini
eru sjálv andi tey bestu.
Tá Poul Michelsen var borgar
stjóri í Havn, tosaðu hann og
Tróndur um at seta eina glas
mynd úti við Skinnarasker. Hetta
skuldi vera ein lívssúla úr bláum
glasi, sum fólk kundu ganga upp
ígjøgnum. Ætlanin varð av
ongum, men hana droymir
Tróndur framvegis um sum sítt
lívsverk. Eitt annað hugskot er
ein frælsissúla í Kirkjubø til
minnis til Jóannes Patursson.
Eisini hon kundi verið hansara
lívsverk.
Tróndur er tó ikki í iva um, at
hansara mest sermerkta listaverk
er tann ofta umrøddi konteyn ar
in, sum sambært listamanninum
sjálvum var tann fyrsti í heim in
um av sínum slagi. Konteynarin
hevði eisini sín serliga uppruna.
Hann bleiv gjørdur stutt eftir
ferðina á Kyrrahavinum, og
hugskotið kom eisini haðani.
Sum listaverk er konteynarin
ikki stílbundin á nakran hátt og
tískil tíðarleysur, so tey, sum fara
inn í hann um túsund ár, fáa
sama upplivilsi sum tey, ið fara
inn í hann í dag, sigur Tróndur.
Tørvur á listaskúla
Tróndur Patursson er stoltur av at
vera føroyingur, men at vera
partur av føroysku listini kann
hann ikki brúka til nakað sum
helst, sigur hann. Tann lista mað
ur, sum tekur sína list í álvara,
noyðist at vera partur av alheims
listini, og tann, sum ikki torir at
hyggja í eyguni á Picasso, skal
fáa sær okkurt annað at gera. Tað
ber ikki til at halda seg til før
oyska list. Ein má hyggja at
umheiminum og taka lut í hon
um, tí annars verður tað bara eitt
slag av bygdamentan í alheims
høpi.
Í Føroyum og kanska Dan
mark við halda vit, at føroysk list
er nakað serligt. Tað er hon
kanska eisini, men tað ber ikki út
í heim, sigur Tróndur Patursson.
Hann væntar sær nógv av teim
um listafólkunum, sum útbúgva
seg, tí tað verða tey, sum fara at
leggja leiðina hjá føroyskari list í
framtíðini, og sum fara at bera
føroysku listina longri út í heim.
Men tað týdningarmesta nú er at
geva listafólkunum so góðar
umstøður í Føroyum sum gjør
ligt, heldur hann. Her vantar
nógv. Eitt nú eru eingi atelier,
sum listafólk kunnu leiga seg inn
í, framsýningarhølini kundi verið
fleiri, og so kundu vit havt ein
Tróndur gongur leysur
Tíðindafólk hava ofta lyndi
til att gera mest burturúr
leiklutinum sum tann
síðhærdi, skeggvaksni
villmaðurin, sum býr í einum
rekahúsum í kirkjubø