Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 8. apríl 2009 19 - Tað jaliga vinnur á tí neiliga, og ongin er so illa farin, at hann ikki eigur eina framtíð, hóast jarðiska tíðin er avmarkað, hugleiðir Jógvan Fríðriksson, biskupur, millum annað um páskahøgtíðina Páskir Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Páskirnar standa fyri durum, og viðkomandi er at hugsa um, hvat hesir høgtíðsdagar hava at týða í einum nútímans samfelag. Jógvan Fríðriksson, biskupur, er ikki í iva um, at páskahøgtíðin stendur sterk, tó at ein endurnýggjan kundi komið væl við, tí øll hava vit brúk fyri tíð til umhugsni. Samhaldsfesti – Tekur ein páskirnar, sæð úr ein fólksligum sjónarhorni, so eru páskirnar frálíkt høvi at røkja familjulívið, men vit vita jú eisini, at hetta er ein kirkjulig hátíð. Páskirnar standa fyri deyða, kvøldmáltíð uppreisn, og alt hevur hetta við menniskja­ sliga eksistensin at gera, sigur Jógvan Fríðriksson, biskuppur. ­ Taka vit breyðbrótingina skírisdag, so er talan um felags­ máltíð. Føra vit hetta yvir á sam­ felagið, so er talan um samhalds­ festi, hugleiðir Jógvan Fríðriks­ son. – Eg havi upplivað í Íslandi, at talan er um tað, ið vit kunnu rópa samanskotsgildi. Øll eiga alt og koma við sínum, alt eftir føri­ muni. Paulus ávarar eisini ímóti misnýtslu av altarborðinum, tí tey ríku taka til sín, so onki er til teirra, ið treingja, sigur Jógvan Fríðriksson. – Skírisdag kunnu vit minna á samhaldsfesti, nú kreppa er í samfelagnum, sigur Jógvan Fríðriksson. Jesus var solidariskur – Í roynd og veru ger Jeus seg solidariskan við øll. Ger seg eitt við menniskja og er menniskja­ sligur. Og aftur her koma vit inn á tað eksistensiella. Tað stóra er, at okkara Guð er Guð teirra veiku. Hjá sjúkum, einamøllum, menningartarnaðum. Og hetta er áhugavert, tí líðing og deyði er ikki nakað, ið vit bara kunnu koma framvið, fáa yvirstaðið, men nakað, ið vit mugu bera við okkum. ­ Langafríggjadag kemur til hugs menniskjasligi eksistensurin, vanlagna, sjúka og deyði, hugleiðir Jógvan Fríðriksson. Øll eiga framtíð ­ Páskadag vinnur tað jaliga á tí neiliga. Eg plagi at taka til, at ongin er so illa farin, at hann ikki eigur eina framtíð, hóast vit vita, at jarðiska tíð okkara er avmarkað. ­ Hetta er vakurleikin. Píndi vakurleikin. Um alt bara er glamour, so gerst tað skjótt keðiligt. Ofta hava vit hug at hyggja upp, fyri at síggja vakurleika, hyggja til himmals. Ein listakvinna hevur sagt, at vil ein síggja vakurleika, so skal ein leita í veitunum, tí vakrastu blómurnar vaksa í veitunum, sigur biskupur. Páskahøgtíðin er sterk Jesu uppreins er grundarlag undir allari prædiku. Lívið sigrar á deyðanum. Krsitin trúgva á ævigt lív. Uppreisnin flytir markið millum tað jarðiska og æviga lívið, og ber boð um nakað eksistensielt. 2. páskadag opinberar Jesus seg. Øll høvdu høvi at sita til borðs við Jesusi, tollarar og farisearar. Teir, ið ikki kendu Jesus, fáa eyguni upp fyri honum, tá hann brýtur breyðið. Sama hendir 2. páskadag, sigur Jógvan Fríðriksson. ­ Hann doyr, og verður settur í menniskjasligan eksistens, umgirdur av fólki. Tá tey halda alt er liðugt, so er uppreisn og opinbering, sigur Jógvan Fríðriks son, ið metir, at páska­ høg tíðin enn stendur sterk í dagsins samfelag. ­ Men brúk er kanska fyri endurnýggjan, so vit fáa føstuna at standa sterka, og eg hugsi mest um at fasta andaliga. Vit hava øll brúk fyri at hugsa, meditera. Hugsa um líðingina. Brúk er fyri djúphugsni. Í páskahøgtíni sæst veruliga, hvat tað kostaði Kristusi at gerast menniskja, sigur Jógvan Fríðriksson. ­ Kristindómurin er so ómeta­ liga menniskjasligur, tí Kristus átekur sær menniskjasligan eksistens, og páksirnar tosa eitt mál, ið vit øll kenna og skilja, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Um páskirnar fer Jógvan Fríðriksson sjálvur at virka sum prestur, og hava guðstænastur páskadagarnar, men hetta tekur hann lætt, tí fyrr – tá hann starvaðist sum prestur, var meira at gera. ­ Prestarnir hava jú gudstæn­ astur, men umframt hava teir so nógv annað, bæði vígslur og jarðarferðir, men sum biskupur havi eg bara gudstænastur, sigur Jógvan Fríðrikson. forskúla ella listaháskúla, sum skuldi givið ungum lsitafólkum eitt spark í afturpartin út í heimin. Tróndur heldur ikki, at stuðulin til føroyska list verður rætt um sitin. Eftir hansara tykki fer stuðulin í ov nógvar partar. Tað rætta hevði verið, at tey, sum veruliga arbeiða við list, og sum hava brúk fyri stuðuli, fingu hann. Gongur egnar leiðir Tróndur Patursson vil ikki átaka sær leiklutin sum tann síðhærdi, skeggvaksni villmaðurin, sum býr í einum rekahúsum í Kirkju­ bø. Satt at siga hevur hann ong­ an tíð skilt, at fólk hava ta lýsingina av honum. Men tíðindafólk fáa í hvussu er ein part av skyldini. ­ Í veruleikanum hava sjó­ ferðirnar volt mær fleiri trupul­ leikar, tí tá tíðindafólk hava skriv að um mínar framsýningar, so hava tey altíð gjørt mest burtur úr sjóferðunum. At eg eisini eri listamaður hava tey bara nevnt sum eina fótnotu. Men eg haldi, at tað er betur nú. Hann dugir tó væl at skilja, at fólk halda hann vera øðrvísi enn onnur, tí hann er ikki nakar vanligur 65 ára gamal føroyingur. Men tað er við vilja. ­ Skalt tú fram og røkka tínum, mást tú ganga leysur av hinum og leysur av tíðini. Eg kundi sjálv andi fylgt við streyminum, men tað er einki mál í sjálvum sær. Fyri ein ferðandi listamann sum Trónd Patursson hevur sjóvegis sambandið millum Føroyar og umheimin sera stóran týdning. At senda glasverk við bingjum heldur hann ikki vera ta bestu og tryggastu loysnina, og tí hevur hann verkini í sínum stóra bili, sum hann kann flyta aftur og fram við Norrønu. Hann er fegin um, at tað eydnaðist at varðveita Norrønu á føroyskum hondum við almennari hjálp, men vónar, at tað ikki gerst neyðugt aftur. Hann fegnast eisini um, at skipið siglir til Esbjerg, tí tað er høgligari, um ein skal víðari til Týsklands ella Bretlands. - Men tað undrar meg, at man ikki tekur Skotland við, tí tað er ikki heilt rætt, at vit føroyingar altíð skulu til Danmarkar fyrst, um vit skulu út í heim. So tað hevði verið gott, um ferðaætlanin bleiv broytt. Páskirnar eru samhaldsfastar Jesur var sjálvur ímyndin av solidariteti, og júst hetta er nakað at tí mest grundleggjandi við páskunum, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur Flytur atelierið við Norrønu