mikudagur 8. apríl 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 8. apríl 2009
23
mýktur oksi
Nevnliga ráan fisk.
Sushi var eisini á
gomlu matskránni hjá
Hotel Føroyum, og fyri mín
part má eg bara siga, at eg
fegnist um, at mann framvegis
fær tað.
Omaná nigiri-eggunum fingu
vit laks og tun. Tað var fyri so
vítt í lagi, men tá mann velur at
bjóða tvær nigiri, hevði tað
kanska verið í lagi at báðar komu
við føroyskum fiski. Laks og
svartkalva t.d, so hevði alingin og
fiskiskapurin verið umboðaður.
Vit fingu eisini tun seinni, so í so
máta hevði tað einki bilað, um
hann ikki var omaná nigiri-inum
eisini.
Kálvur og fiskur
Tað eru tey, sum ikki eta fois
gras, og tað bilar einki, tí so er
meira til okkum onnur. Omaná
kálvalundunum lá eitt lítið stykki
av hesi forkunnugu gásalivur,
sum býtir høvini, tá fólk tosa
djóraetikk, men lat nú etikkin
liggja fyri hesuferð.
Kálvalundini vóru perfekt
snerkt á grillini, og sósin, sum
bygdi á eitt fundament av
oksaglasé, var eisini góð.
Eftir kálvin kom ein rættur við
dampaðum toski, og har var
okkurt sum skurraði – ikki við
kálvinum ella toskinum, men við
raðfylgjuni og muninum á
smakkinum. Kálvurin smakkaði
av lutfalsliga nógvum í mun til
toskin, so tað tók eitt sindur frá
toskinum. Kanska átti toskurin at
komið á borðið áðrenn kálvurin.
Eftir toskin kom so grillað tun,
og tað er jú eisini fiskur, men tun
líkist í veruleikanum ljósum
djórakjøti – kálvi ella grísi – so
tað bilar einki, um tun kemur
eftir kálv, sum í hesum føri.
Tun-búffurin var góður, men
mín hevði altso fingið nøkur fá
sekund ov nógv á grillini. Tað er
næstan nóg mikið at vísa
tunbúffinum grillina, og so
servera hann, so tað má kokkurin
hava í huga. Er tun-búffurin ikki
ráur í miðjuni, tá hann verður
skorin í helvt, er hann ikki nóg
góður eftir mínum tykki. Hann
verður turrur beinanvegin, hann
fær for nógvan hita.
Ølkúgvin
Og so komu vit til hæddar-
punktið á kvøldinum. Kobe-
kjøtið.
Hví skulu fólk eta kjøt, sum
kostar yvir 1000 krónur kilo?
Hví skulu neytini fáa øl at drekka
og masserast dagliga? Smakkar
hetta kjøtið sjey ferðir so gott
sum vanligt gott neytakjøt?
Tað eru so nakrir av teimum
spurningum, sum hetta Kobe-
kjøtið fær fólk at seta. Og júst
tað, at fólk seta spurningar ella
gerast áhugað í at tosa um matin
og um smakkin, er kanska
týdningarmiklasta missiónin hjá
Kobe-kjøtinum.
Hetta fyrsta leygarkvøld í apríl
var Kobe-kjøtið í hvussu so er
høvuðspersónur um borðið,
sjálvt um allir hinir rættirnir
eisini vóru góðir.
Áðrenn kjøtið varð stokt, kom
matstovu-leiðarin til borðið hjá
okkum við tí ráa kjøtinum og
vísti okkum tað. Flott marmo-
rering má sigast. Áðrenn tað var
liðugt, kom tænarin inn og segði
okkum, at nú var tað komið upp
á 132 stig, men at tað skuldi upp
á 142 stig.
So, sum tit síggja, so er tað
ikki bara smakkurin, men eisini
søgan, handfaringin og
spenningurin, ið ger at Kobe-kjøt
er nakað heilt serligt.
Hvat ið viðvíkir smakkinum,
so havi eg ongantíð smakkað
betri kjøt. Tað var fantastiskt.
Tvær desertir
Hesin sami vinmaðurin, sum át
kaldan búff, ivast altíð í, um
hann vil hava ost ella okkurt
meira søtt omaná, tá vit eru úti
og eta. Á Hotel Føroyum hetta
kvøldið hevði hann sloppið
undan at valt, tí á góðmetis-
matarskránni er bæði stelton-
ostur v.m. og sjokolátakøka við
ísi. Aftirvið ostinum var eitt
annað av hæddarpunktunum á
kvøldinum. Ein ótrúliga fín
samanseting av krapa-ísi og
basilikum. Sjáldan havi eg
smakkað nakað so delikat.
Samanumtikið skal sigast, at
níggju rættir er nógv, men ikki
meira enn so, at tað ber til at
ganga frá borðinum. Tað tekur
tíð at eta níggju gourmet-rættir,
og tað skal heldur ikki vera so, at
tú ikki fær svølgt ímillum.
Okkurt slag av skolara hevði
verið gott ímillum fiska og
kjøtrættirnar, og so aftur millum
kjøtið og desertirnar. Kanska eitt
sindur av hasum krapa-ísinum –
tó uttan basilikum – við eitt
sindur av appelsin ella sitrón.
Drykkivørurnar
Tað ber til at keypa góðmetis-
matskránna uttan drykkivørur
fyri 900 krónur, og tað er
rættiliga ódýrt í mun til tað, sum
mann fær. Matstovan kann seta
saman drykkivørur til alla
matskránna fyri 800 krónur, og
so kann mann eisini velja
flaggskipið fyri 1900,-kr, har ein
vælkomstdrykkur og kaffi og
okkurt sterkt afturvið, verður lagt
afturat matar- og vínskrá.
Vit fingu vínskránna hjá
hotellinum afturvið, og hon var
samanumtikið væl sett saman.
Vit fingu samanumtikið trý sløg
av hvítvíni, tvey sløg av øli, eitt
slag rosé, eitt av reyðvíni
umframt sjampanju.
Alt var væl avstemmað til
matin, tó at eg heldur hevði
viljað havt eitt glas av køldum
løttum reyðvíni afturvið
tuninum, enn rosé-vín.
Tænarin hetta kvøldið var heilt
fantastisk. Hon greiddi nágreini-
liga frá um alt – serliga vínið –
og kortini hekk hon ikki
óneyðuga nógv uppi yvir okkum,
so sum summir tænarar hava
lyndi til, tá mann skal eta seg
gjøgnum eina størri matskrá.
Maturin var góður, so kokkurin
– ella kokkarnir – dugdi eisini
sína list. Og útsýnið úr
Glasstovuni er framvegis tað
besta í landinum. Manga takk !
Sjokulátakøka við kirsuberjaøli
Sólrótasúpan við blinis
Ostur við agurkusjampanju
Havsins kongur, toskur