Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-08, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. apríl 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 69 - 8. apríl 2009 ] Meistarar- nir vóru hepnir FC Porto hevði uppiborið meira enn javnleik á útivølli móti Manchester United, og í Villarreal spældi eitt skert Arsenal 1-1 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Manchester United var í stórum trupulleikum á heimavølli móti FC Porto, tá fjórðings­ finala í Champions League var á skránni í gjár kvøldið. Porto kom á odda longu eftir fýra minutt­ um, og hóast Rooney javn aði fyri verjandi meist ar arnar eftir risa verju kiks, sat Porto á tí mes ta fyri steðgin. Eftir steðgin gekk meira javnt á, og heima lið ið tóktist nær sigri n um, tá Tevez skor aði til 2­1 fimm minutt ir undan leik­ loki. Men Porto fekk sein as ta orðið, tá Gon­ za l ez stóð leysur eftir lít ið sannførandi verju­ spæl. Og tí stendur Por to við nógv betra út gangs støðinum und­ an seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld um eina viku. Í Villarreal var Arse­ nal undir stórum trýsti. Fyrst kom heimaliðið á od da, og tá bæði Almunia og Gallas noydd ust skaddir av vølli num, stóð nógv á yng ru spælarunum á lið num. Tað eydnaðist tó at vinna sær ein 1­1 javn leik við einum fram úr máli frá Ade­ bay or, og so er Lon­ don­liðið helst væl nøgt undan retur upp­ gerð ini. Manchester United-FC Porto 2-2 (1-1) 0­1: Cristian Rodriguez, 4. 1­1: Wayne Rooney, 15. 2­1: Carlos Tevez, 85. 2­2: Manuel Nicolas Gonzalez, 89. Villarreal­Arsenal 1­1 (1­0) 1­0: Marcos Senna, 10. 1­1: Emmanuel Adebayor, 66. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg unni Regini eitt finalupláss, og hvussu víkir og vendir, verða bæði tapari og vinnari her í húsinum Niels Joensen, formaður í VÍF Faðir og sonur í Kví vík hittast sum kapp ing arneytar í FM-finalunum hjá monn um, tí annar er formaður í VÍF og hin spælari í H71. – Hvussu víkir og vend ir, verða bæði tapari og vinnari her í húsinum, staðfesta báð ir tveir HONDbóltur Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Í einum av húsunum Frammi í Gerði í Kvívík hev ur hondbóltsprátið verið ser liga lívligt í vetur, og nú tað stundar til FM­finalur­ nar í Atlantic Airways­ kapp ing ini, ber av. Orsøkin er heilt einfalt tann, at maður in í húsinum, Niels Joen sen, er formaður í VÍF, meðan sonurin, Regin Joen­ sen, spælir við H71. – Tað er eitt sindur serligt, og sjálvandi telja kenslurnar fyri VÍF nógv, tí øll trý børn ini hava spælt har. Men tað er ikki so einfalt kortini, og eg má viðganga, at hetta er mín dreymafinala. Eg unni Regini eitt finalupláss, og hvussu víkir og vendir, verða bæði tapari og vinnari her í húsinum. Tapari verði eg undir øllum umstøðum, so ella so, sigur Niels, sum í hesum »tap­og­vinn« práti num fær viðhald frá son i num, hóast teir nú eru kapp ingarneytar. – Eftir at Regin fyri tveim um ella trimum árum síð ani var kosin ársins stjørn u skot, steðgaði hann eitt sindur upp, so tí trongdi hann til onkra broyting. Hana hevur hann fingið í Hoy vík, tí tað hevur gingist væl hjá honum í vetur – og sjálv andi eisini hjá hoy vík­ ing um. Tey hava tikið væl ímóti honum og hann trívist sera væl í H71. Hesum tekur Regin bein­ an vegin undir við, og hann krógvar ikki, at hann er bliv in stuðlaður fult út av pápanum, hóast áhugamálini koma eitt sindur í bland, nú annaðhvørt VÍF ella H71 verð ur meistari. – Øll spyrja nógv, nú finalur nar nærkast, hvørjum pápin mín í veruleikanum heldur við, og so vilja tey eisini hava at vita, hvussu tað kennist at skula spæla finalur ímóti VÍF, sum eg eri uppvaksin í. Og prátið er sjálvandi eisini merkt av, at svágurin spælir við VÍF, sigur Regin, sum tó ikki er í iva um, hvar hansara heitas­ tu kenslur eru í hesum døg­ um. – Nei, nú eri eg so svartur, sum eg fái verið. Tá tú venur fýra ferðir um vikuna og spælir allar hesar dystir­ nar gjøgnum veturin, so gert tú sjálvandi alt fyri at vin na. Og nú er altavgerandi fyri meg, at vit í H71 vinna á VÍF og gerast meistarar. Tað hevði verið stórt at slopp ið at vunnið tað saman við hoyvíkingum, ið ongan­ tíð hava verið meistarar fyrr. FM-finalurnar í hondbólti hjá monnum koma annaðhvørt at geva vestmenningum sítt meistaraheiti nummar 22 ella hoyvíkingum sítt fyrsta nakrantíð HONDbóltur Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Júst sum hjá kvinnunum, hava VÍF og H71 sera ymiska tilgongd til FM­finalurnar, tí meðan VÍF ikki færri enn 21 ferðir hevur verið føroyameistari í bestu mansdeildini, eigur H71 enn sítt fyrsta meistaraheitið á. Besta úrslitið hjá H71 higartil er steypasigurin afturi í 1998. Um hugt verður at dystunum teirra millum í vetur, hevur H71 havt munin, hóast VÍF á stigatalvuni endaði trý stig frammanfyri og tískil eigur teir fyrimunir í sambandi við finalurnar, sum tað gevur. Eitt nú skal ein møgulig triðja finala spælast í Vestmanna. Tá liðini møttust í Hoyvík í november, vann H71 23­20, og í desember gjørdist talan um knúsandi stórsigur til hoyvíkingar, sum í Vestmanna vunnu 33­25. Síðani møttust liðini aftur í Vestmanna í januar, tá VÍF vann 29­27, men tá vestmenningar aftur vitjaðu í Hoyvík í februar, vann H71 við ikki færri enn 13 málum, 36­23. Men tey úrslitini hava sum so einki annað at siga nú, enn at tey kunnu stimbra sjálvsálitið eitt sindur, tí finaludystirnir eru tveir ella tríggir nýggir dystir, har alt stendur upp á spæl. Møguleikarnir eru bara tveir í tali, tí annaðhvørt endurtekur søgan seg – ella verður søga skrivað! VÍF og H71 undir sama taki Eina ferð aftrat ella fyrstu ferð Feðgarðnir Frammi í Gerði í Kvívík eru undan FM-finalunum í Atlantic Airways-kappingini í tí serligu støðu, at pápin er formaður í VÍF og sonur spælir við H71 Mynd: Jens Kristian Vang