Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 69 - 8. apríl 2009 Góðmeti Orð og myndir: Leif Láadal Tað setur nakrar serligar trankar í gongd, tá tú hoyrir at japansku neytini, sum verða fóðrað við góðum øli, og harafturat vødda­ mýkt dagliga. Men soleiðis liva tey, hesi Waguy Kobe neytini, sum fá hava ráð at seta tenninar í, men nógv kundu hugsað sær. Tað eru ikki nógvar matstovur í londunum kring okkum, sum hava Kobe­kjøt í matskránni, men nú hevur Hotel Føroyar so valt at hetta sera forkunnuga kjøtið skal eiga sítt pláss millum krúnhjørtin, lambi og oksalund­ ini. Prísurin fyri Kobe­kjøtið er, um ikki ræðandi, so í hvussu so er somikið høgur, at tað loysir seg best at biðja um allar níggju rættirnar á góðmetisskránni fyri 900 krónur og royna eitt sindur av hesum kjøtinum tann vegin, heldur enn at eta seg propp­ mettan í Waguy Kobe kjøti fyri 1200 krónur (500 gram). Góða tíð Ein vinmaður plagdi at siga, at mann skal eta somikið seint, at tann síðsti bitin av búffinum skal vera kaldur, tá hann verður etin. Við hesum orðum í huga, var farið til borðs í Glasstovuni á Hotel Føroyum seinasta leygar­ kvøld. Men eftir at hava hugt í matarskránna og funnið útav, at vit skuldu tyggja okkum ígjøg­ num ikki færri enn níggju rættir, var spurningurin tó, um tað blivu stundir til at bíða eftir at kjøtið var blivið kalt. Tað stendur eisini tilskilað, at tað ikki ber til at møta seinni enn klokkan hálv­ gum níggju, um valið er góð­ metismatskráin við teimum níggju rættunum. Kanska átti har at staðið klokkan 8, tí tað skuldi vísa seg at taka smáar fýra tímar at koma allan vegin runt. Spent vóru vit í hvussu so er, og eftir at hava fingið eitt leskiligt glas av brúsandi víni við føroyskari rabarbusaft, og eitt sindur av grisini­breyðpinnum við tomatpesto, kom fyrsti rættur á borðið. Glíða niður Eg havi roynt oystrur áður, men tað er – sum við so nógvum øðrum – munur á oystrum. Og tær, sum vit fingu á Hotel Føroyum vóru av tí betra slagnum, sjálvt um talan ikki var um spillfeskar oystrur, sum eru tær bestu. Hesar vóru tó so feskar, sum mann kann fáa tær í einum landi, har mann ikki fiskar oystur. Tær komu í Írlandi, har tær vóru niðurkøldar til minus 60 stig beinanvegin, og so “gass­ pakkaðar” fyri at halda sær feskar og frískar. Saman við einum lime­salsa, ið klæddi oystrunum væl, gliðu tær niður í einum. Tað eru fólk, sum ikki vilja nerta oyrstur, tí tær síggja so slímuttar út, men eg havi ongantíð hitt ein persón, sum hevur roynt eina góða oystru fyrstu ferð, ið ikki kundi hugsa sær at roynt tær aftur. Ein sera góð byrjan upp á góðmetismatskránna, har altso lagt var út við at smakka upp á havið. Blinis-frikadellan Tá mann skal eta níggju rættir, mugu teir ikki vera ov stórir, og so var heldur á Hotel Føroyum hetta kvøldið, tó at har saman­ um tikið var ivaleyst til at blíva proppmettur, um tað var tað, sum mann vildi. Tvær oystrur (eg mungaði eftir einari afturat) blivu avloystar av einari súpan av sólrót, sum er føroyska orðið fyri tað danska jordskok. Hendan súpan var leskilig í konsistensi, men smakk aði kanska ikki av so nógvum. Ein løtu helt eg, at tað var keðiligt, men tá eg so át eitt sindur av blinis gjørd av jákupskel, møttust smakkirnir í einari heild. Blinisin, sum er eitt slag av fiskafrikadellu, smakkaði væl av jákupskel, og hevði eisini hetta eitt sindur seiga yvir sær – sum gott frikadellufars, var tað onkur sum viðmerkti. Sjálvur haldi eg ikki at tað hevði bilað nakað, um hendan blinis frikadellan var eitt sindur leysari í tí, so fiskurin kom meira til sín rætt í mun til tað, sum var brúkt fyri at binda saman – tað verið seg egg, mjøl og annað. Onkran annan fisk Triði rættur var hetta slagi av sushi, sum ikki eitur sushi, men nigiri. Munurin er, at nigiri er eitt rullað rís­egg, sum so verður pyntað við ráum fiski, har sushi er rís og fiskur rullað inn í tara. Sushi hevur gingið sína sigursgongd kring allan heimin seinastu 10­12 árini, men ongantíð rættiliga vunnið sær frama í Føroyum. Tað er kanska eitt sindur løgið, tá hugsað verður um, at vit hava tann besta ingrediensin, sum skal til: Matskráin á Hotel Føroyum hevur langt um leingi fingið eina yvirháling. Og tað við lít, kundi ein lagt afturat. Serliga forkunnugar eru matskráirnar, har veljast kann ímillum fýra, fimm ella heilar níggju rættir, har bæði oystrur, súpan, ráur og dampaður fiskur, fleiri sløg av kjøti og fleiri sløg av osti og søtum eru at fáa Góðmetismatskráin 1. Oystrur við salsa 2. Sólarótasúpan 3. Nigiri 4. Kálvalundir við Foie Gras 5. Dampaður toskur við øðu 6. Grillað tun 7. Waguy-Kobe kjøt 8. Ostur við agurkusjampanju 9. Sjokulátakøka við ísi og daiquiri Oystrur, foie gras og vødda Stokt Kobe-kjøt Nigiri “sushi” Kálvalundir við gásalivur Tvær leskiligar oystrur