mikudagur 8. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 47 - 8. mars 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Umframt heimsins hægsta
MVG skulu øll húskir í Før-
oyum gjalda eina upphædd,
eitt serligt brennioljuav-
gjald, ið er uppaftur hægri
enn MVG-ið, fyri at halda
hitan í egnum húsum o.l.
Við núgaldandi oljuprís-
um skal hvørt húski gjalda
540 kr í MVG, umframt
730 kr í brennioljuavgjaldi
fyri hvørjar 1000 litrar av
olju.
Tað verður upplýst, at
meðalnýtslan er 4000 litrar/
ár.
Útreiðslan
verður
tí
knappar 3000 krónur eftir
skatt. T.v.s at bert brenni-
oljuavgjaldið gevur meðal-
Áheitan á øll fakfeløg í Føroyum
húskinum eina meirút-
reiðslu uppá knappar 6000
kr árliga.
Á hendan hátt, skal van-
ligi føroyingurin bløða 70
milliónir krónur niður í
Landskassan.
Ein Landskassa, sum
sambart seinastu upplýsing-
um frá Landsbankastjóra-
num hevur eitt risaavlop
uppá uml 750 milliónir
krónur í 1999.
Tað er tí rætt, rímiligt og
skilagott at Føroya Løgting
avtekur lógina um serligt
brennioljuavgjald, ið er ó-
rættvíst, óneyðugt og sera
tyngjandi hjá føroysku fam-
iljuni.
Føroyska familjan fær við
avtøku av hesum órættvís-
isgjaldi ein hart tiltrongdan
skattalætta uppá uml 70
milliónir krónur.
Eg fari við hesum at heita
á fakfeløgini í Føroyum um
at stuðla teimum á Føroya
Løgtingi, ið vilja lætta um
hjá føroyinginum við heilt
at avtaka hetta óneyðuga og
órættvísa avgjald.
Vinarliga
Marjus Dam,
Løgtingslimur
NB: Løgtingsmál nr. 54/
1999: Uppskot til løgtings-
lóg um avtøku av løgtings-
lóg um serligt avgjald á
brenniolju er lagt fram og
til viðgerð í løtuni.
Seinastu dagarnar hevur al-
mikið orðaskifti verið um ta
vaksandi almennu umsit-
ingina. Semja tikist vera
um, at undirritaði hevur á-
byrgdina av, at henda um-
siting tvey tey seinastu árini
hevur ”eksploderað” út um
alt mark.
Nakrir politiskir
veruleikar
Løgtingið samtykti endaliga
í 1994, at Føroyar skuldu
hava nýggja stýrisskipan
við sokallaðari landsstýris-
mannaábyrgd. Stýrisskipan-
in kom í gildi á ólavsøku í
1995, og ráðharraskipanin
á ólavsøku í 1996.
Vit í Sambandsflokkinum
vóru tey, sum ávaraðu, og
sum vístu á vansarnar við
hesi skipan, og ikki minst á
tann eyka kostna, sum nát-
úrliga fylgir við eini so um-
fatandi broyting.
Hetta bleiv sum ikki ein-
aferð kveistrað til síðis av
teimum loysingarsinnaðu
flokkunum. Hetta skuldi
vera undanførðsla og mót-
støða ímóti framburði í Før-
oyum.
Endurtøka av
sjeytiárunum
Hetta minnir mest um- og
er ein endurtøka av sjeyti-
árunum, tá ið yvirtøkurnar
einki skuldu kosta. Tjóð-
veldismenn, javnaðarmenn
og fólkafloksmenn reikaðu
landið runt og boðaðu frá
árligum yvirskoti frá yvir-
tikna postverkinum uppá
fleiri tíggjutals milliónir um
árið. Nú skal postverkið
hava 56 milliónir krónur úr
landskassanum,
fyri
at
halda fram.
Lagnunar speisemi
Eins og aftaná sjeytiárini,
var tað aftur Sambands-
flokkurin, sum fekk til upp-
gávu at seta nýggju skipan-
ina í verk, samstundis sum
landið skuldi reisast aftur úr
tí djúpastu kreppu, sum teir
loysingarsinnaðu
høvdu
komið okkara samfelagi útí
nakrantíð.
Okkum so líkt, varð farið
til verka. Skipanin var til-
lagað einum lítlum samfel-
ag, og gjørd so bílig sum
møguligt, tá hædd varð tikin
fyri politiska kravinum um
ráðharraskipan, nevniliga 5
aðalstýri og einari løgmans-
fyrisiting.
Hvar vóru alternativini?
Tey sum kravdu, og sum
fingu teirra vilja um nýggja
stýrisskipan og ta minister-
iellu skipanina sum tey
stóru londini hava, kappast
nú , væl hjálpt av loyalum
embætismonnum og press-
uni, um at finnast at mær
og okkum, sum gjøgnum-
førdu uppgávuna.
Hvørki tá vit loystu upp-
gávuna, ella síðani, havi eg
sæð so mikið sum eitt ein-
asta ítøkiliga alternativið frá
nøkrum av teimum. Og
sjálvt um teir ikki høvdu
hugflog til at koma við alt-
ernativum tá, hví hava teir
so ikki gjørt broytingar tey
seinastu tvey árini, um hug-
flogið var so stórt?
Hvar stavar
vøksturin frá ?
Tá omanfyri nevnda er sagt,
skal eg av sonnum siga, at
eg eri skelkaður av tí
vøkstri, sum okkara umsit-
ing hevur verið fyri seinastu
tvey árini. Nýggja sam-
gongan setti tveir landsstýr-
ismenn afturat. Hetta førdi
aftur við sær, at vit fingu
eitt aðalstýri afturat, um-
framt eina sokallaða sjálv-
stýrisumsiting, sum bara til
sjálvstýrismál
einsamøll
kostar 12 milliónir krónur í
3 ár. Harumframt hevur so
at siga øll landsumsitingin
virkað sum ein loysingar-
fyrisiting til fyrireiking av
tí hálovaða komandi full-
veldinum. Sjálvandi kostar
sovorið nógvan pening.
Hetta er ivaleyst fyrstu
ferð í okkara parti av heim-
inum, at samlaða fyrisiting-
in í einum landi hevur fingið
til uppgávu at reisa land og
ríki runt og føra politiska
propaganda fyri eini sitandi
stjórn. við útvaldum her-
skara fer hetta fram. Flestu
munnu eisini minnast bú-
skaparfrøðingin, sum ikki
slapp við, tí hann ikki pass-
aði inn í myndina.
Summa sumarum
Ongin skal vera í iva um, at
eg taki ábyrgdina av, at hava
gjøgnumført tær bygnaðar-
broytingar, sum Føroya
Løgting álegði mær at gera.
Eisini haldi eg fast við, at
hetta varð gjørt skjótt, bíliga
og væl.
Men at lasta meg ella
Sambandsflokkin fyri, at
núverandi samgonga hevur
blást almennu umsitingina
upp, m. a. við tveimum eyka
landsstýrismonnum, við —
í krónum — nógv meira enn
tveimum eyka aðalstýrum,
tað góðtaki eg ikki undir
nøkrum umstøðum.
Tað má sitandi løgmaður,
og sitandi landsstýrismenn,
við teirra baklandi taka á-
byrgdina av.
At teir hava blást almennu
umsitingina upp í krónum
og oyrum, tað er forkasti-
ligt. At teir harumframt
hava broytt almennu umsit-
ingina til politisk amboð í
tí nógv umrødda amboðs-
kassanum, tað er uppaftur
nógv verri.
Edmund Joensen
Almenna umsitingin
– um at heita á Føroya Løgting um at avtaka lógina um serligt brennioljuavgjald
Í morgin fer uttanlandsnevndin hjá Løgting-
inum at handa landsstýrinum álitið í máli-
num um framtíðarstøðu Føroya. Langt um
leingi, tí tað vóru ígjár fjúrtan dagar síðani,
at nevndarformaðurin boðaði frá, at tá var
nevndin um at vera liðug við álit sítt.
Men síðani hava ymiskar hendingar darvað
arbeiðnum hjá uttanlandsnevndini, so hon
heldur ikki varð liðug við arbeiði sítt fríggja-
dagin í síðstu viku. Og ígjár fekk formaðurin
forfall, so varaformaðurin í nevndini avgjørdi
at bíða við at skriva undir álitini til í dag.
Tað er alla æru vert, at hann vildi hava
Tjóðveldisflokkin við til hesa søguligu hend-
ing.
Nú fekk formaðurin forfall, og tað kunnu øll
fáa, so hann skal ikki fáa nakra viðmerking
um tað, men tey, sum hava fylgt við í hesum
máli, eru sannførd um, at formaðurin kundi
havt borið skjótari at. Tað er langt síðani
greitt, at semjan fór bara at fáast millum
samgonguflokkarnar, meðan Javnaðar-
flokkurin og Sambandsflokkurin fóru helst
at skriva eitt felags álit. Hinvegin hevur verið
eitt sindur ógreitt, hvussu tað fór at verða
við Miðflokkinum, men eftir øllum at døma
verður hann ikki við í samgonguálitinum.
Nú kann onkur undrast, hví tað á hesum
stað verður funnist at tí, at arbeiðið hevur
gingið so seint. Áður er víst á, at málið
hevur ikki so stóran skund, og at framtíðar-
støða má umhugsast væl og virðiligt. Hin-
vegin hevur føroyski almenningurin bíðað
eftir, hvat stóð í uppritinum, tí tað snýr seg
um framtíðina hjá okkum øllum. Og uppritið
var loyniligt - lagt fram í trúnaði - til uttan-
landsnevndin var liðug við arbeiði sítt.
Nú er hon liðug, og í gjár kundu so fjølmiðl-
arnir, sum hildu seg til undirskriftina í Ting-
anesi, tá uppritið var flýggjað út, almanna-
kunngera tað. Men nógv nýtt var ikki í
álitinum, so í dag seta mong spurnartekin
við, hví tað skuldi haldast so loynligt. Neyv-
an hevði tað ávirkað arbeiðið í uttanlands-
nevndini nevnivert.
Nú hevur hetta drigið út, og samráðingarnar
nærkast, men ein orsøk er so vantandi
handalag í arbeiðsgongdini seinastu tíðina.
Hetta er so ein spurningur, sum Tjóðveld-
isflokkurin eigur at taka upp innanhýsis.
Tann størsti flokkurin á tingi kann neyvan í
longdini góðtaka, at formaðurin í tingbólki-
num er so ógreiður og skiftir støðu í týðandi
málum, eins og at formaðurin í eini av mest
týðandi nevndunum ikki megar at leiða
nevndararbeiði á ein nøgtandi hátt. Somu-
leiðis kann spurnartekin setast við, um tann
rætta tignin var yvir tingarbeiðinum síðsta
leygardag, tá 10-tals mál vórðu løgd fram.
Vantandi handalag
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki altíð, at tað er
ætlanin men tað hendir seg
kortini við hvørt, at so stór
øði kemur í fólk, at nevarnir
eru á lofti.
Um vikuskiftið fekk løg-
reglan í Havn tvær fráboð-
anir um harðskap í Club 20.
Ein maður hevði ripað einum
Nevin var á lofti
øðrum nevan beint framm-
aná so at nøsin brotnaði.
Í einum øðrum føri vóru
tveir menn farnir at skeldast
so mikið, at tann eini hevði
skallað hin í vangan so at
hann meiddi sær oyra.
Løgreglan sigur, at teir
báðir, sum slógu og skallaðu
vóru millum 25 og 35 ár.
– Men tað kann tykjast
løgið, at fólk ikki duga sær
hógv tá tey fara í býin og tað
er sera óheppið, tá slíkt
kemur fyri. Og sum oftast er
tað kleyvarskapur, sigur
vakthavandi.
Sum vant hevði gistingar-
húsið við J. Broncksgøtu eis-
ini opið um vikuskiftið.
Tríggir mans høvdu fingið so
mikið innanborða, at teir
vunnu upp hús ella teir vistu,
hvar teir búðu.
Tí tók løgreglan menninar
við á støðina har teir fingu
eina song at sova í. Tá teir
vóru klárnaðir so mikið dag-
in eftir, vórðu teir settir út
aftur á gøtuna og tá mundi
gangast betur at stýra heim
til hús