Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 69 - 8. apríl 2009 Kjóli Kasta 144 eygu á rundstokk nr. 6 og bind 12 cm páfuglamynstur. Bind 5 umfør slætt. Set síðani 6 merkitræðrir í. 24 eygu millum hvønn merkitráð. Bind síðani 2 eygu saman (vinstrumegin hvønn merkitráð) 6. hvørt umfar 11 ferðir, 78 eygu. Bind beint upp til arbeiðið er 54 cm. Ermahol: Tak 6 eygu av, bind 33 eygu, tak 6 eygu av, bind 33 eygu. Legg bulin til viks, meðan ermarnar verða bundnar. Erma: Erman verður bundin aftur og fram, tvs bind rætt á rættini og rangt á ranguni. Kasta 24 eygu á rundstokk nr. 6. Tak uppá við at binda hvørt eyga, 48 eygu. Bind 2 umfør sløtt. Bind 2 eygu saman í byrjanini á hvørjum stokki til 30 eygu resta. Bind eina ermu aftrat. Ranglan: Set partarnar saman á rundstokk nr. 6 og bind runt við sløttum = 126 eygu. Set ein merkitráð við allar samankomingarnar. Avtøkurnar til ranglan eru báðumegin við tær 4 samankomingarnar soleiðis:1 rætt, 2 røtt saman, bind til 3 eygu eru eftir áðrenn næsta merkitráð, tak 1 eyga av, 1 rætt, koyr tað leysa eyga yvir um tað bundna eyga, 2 røtt, 2 røtt saman, bind til 3 eygu eru eftir áðrenn næsta merkitráð, tak 1 eyga av, 1 rætt, koyr tað leysa eyga yvir um tað bundna eyga. Ger hesar avtøkur við hvønn merkitráð 2. hvørt umfar 10 ferðir, 46 eygu. Skift til rundstokk nr. 5. Bind háls 2 røtt og 2 rang, men tak 2 eygu av á 1. stokki = 44 eygu. Bind 5 umfør og læs tey 44 eyguni av. Tilgerð: Seyma ermar og ermahol saman. Hekla ein kant runt um ermarnar. Blómur: Kasta 50 eygu á stokk nr 4 og bind 50 umfør slætt. Ger 3 eins stykkir við ymiskum litum. Tøv í vaskimaskinu við 60 gradum. Tekna ein stóra og eina lítla blómu á hvørt stykkið og klipp út. Brodera millefleurblómur á hvørja tøvda blómu. Trogla stelk, bløð og blómur á kjólan. Stelkur og bløð = myrkagrøn. Blómurnar verða troglaðar á við sama liti sum blómurnar. Stórar blómur framman og lítlar blómur aftan. Húgva Stødd: 5-6 ár Stokkar: rundstokkur nr 4 (40 cm) og rundstokkur nr 5½ (40 cm). Tógv frá Navia: 3- tráðað Kasta 60 eygu á stokk nr 4 og bind 4 umfør rond (1 rætt og 1 ragnt). Skift til stokk nr 5½ og tak 20 eygu uppá (2 eygu ímillum hvørt eyga tú tekur uppá)= 80 eygu. Bind slætt til arbeiði er 24 cm. Bind 2 eygu saman alt umfarið = 40 eygu. Bind næsta umfar á sama hátt, 2 eygu saman alt umfarið = 20 eygu. Tráður verður drigin ígjøgnum tey 20 eyguni, og endin heftur. Húgvan verður síðani prýdd við knappum. Barnakjóli UPPSKRIFT: Guðni Andreasen MODEL: Hanna Andreasen og Emma L. Nagurset MYNDIR: Álvur Haraldsen Stødd: uml. 5-6 ár Stokkar: rundstokkur (60 cm) nr. 6, rundstokkur (40 cm) nr. 5, rundstokkur nr. 4 (60 cm) og heklinál nr. 5. Tógv frá Navia: Gult: 250 gr. 3- tráðað og 150 gr. 2- tráðað Lilla: 50 gr. 2- tráðað Pink: 50 gr. 2 tráðað Lime: 50 gr. 2 tráðað Myrkagrønt: 50 gr. 3- tráðað Kjólin verður bundin við 1 tráði Trio og 1 tráði Duo. Páfuglamynstur Støddin á blómunum er 1:2 Millefleurblóma