mikudagur 8. apríl 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 69 - 8. apríl 2009
Fyri stuttum fylti bindi
konan í Havn, Julianna
Didriksen, 80 ár. Hon
hevur bundið síðan
hon var 12 ára gomul,
hon hevur skipað fyri
óteljandi bingospølum
og er harafturat óførur
sjavsspælari. Fyri 17 árum
síðan gavst hon at arbeiða,
og fór í staðin at binda
troyggjur fyri fólk. Og hon
hevur ongantíð havt meir
at gera enn nú
Glaðir pensionistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Her fyri helt Julianna Didriksen
úr Havn sín 80 ára føðingardag.
Hann varð hildin í Pálsstovu í
Havn fyri 200 fólkum. Hóast sín
høga aldur, hevur hon torført at
binda frið. Er hon ikki upptikin
av at binda troyggjur til føroyska
konu- ella mannfólkabúnan,
spælir hon sjavs, bakar ella setir
seg handan róðrið í bili sínum og
koyrir ein túr.
– Eg bant mína fyrstu troyggju
sum 12 ára gomul. Eg minnist, at
hon hevði ein so vakran borda á,
sum eg bant eftir einum mynstri,
eg hevði sæð í eini bók. Eg vaks
upp hjá ommu míni, sum lærdi
meg at binda, greiðir Julianna
Didriksen frá.
Hon fekk eina harða byrjan
upp á lívið á Strondum, har hon
vaks upp. Mamman doyði stutt
eftir at Julianna varð borin heim,
og vaks hon tískil upp hjá
ommuni. Hon giftist ung til
Toftir, og var ikki meir enn 24
ára gomul, tá hon gjørdist einkja
og harvið einligur forsyrgjari.
Við fimm ára gomlu dóttrini
Ásu, flutti Julianna síðan til
Havnar at arbeiða.
- Eg byrjaði at arbeiða á
RUBA, gamla reinsaríið í Havn.
Har var eg verandi í trý ár, hóast
tey ikki hildu meg klára nakað
serligt - eg, sum vigaði minni
enn 100 pund, sigur hon flenn-
andi.
Dreingirnir byrjanin
til troyggjurnar
Julianna Didriksen leigaði í Havn
um hetta mundi, og tað gekk ikki
so long tíð til hon fann sær
nýggjan mann. Tey bæði fingu
seks dreingir í slag. Tá fekk hon
hendurnar fullar, og treiv hon
aftur í vakra handalagið, omman
á Strondum hevði lært hana, og
fór at binda børunum troyggjur.
– Tey høvdu øll somul føroysk
klæðir. Tá gjørdi mann alt
sjálvur.
Hon hevur myndir standandi
av øllum sjey børnunum, øll
somul í føroyskum klæðum.
– Býtt var eg at selja klæðini.
Tað var soleiðis tað byrjaði, at eg
fór at binda fyri fólk. Onkur vildi
fegin keypa føroysk klæðir frá
mær, og seldi eg klæðini hjá
dreingjunum, sum vóru vorðin
ov lítil. Fyri 100 krónur settið!
Ikki øll settini eru kortini farin
so langt. Ikki longri enn so, enn
at hon veit hvør hevur tað eina
settið.
Inntøkan frá føroysku
klæðunum var góð afturat tá.
Men fyri at vinna meir pening,
fór Julianna út at arbeiða um
kvøldið, tá børnini og maðurin,
sum var bakari, vóru farin í song.
Tá fór hon oman í pylsuvognin á
Vaglinum at arbeiða, og eitt skifti
arbeiddi hon eisini á Tórs
Kafeteria. Í 1977 skifti hon til
fast arbeiði, tá hon fór á Lands-
sjúkrahúsið at arbeiða sum
gongsgenta.
– Á Landssjúkrahúsinum
dámdi mær ótrúliga væl at vera,
og har var eg verandi í góð 15 ár
tilsamans.
Krasjaði og forelskaði seg
Tað gekk ikki millum Julionnu
og pápan at dreingjunum, og fóru
tey frá hvørjum øðrum nøkur ár
seinni.
Julianna hevur bundið í
pensi
nistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
gladir
Komandi tíðina fer Sosialurin at varpa ljós á gerandisdagin hjá
pensionistum í Føroyum. Glaðir pensionistar kring landið fara
hvønn mikudag at greiða frá hendingum og upplivingum úr
sínum lívi, og hvussu tað er at vera pensionistur í Føroyum.