mikudagur 8. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 47 - 8. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 47 - 8. mars 2000
Løgmaður mátti skammast
Løgmaður vil hava dagørt eftirløninar hjá løgmanni og landsstýrismonnunum. Uppskot um hetta er lagt fyri Løg-
tingið. Tað er toppmált, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, sum heldur, at hann átti heldur at goldið vaksi-
konunum á Toll- & Skattstovuni tvey prosent í eftirløn
EDVARD JOENSEN
Samstundis sum løgmaður
leggur uppskot fyri Løg-
tingið um hækking av
landsstýrismannaeftirløn-
um við 60-70%, noktar
Fíggjarmálastýrið at gjalda
eftirløn fyri vaskikonurnar
á eini deild hjá Toll- &
Skattstovuni. Hesar eru
limir í Føroya Arbeiðara-
felag.
Tað heldur Ingeborg
Vinther, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag vera topp-
mált. Hon heldur tað vera
nógv fyri, at løgmaður skal
meta landsstýrismenn vera
so nógv meira verdar enn
onnur fólk, at teir skulu
hava einar 22.000 krónur
meira í eftirløn um mánan,
enn vanligir pensionistar
fáa.
Ingeborg Vinther sigur,
at tað er nú nakað síðan,
hetta málið við vaskikon-
unum tók seg upp. Talan
var um tvær vaskikonur,
sum arbeiða eftir sáttmála
hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Tað almenna hevur góðtik-
ið at løna fólki eftir hesum
sáttmála, hóast tey arbeiða
hjá almennum stovnum.
Og tí varð eisini roknað
við, at hesi fólkini fóru at
verða lønt eftir eftir sátt-
málanum hjá Føroya Ar-
beiðarafelag. Íroknað tvey
prosent eftirlønargjald.
Men soleiðis varð ikki,
sigur Ingeborg Vinther.
Boð komu úr Fíggjarmála-
stýrinum, at tað skuldi ikki
gjaldast.
Ingeborg Vinther held-
ur lítið um, at Annfinn
Kallsberg, løgmaður, skal
koma sær at leggja uppskot
um hækking av egnari eft-
irløn fyri Løgtingið, sam-
stundis sum eitt slíkt mál
koyrir.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, hevur lagt uppskot
fyri Løgtingið til løgtings-
lóg um broyting í løgtings-
lóg um samsýning og eftir-
løn landsstýrismanna v.m.
Talan er um dagføring
av verandi løgmans- og
landsstýrismanna eftirløn-
um, sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður.
Tað, sum løgmaður vil
við uppskotinum, sigur
hann, er at fáa somu skipan
at galda fyri landsstýris-
menn, sum er galdandi fyri
løgtingsmenn. Ein sam-
skipan av eftirlønunum,
sigur Anfinn Kallsberg.
Tað er soleiðis, sigur
løgmaður, at um ein løg-
tingsmaður verður lands-
stýrismaður, byrjar eftir-
lønaraldurin av nýggjum,
tá hann fer í Landsstýrið.
Eftir nýggja uppskoti-
num skal bera til at sam-
skipa eftirlønina hjá løg-
manni og landsstýrismonn-
unum, so tað verður fram-
hald í soleiðis, at ein ikki
missir av eftirlønini, um
ein
gerst
landsstýrismaður.
Ingeborg Vinther heldur tað vera toppmált, at løgmaður nú ætlar at hækka pensjónirnar hjá landsstýrismonnum
Hjartað á røttum stað
Lions Club í Vágum hevur latið Vága Bjargingarfelag eitt hjartatól at hava í
sjúkrabilinum í Vágum. Tólið mátar EKG, blóðtrýst, súrevni í blóðinum og
kann setast beinleiðis í samband við Landssjúkrahúsið
EDVARD JOENSEN
Lions Club í Vágum hevur
latið Vága Bjargingarfelag
ein sonevndan defibrilator,
ella eitt hjartatól, sum leyv-
urnar í Vágum nevna tað.
Tólið varð handað formann-
inum í Bjargingarfelagnum
á Giljanestiltakinum hjá Li-
ons Club føstulávintssunn-
udag.
Heini F. Petersen, for-
maður í Lions Club í Vág-
um, handaði Tórhalli, Sim-
onsen, formanni í Vága
Bjargingarfelag, tólið. Heini
F. Petersen sigur, at tólið er
keypt fyri pening, sum Li-
ons Club hevur savnað inn
seinastu tvey árini. Hetta
tólið, sum er sera framkom-
ið tekniskt, kostar góðar
100.000 krónur.
Í samband við handan-
ina var Jógvan Jensen,
portørur, komin úr Havn at
greiða frá tólinum, og hvat
tað skal brúkast til.
Jógvan Jensen sigur, at
talan er um ein defibrilator,
stoytgevara, við EKG mon-
itori. Tað serliga við hesum
tólinum er, at tað við einum
modemi kann koblast til
Landssjúkrahúsið, haðani
ein serlækni so kann sita og
ráðgeva kommunulækna-
num ella portørinum, sum
stendur við sjúklinginum
vesturi í Vágum.
Jógvan Jensen, portørur,
leggur tó dent á, at hetta ikki
er nakað, sum bara verður
gjørt soleiðis uttan víðari.
Tað skulu takast avgerðir
hjá rætta viðkomandi um
hetta, áðrenn tað yvirhøvur
kann koma upp á tal. Eisini
skulu fólkini, sum skulu ar-
beiða við hesum tólinum,
lærast at brúka tað.
Tað vísir seg, sigur
Jógvan Jensen, at ein stórur
partur av teimum sjúkling-
um, sjúkrabilarnir fara eftir,
eru fólk við hjartatrupuleik-
um. Og tá er tað gott at
kunna geva skjóta viðgerð.
Tað kann til dømis vera
stórur munur á at kunna
byrja viðgerðina, meðan
sjúklingurin enn er í Sør-
vági, enn um bíðast skal til
hann er komin til Havnar.
Tað er, sum sagt, Lions
Club í Vágum, sum hevur
latið tólið. Tað er ein partur
av arbeiðinum hjá Lions at
lata pening til góðgerandi
endamál. Sjálvandi eru eis-
ini aðrar útreiðslur hjá fel-
agnum, sum peningur skal
fáast til vega til. Og tað
verður gjørt á so ymsan hátt.
Hjá leyvunum í Vágum
er sonevnda Giljanestiltakið
ein árliga afturvendandi
táttur. Heini F. Petersen, for-
maður í Lions Club í Vág-
um, sigur, at teir plaga at
hava hetta tiltakið føstuláv-
intssunnudag. Og hann letur
at, at tiltakið fær góða und-
irtøku frá vágafólki. Í ár
komu meira enn 180.000
krónur inn brutto. Her skal
so sjálvandi nakað av aftur,
men ein fittur biti man kort-
ini fara at liggja eftir, vænta
teir.
Heini F. Petersen vísir
á, at tað er tó ikki bara
sjálvum lionslimunum fyri
at takka, at tiltøkini ganga
so væl. Sum ikki einaferð
standa konurnar aftan fyri
og taka tøk, sigur hann. Og
hann leggur aftrat, at tað
eiga
tær
stóra
tøkk
uppiborna fyri.
Lionsformaðurin í Vágum, Heini F. Petersen, hm. handar Tórhalli Simonsen, formanni í Vága Bjargingarfelag, hjartatólið
Mynd: Edvard Joensen
JOHN JOHANNESSEN
Klokkan hálvgum tvey í
gjár hittust landsstýrisfólk
og tinglimir til tingfund. Og
júst tá kunnaði landsstýrið
teir tinglimir, ið eisini eru
limir í uttanlandsnevndini,
um, at tað fór at taka trún-
aðarstemplið á uppritinum
til ríkisrættarligu samráð-
ingarnar aftur, so at uppritið
var alment eftir klokkan
tvey.
Landsstýrið metir nevni-
liga viðgerðina av málinum
at vera lidna, hóast tað ikki
bar til at fáa málið formliga
avgreitt í gjár, tá formaður
nevndarinnar fekk forfall.
Enn vantar tó, at seinastu
undirskriftirnar verða settar
á tey trý tilmælini frá uttan-
landsnevndini, og tí verða
tey ikki almannakunngjørd
fyrr enn eftir fundin í uttan-
landsnevndini seinnapartin
í dag, tá málið verður enda-
liga avgreitt.
Efir at landsstýrið hevur
nærlisið tilmælini verður
tíðindafundur
hildin
í
Tinganesi um, hvat víðari
fer at henda í fullveldismál-
inum og, hvørja kós lands-
stýrið fer at velja í samráð-
ingunum. Hesin tíðinda-
fundurin verður hósdagin
klokkan ellivu fyrrapartin.
Uppritið almanna-
kunngjørt
Funnu onga breiða semju
Breið semja fanst ikki í uttanlandsnevndini fyri fullveldis-
ætlanunum. Tilmælini verða latin landsstýrinum í dag eft-
ir døgurða
JOHN JOHANNESSEN
Tá landsstýrið í dag eftir
døgurða fær handað tilmæl-
ini í fullveldismálinum,
verða tey trý í tali. Eitt frá
samgonguflokkunum, eitt
frá Sambandsflokkinum og
Javnaðarflokkinum og eitt
frá Miðflokkinum. Sostatt
er nógv umrødda breiða
semjan, ið skuldi finnast í
uttanlandsnevndini fyri ætl-
anum landsstýrisins, ikki
rokkin.
Tá uppritið til ríkisrætt-
arligu samráðingarnar fór í
uttanlandsnevndina at verða
viðgjørt, søgdu løgmaður
og varaløgmaður seg vera
vísar í, at nevndin fór at
finna eina breiða semju í
málinum. Teir væntaðu
helst, at Miðflokkurin fór at
taka undir við fullveldisætl-
anini, somuleiðis sum teir
eisini roknaðu við at fáa
Javnaðarflokkin við. Vón-
irnar fyri, at Sambands-
flokkurin fór at taka undir
við ætlanini vóru kortini
ikki tær heilt stóru.
Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin hava, eft-
ir fleiri fundir seinastu tíð-
ina millum leiðslur floksins,
funnið fram til eitt felags
tilmæli, ið flokkarnir løgdu
fyri uttanlandsnevndina í
gjár.
Javnaðarflokkurin boðaði
á eyka landsfundi herfyri
frá, at hann ikki tekur undir
við ætlan landsstýrisins, og
tí ikki fór at stuðla henni.
Men flokkurin hevur tó
boðað frá, at hann ynskir
meira sjálvstýri. Hann vil
yvirtaka málini, so hvør før-
oyingar eru førir fyri tí, í
staðin fyri at taka yvir øll
mál, eins og landsstýrið vil.
Sambandsflokkurin vil
eisini broytingar, um ikki so
víðgongdar, sum Javnaðar-
flokkurin. Men kortini hava
hesir báðir flokkar á ein-
hvønn hátt funnið saman í
fullveldismálinum
Í sambandi við, at Sam-
bandsflokkurin og Javnað-
arflokkurin hava arbeitt
saman um felags álit, hevur
Jenis av Rana ført fram, at
fór hetta at verða veruleiki,
er breiða semjan longu
funnin, tí tá hevur Javnað-
arflokkurin togað Sam-
bandsflokkin langt á slálv-
stýrisleið. Miðflokkurin sig-
ur seg virða samráðingar-
rættin hjá landsstýrinum,
Formaðurin innlagdur
JOHN JOHANNESSEN
Uttanlandsnevndin
fekk
ikki endaliga avgreitt full-
veldismálið, eins og ætlað,
á fundinum gjáramorgunin.
Orsøkin til hetta var, at
formaður
nevndarinnar,
Hergeir Nielsen úr Tjóð-
veldisflokkinum, brádliga
fall um umborð á Smyrli á
veg norður á fund og varð
fluttur á Landssjúkrahúsið.
Varamaður Tjóðveldis-
floksins í uttanlandsnevnd-
ini er Jógvan Durhuus, og
tá hesin var staddur í Dan-
mark og tískil heldur ikki
kundi møta, var Tjóðveldis-
flokkurin ikki umboðaður á
fundinum í uttanlands-
nevndini fyrrapartin í gjár.
Tískil var bert stuttur
fundur hildin undir leiðslu
av varaformanninum, Heð-
ini Mortensen úr Sam-
bandsflokkinum. Á hesum
fundi var gjørt av at halda
endaliga fundin í dag klokk-
an eitt. Tá er Jógvan Dur-
huus komin úr Danmark, og
tískil ber tá til hjá Tjóðveld-
isflokkinum, eins og hinum
flokkunum at skriva undir
tilmæli til landsstýrið.
Tað ber nevniliga bert til
hjá valdum varalimi at møta
til fundir í uttanlandsnevnd-
ini, tá uttanlandsnevndar-
limur fær forfall.
Tá Sosialurin tosaði við
umboð fyri Tjóðveldis-
flokkin á middegi í gjár,
fingu vit at vita, at Hergeir
Nielsen liggur á B8 á
Landssjúkrahúsinum, ið er
intensiv deild. Støðan hjá
formanni uttanlandsnevnd-
arinnar var stabil, hóast
hann var heldur illa fyri.
Formaður uttanlandsnevndarinnar
varð í gjár í skundi lagdur inn á
Landssjúkrahúsið. Tí eru tilmælini til
uppritið um samráðingar við danir
aftur útsett
men hevur kortini skrivað
sítt egna álit. Hetta heldur
hann vera skilabest, hóast
flokkurin, eins og samgong-
an, vil hava broytingar í rík-
isrættarligu støðuni.