Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 69 - 8. apríl 2009 lýsingar STARVIÐ Talan er um eitt sera frítt, sjálvstøðugt, spennandi og av ­ bjóðandi starv, har høvuðsábyrgd tín verður at selja trygg­ ingar til vinnukundar og ráðgeva teimum. Samstundis fært tú ábyrgdina av einum kundabólki, sum skal hava virkna kunda røkt. Stórur dentur verður lagdur á at koyra út til bæði verandi og nýggjar kundar við sølu og kunning í hyggju. Í sambandi við sølu kann roknast við nakað av umsitingarligum uppgávum. Upplæring syrgir TRYGD fyri, og saman við starvinum fylgja møguleikar fyri útbúgving á tryggingarakademinum umframt onnur útbúgving eftir tørvi. TÚ Tú ræðist ikki avbjóðingar og dugir væl at selja. Tú trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt, ert jasøgin, dugir væl at sam starva og tekur ábyrgd. Tú arbeiðir eisini skjótt og hevur sjálvandi handilsligan sans. Kunnleiki til føroyskt vinnulív er ein fyrimunur. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum millum Arb­ eiðs gevarafelagið fyri fíggingarstovnar og Finans for bundet. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við avritum av viðkomandi skjølum um útbúgving og arbeiðsroyndir skal vera okkum í hendi innan 21. apríl 2009. Send umsóknina til: P/F TRYGD, att: Jean Djurhuus Gongin 7, boks 44, 110 Tórshavn ella til jdj@trygd.fo. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ellu Mortensen, leiðara á vinnudeildini, á tel. 55 81 11 ella á elm@trygd.fo. lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRyGd.fO UMSÓKNARfREISTIN ER 21. APRÍl 2009 SOlEIÐIS ER TRyGd TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 21 fólk, og vit umseta í dag fyri meira enn 90 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møgu­ leikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við? Sølufólk við vinnuinnliti søkist TRyGd leitar eftir sølufólki til vinnudeildina Frá Hondbóltssamband Føroya Aðalfundur verður leygardagin 9. mai kl. 10.00 í ÍSF húsinum. Skrá sambært lógum felagsins. HSF Flagtekju? Norskar flagtekjur Skjótt og ómakaleyst Eisini hava vit nævur og torvhaldsjørn. Ring og fá eitt óbindandi tilboð. v/ Jákup á Lag · P.O. Boks 230 · FO-110 Tórshavn Tel +298 584020 · sjovinnubudin@kallnet.fo