mikudagur 8. apríl 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 8. apríl 2009
27
Julianna Didriksen hevur
ongan tíð verið bangin fyri at
royna nakað nýtt. Hon ynskti sær
koyrikort, tí hon vildi sleppa at
koyra hýruvogn, og tók hon tískil
koyrikortið sum 44 ára gomul.
– Mann skuldi hava havt koyri
kort í tvey ár áðrenn mann kundi
sleppa at koyra hýruvogn, so eg
mátti bíða í tvey ár, áðrenn eg
fekk hýruvognsloyvi. Tá tað varð
fingið í hús, koyrdi eg tey næstu
í nógvu árini hýruvogn. Eina ferð
krasjaði eg bilin, og tað var á
verkstaðnum, at eg møtti mínum
triðja manni, Davis. Hann átti
verkstaðið, eg koyrdi bilin á, eftir
eg hevði krasjað, og í ár eru 30
ár síðan vit bæði giftust. Hann
var 43 og eg 50, sigur Julianna
Didriksen við einum smíli.
Saman búgva tey í hugnaliga
grannalagnum í Tórsbyrgi í
Havn. Í gongini standa gamlar
seymimaskinur á rað, og í einum
kamari á ovaru hæddini standa
tvær bindimaskinur. Ein til at
binda konufólkatroyggjur og ein
til at binda mannfólkatroyggjur.
Hon hevur tvær maskinur, so hon
sleppur undan at stilla tær inn av
nýggjum hvørja ferð.
– Mannfólkatroyggjurnar bindi
eg fyrst við gráum, og liti tær
síðan bláar. Seinastu árini havi eg
fingið alt meir at gera, og siti eg
so gott sum árið runt og bindi
troyggjur. Tað bara vindur upp á
seg. Tað hevur ongantíð verið so
nógv sum hetta seinasta árið.
Fólk byrja at spyrja longu á
ólavsøku frammanundan, og nú á
jólum gjørdi eg fimm troyggjur,
ið skuldu nýtast til jólagávur.
Sum er kann Julianna
Didriksen sum pensionistur for
vinna sær 58.000 krónur skatta
frítt.
– Tað er gott afturat pensiónini,
sigur hon.
Beinini ov stutt
Gjøgnum árini hevur hon verið
framúr virkin innan alskyns
stuðulsarbeiði.
– Ja, eg havi sparkað fótbólt til
frama fyri Javna, eg havi skipað
fyri nógvum bingo spæli, og tað
seinasta, eg eri farin at ganga
upp í, er at spæla sjavs, sigur hon
og peikar á glasskápið í køkin
um, sum er fult við steypum.
– Tað byrjaði við at vinkonan
Jana og eg fóru á sjavskapping
umborð á Norrønu, og vunnu
kappingina. Tey hildu, at vit
snýttu og góvu tekin undir
borðin um, men beinini hjá
okkum eru so stutt, at tað hevði
ikki latið seg gjørt, flennir
Julianna.
Síðan hevur hon hildið fram
við sjavsspælinum, og ætlar hon
sær á næstu sjavskapping, sum
verður umborð á Norrønu. Í fleiri
ár hevur hon eisini verið fastur
partur av shopping liðnum hjá
verdóttrunum, ið á hvørjum ári
leggja leiðina til Skotlands fyri at
shoppa til jóla, og stendur hon tá
einki aftan fyri yngra ættarliðið
av kvinnum, ið elska at keypa. Í
30 ár á rað gjørdi hon sær
biltúrar gjøgnum Onglands fyri
at vitja familju har, men tað er
ein farin tíð, nú Norrøna ikki
longur siglir til Skotlands um
summarið.
Hesa lítlu løtuna, vit stegða
fyri at gera eitt prát við Julionnu
og hennara gerandisdag sum
pensionistur, setur hon seg nóg
illa niðurat. Hon stákast, setir á
borðið og tekur fram myndir av
familjuni at vísa fram. Mynd
irnar á veggunum vitna um eitt
langt lív og eina stóra familju.
Hetta er heimið hjá Julionnu
Didriksen, sum við mongu
troyggjunum til føroyska búnan
eisini er vorðið hennara
arbeiðspláss.
– Nei, eg havi ongantíð angrað,
at eg gavst at arbeiða, hóast mær
dámdi væl á sjúkrahúsinum. Eg
havi nokk at gera her, sigur hon
glað.
ein mansaldur
Myndirnar á vegginum vitna um eitt langt
lív og eina stóra familju. 80 ára gamla
Julianna Didriksen vaks upp hjá ommu
síni á Strondum, eftir at mamma
hennara doyði. Sjálv gjørdist hon einkja,
sum einans 24 ára gomul, og flutti tá til
Havnar við dóttrini. Seinni fekk hon seks
synir í slag
Julianna Didriksen er bindikonan í Havn. Fryntliga
bindikonan er í sving alt árið við at binda konu- og
mannfólkatroyggjur til føroyska búnan. Tað byrjaði
við, at hon bant troyggjurnar til føroysku búnarnar
hjá teimum sjey børnunum, sum hon so seldi, tá tey
vóru vaksin úr teimum