Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 69 - 8. apríl 2009 Røða hildin á kravgongu á Vaglinum tann 3. apríl 2009 Okkara mentanarliga yvirtrom, føroyskur samleiki í modernaðari merking, varð bygd eftir eitt hart stríð árini 1912 til 1918 um móðurmálsins leiklut í nútíð og framtíð. Tann røddin, sum, hóast hon virdi móðurmálið, helt uppá, at eitt annað mál skuldi bera ta nýggju mentanina, var í hesum tvídrátti við undirlutan. Í dag er ongin ivi um henda spurning. Men longu um 1918 sóu framskygdir slóðbrótarar fyri sær, at vit skuldu hava studenta­ skúla, útvarp og fróðskaparsetur, sum m.a. skuldu umsita sam­ leikans og móðurmálsins røkt í okkara landi. Vit fingu bók­ mentir, list, tónleik, skaldskap, sangir, sálmar, og vit fingu halgu­ bók týdda, enntá í tveimum ymiskum útgávum. Í dag, lítandi aftureftir, hava vit ráð til at meta um tey, sum tá róðu andróður, við fatan heldur enn dómi. Vit vraka fígginda­ myndina og ásanna, at tey bara høvdu ta sannføring, at eitt annað mál skuldi bera tann nýggja kulturin. Vit valdu eina aðra kós, okkara egnu, móðurmálsins, men vit tóku samstundis upp á okkum eina stóra og álvarsama ábyrgd. Í dag eiga vit at megna at spyrja okkum sjálvi: Hava vit, sum tá átóku okkum at stoypa tann nýggja samleikan, moderni­ tetsins yvirtrom, í móðurmálsins formi, lyft arvin og maktað ábyrgdina og avbjóðingina? Koma vit til tað úrslit, at vit ikki hava megnað hetta, hvat er so avleiðingin av hesi ásannan? Aristoteles, ein tann fyrsti akade­ mikarin, bar á fyrsta sinni hug­ takið kausalitet inn í mentaðan diskurs. Eitt og hvørt fyribrigdi hevur eina orsøk ella eina røð av orsøkum og kann bara fatast sæð í hesum samanhangi. Í heiminum stendur í dag eitt stríð millum tey, sum umboða tey fáu og ríku og tey, sum umboða tey mongu ella fjøldina. Milton Friedman, nyliberalismunnar faðir, er leiðarstjørna og profetur hjá teimum fyrru. Heimurin hevur síðani 1979 í størri og størri mun verið stýrdur eftir hansara leisti. Hetta er orsøkin til, at menniskju í stórum tali í eitt nú USA, Íslandi og Lettlandi í dag liggja fram eftir rommum, meiðslað og bløðandi. Hetta er eisini grundin til, at teir ráðandi í okkara landi árini 2004 til 2008, ímóti øllum búskaparligum regl­ um lótu tilsamans o.u. 3 milli­ ardir streyma úr lummunum á teimum mongu í hjallin hjá teim­ um fáu og ríku, uttan at hesi seinnu fyri tað megnaðu at halda uppi einum burðardyggum vinnu­ lívi. Hetta er somuleiðis orsøkin til, at tit ungu standa her í dag, rikin sum tit eru úr tí lærda há­ skúla, sum skuldi vera okkara stoltleiki og bera okkara samleika. Meira enn nøkur onnur tíð er okkara hótt av syndran og anda­ ligum forfalli. Einasta bót í hesi støðu er tjóðskaparligur samleiki, mál, mentan, søga, list, skald­ skapur, gransking, átrúni, um­ framt samfelagsligt samhalds­ festi. Vit rópa alt hetta, við ein­ um nýggjum hugtaki, saman­ hangsmegi, tað bindievni, sum límar okkum øll, so ymisk vit annars eru, saman sum brøður og systrar. Ein lærdur háskúli er ein høvuðsgrein á hesum buli. Søga og samfelagsvísindi eiga eitt heiðurspláss á hesi grein. Tann lærdi háskúlin eigur at lýsa við so bjørtum ljósi og gróðurseta eitt so ríkt umhvørvi, at eingin vágar sær at káma hetta ljós. Men – og hetta eru lógirnar í tí dialektiska samspælinum ­ skal hann megna hetta, má tann polit­ iski myndugleikin lívga hann. Tað skal vera mítt ynski, at tann politiski myndugleikin aftur tekur á seg ta ábyrgd, sum hann andbráður legði á sínar herðar aftan á mentanarstríðið árini 1912 til 1918, ábyrgdina av okk­ ara samleika í víðastu merking, móðurmáli, mentan, søgu, gran­ sking og list. Og tað skal vera mín vón, at teir politisku flokkar, sum bera samhaldsfestið í sínum skildri, nokta framhaldandi at lúta undirbrotliga fyri tí ráki, sum nú hevur fýrt ikki fá lond í heiminum fram á grúgvu, búskap­ arliga, sosialt og mentanarliga. Politikarar! Gerið ikki elds­ løkking í Føroyum. Latið ikki søgunnar dóm vera: vigaðir vórðu tit og funnir ov lættir. Vendið gongdini! Hanus Kamban Verður dómurin yvir føroyskar politikarar: Vigaðir vórðu tit og funnir ov lættir Tað akademiska ljósið viðmerkingar Hóast eingir pengar eru eftir at koyra døgurða út til eldri og pensjónistar fyri, tá árið er hálvrunnið, so er ikki líkt til, at landsstýris­ kvinnan við almannamál­ um, Rósa Samuelsen, skilir álvaran. Og hon skilir slett ikki, at óskilið við lógar­ broytingum og kunngerð­ um mitt í desember mánaði ger støðuna ómøguliga hjá kommununum at loysa. Longu síðst í november og ikki seinni enn 1. des­ ember skulu kommunurnar hava gjørt sína fíggjarætlan fyri komandi árið. Kortini gjørdi landsstýrið ímóti betri vitandi av at koma við enn einari lógarbroyt­ ing, ið gevur kommunun­ um eyka útreiðslur, ið tær ongan møguleika hava at leggja upp fyri. Hetta hongur jú slett ikki saman! Hetta er sama søgan um­ aftur sum við dagtilhald­ unum, tí hóast kommunur­ nar hava sínar greiðu lógir og reglur at halda seg til, trumlar landsstýrið bara avstað. Nú krógvar Rósa Samuelsen seg undir, at Føroya Løgting bert hevur avsett 2,8 milliónir krónur, hóast tørvur er á fýra milli­ ónum krónum. At ráð bara eru til at játta 70 prosent av tørvinum til umsorganar­ arbeiði og 45 prosent til útkoyring av døgurða til eldri og pensjónistar, er løgtingsins máti at virða tey eldru. Ein og hvør dugir at síggja við hálvum eyga, at løgting og landsstýri enn eina ferð so dyggiliga hava svikið okkara eldru, ið neyvan kenna seg væl í hesum døgum, nú tað kem­ ur undan kavi, hvussu lítið landsins hægstu myndug­ leikar virða tey og teirra tørv. Hetta eru tey, ið hava lagt lunnar undir okkara samfelag, sum nú skulu pínast undir fullkomuliga høpisleysum sokallaðum sparipolitikki. Sum áður nevnt, er hetta søgan við dagtilhaldunum umaftur, har landsstýrið tók tey frá teimum eldru og pensjónistunum, men hesa ferð er tað bara uppaftur verri, tí henda sparingin í umsorganararbeiðinum rakar nú ikki bara eitt uttan­ hýsis tiltak, men fremur skerjingar beinleiðis inni hjá teimum eldru. Og so billa tit tykkum bara inn, at hetta man fara at ganga, tí kommunurnar kunnu jú altíð taka um endan, Rósa Samuelsen? Í einari klossutari frá­ greiðing roynir stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir Joensen, at greina út, hvat lógarbroyt­ ingin frá 12. desember í fjør fevnir um. Í Dimma­ lætting 3. apríl skrivar hon, at tað ber til at sýta komm­ ununum stuðul til mat­ tænastu og koyri­ og vitjan­ artænastu við teirri grund­ geving, at játtanin er brúkt. Júmen, so má játtanin vera ov lítil – og tað vistu tit! Álvaratos, hvat síggja tit á Almannastovuni og í Almannaráðnum fyri tykk­ um, tá tit beinleiðis taka matin úr munninum á teim­ um eldru og pensjónistun­ um? Hava tit slett ikki fing­ urin á pulsinum, so tit vita og síggja, hvør veruligi tørvurin er? At skjóta seg undir, at talan er um eina játtan, sum er ov lítil og tíverri er brúkt, er alt ov vánaligt. Tit áttu at sæð frammanundan, hvussu stórur hesin tørvur er og stríðst fyri, at játtanin var tilsvarandi, tí hetta rakar tey eldru sera meint! Heldur ikki kann eg lata vera við at viðmerkja tað, Rósa Samuelsen skjeyt Tórshavnar kommunu við í útvarpinum hóskvøldið 2. apríl, tá hon segði, at hevði Tórshavnar kommuna bara havt raðfest útbyggingarnar á eldraøkinum hægri, so hevði støðan ikki verið tann, sum hon er nú. Merk­ ir hetta veruliga, at Rósa Samuelsen hevur pengar tøkar til rakstur á økinum, sum bara ikki verða brúktir? Høvdu vit í Tórshavnar kommunu havt bygt meira út, enn vit hava gjørt, høvdu vit so eisini fingið til raksturin frá landsstýri­ num, sum lógin fyri­ skrivar? Ella er veruleikin ikki tann, at tá hevði tað bara verið onkra aðra­ staðni, at sparingarnar høvdu rakt tey eldru í staðin? Nú haldi eg, at Rósa Samuelsen noyðist at spæla við opnum kortum og ikki krógva seg aftan fyri, hvussu alt kundi verið, um tað var øðrvísi! Nevnt verður, at komm­ unurnar kunnu kæra av­ gerðina um, at bara verða játtað 70 prosent til mat­ tænastuna og 45 prosent til koyri­ og vitjanartænast­ una. Jú, vit umhugsa veru­ liga tann møguleikan, tí núverandi støðu kann eing­ in liva við. Og vit kunnu heldur ikki liva við, at farið verður soleiðis við okkara eldru, sum gerast kasti­ bløkur í einum politiskum spæli, sum landsstýrið hevur ábyrgdina av, uttan at tey verða vird nakað sum helst. Kann ein kæra veruliga gera, at støðan hjá teimum eldru og pensjónistunum gerst betri, so skal tann møguleikin so sanniliga roynast! Her skulu eingir møguleikar vera óroyndir, tí eitt mark má vera, hvussu hjartaleyst tað ber til at fara við fólki! Onkra frægari páskaheilsan máttu Al­ mannastovan og Almanna­ ráðið havt at borið okkara eldru! Hvat ætlar Rósa við teimum eldru? borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Heðin mortensen