Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 8. apríl 2009 33 sigur Tóroddur, sum eisini heldur tað vera hugstoytt at síggja góð listafólk mest sum verða køvd í eftirlíkningum. - Tak til dømis Zacharias Heinesen. Hann má hava nakað óluksáliga nógv persónsnummur eftirhondini, tí alt gongur og kopierar hann. Eitt er at lata seg ávirka, men hatta hermaríið er forkastiligt eftir mínum tykki. Ætlar tú at kalla teg listafólk, má minsta ambitiónin vera, at tú gert títt egna, sigur Tóroddur argur á málinum. Hvaðani hansara egni íblástur kemur frá, dugir Tóroddur ikki rættiliga at siga. Dreymum ella dulvitinum kanska. - Jú, avgjørt frá dreymum. Mín eks-dáma var altíð so øvundsjúk, tí eg droymdi so villar og fantast- iskar dreymar. Og nú sær tað gudhjálpimær út til at sonurin hjá okkum, Lukas, hevur arvað míni ørligu dreymaevni. Og hann er bara 7 ár, suffar Tóroddur. Kanska kemur nógv av íblástr- inum í grundini frá Lukasi, grun- ar hann. Børn eru so fesk, so orginal, serliga tá tey siga tingini skeivt. So leggur tú merki til orðini uppá ein nýggjan máta. Og so er tað eisini mátin, tey spyrja uppá, sum tvingar teg til at hugsa um allan heimin av nýggjum, um tú skalt geva eitt erligt svar, heldur Tóroddur. Jesus og íspinnarnir - Nei, ikki veit eg, tú, hvar eg havi tað frá. Eg sigi sum Linda í X Factor: Kanska eg havi tað frá Gudi. Ella kanska frá pápa, sum var sera hittinorðaður ella frá mammu, sum arbeiddi í eini kiosk, fullari av bommum. Eg plagdi at hjálpa henni, helt at bommini vóru so pen og droymdi kanska um einaferð at gera okkurt annað við tey, enn bara at eta tey, sigur Tóroddur og leggur eitt blátt bomm afturat verkinum á gólvinum. Bláa rondin er nú við at gerast kanturin kring eina sermerkta, brúna bók, sum er annar endin á verkinum. Í bókini hevur Tór- oddur kókað tey 10 boðini niður í eitt: „Tú mást ikki telja“. Bók- ina gjørdi hann undir kreppuni, tá føroyingar høvdu úr at gera við at telja, hvussu ofta danir høvdu snýtt okkum. - Tá var bókin ein heilsan til Ríkisfelagsskapin. Nú er hon bara ein áheitan á okkum øll um at halda uppat at telja syndirnar hjá hvørjum øðrum og ganga og hótta við, at alt kemur fram á Dómadegi. Trýrt tú uppá dómadag? - Nei! Hvat trýrt tú uppá? - Eitt hægri støði Í himmalinum? - Tað kann eg ikki vita, tí eg havi ongantíð verið har, og eg hati alla skipaða religión. Onkur religión hevur tó sympatisk trekk - serliga Zen Buddisma Er hon so tað „rætta? - Tað rætta er, at tú júst spurdi meg, hvat tað rætta er, sigur Tóroddur og hyggur yvir á hin endan á verkinum, har Jesus úr plastikki liggur í lastini á einum gulum lastbili við síðuna av einum templi úr íspinnum. Hvat nú, um onkur keypir hetta listaverkið?, spyrji eg og hugsi um alt stríðið við at leggja bommini uppá pláss aftur - Ja, so fái eg eitt problem, tí Lukas eigur íspinnarnar. Og nú hugsa fólk sikkurt: Í jøssus- letur hann virkeliga sonin sleppa at eta so nógvar ísar ... Hann rættir seg eftir einum eintaki av yrkingasavninum »Steinsetingar«. Av øllum listagreinunum, Tóroddur fæst við, er poesiin ’einkarbarnið’, sigur hann, men letur skilja, at ein mynd jú eisini er poesi. List skal bara vera góð Nær er hon tað? - Tá hon er sublim. Líka sum tá eitt heilskapt barn kemur út úr mammu síni. Nei, tað kann kanska ikki rættiliga samanberast. Jú, gleðin - gleðin er tann sama. lsen ’steinsett’ eitt føroyskt flagg á framsýningini »Steinsetingar« Gøtukustarnir við orangelittum kveistrum eru heimsins vakrastu kustar heldur Tóroddur Poulsen. Og so kunnu teir feia alt - eisini í mótvindi