Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 ...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, ið skulu mynda føroyska fiskivinnu komandi árini. Eitt sindur um teg Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Tað sæst ikki á skræðuni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka framtíðina í Føroyum. Eitt sindur um okkum Vit bjóða eina spennandi útbúgving, ið tekur støði í veruleikanum. Tað, tú lærir, kanst tú brúka, og tey, ið undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku fiskivinnuni. Fiskivinnuskúlin bjóðar tvinnar útbúgvingar "2 ára vinnurættað útbúgving (AIF), ið gevur beinleiðis atgongd til arbeiðsmarknaðin ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum. "3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar. Ring 424573 og bið um umsóknarblað. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28 www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo stephanssons hús Tað er nú heilt greitt, at landsstýrismaðurin noyðist í rættin at verja uppsøgnina av Jákupi Mørkøre ÁKI BERTHOLDSEN Enn er tað seinasta orðið ikki sagt í málinum um upp- søgnina av Jákupi Mørkøre. Tað er greitt, eftir ein fund ímillum nevndina í Føroya Verkfrøðingarfelag og Ják- up Mørkøre og tann upp- sagda leiðaran á Lands- sjúkrahúsinum. Eftir tann fundin varð tað nevniliga greitt, at Verk- frøðingafelagið og Jákup Mørkøre fara at stevna Hel- enu Dam á Neystabø fyri rættin, so at tann uppsagdi sjúkrahúsleiðarin kann fáa uppreisn. – Vit hava roynt at loysa málið við at tosa við Helenu Dam á Neystabø, men tað kom onki burturúr. – Og so er onki annað at gera, uttan at royna málið í rættinum, sigur Suni Joen- sen, formaður í Verkfrøð- ingarfelag Føroya. Tað vakti ans, tá ið Hel- ena Dam á neystabø brád- liga segði leiðaran á Lands- sjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre úr starvi mitt í jan- uar. Í stuttum var uppsagnar- grundin, at hann hevði verið óloyalur og ólýðin ímóti tí politiska myndugleikanum, sum hann arbeiddi undir og at hann var óegnaður sum leiðari. – Annar møguleikin er, at stevna við kravi um, at Hel- ena Dam á Neystabø við- urkennir, at skuldsetingar- nar um óloyalitet og ólýdni eru órættvísar. –Triði møguleikin er at stevna Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing fyri at hon hevur kallað Ják- up Mørkøre óloyalan og ó- lýdnan. – Men fáa vit viðhald í tí, fer tað at elva til eitt nýtt sakarmál við kravi um, at uppsøgnin verður tikin aft- ur, ella við kravi um, at Hel- ena Dam á Neystabø við- urkennir, at hon var órætt- vís. Í øllum førum kann krav um endurgjald eisini koma uppá tal, sigur Suni Joen- sen. Sjálvur hevði embætis- maðurin 14 dagar at gera viðmermingar til málið. Men tað førdi onki nýtt við sær og fyrst í februar varð uppsøgnin endaliga staðfest. Føroya Verkfrøðingafel- agið, sum er felagið hjá Ják- up Mørkøre, hevði síðani eina hoyringsfreist uppá ein mánað. Og tann freistin varð úti um vikuskiftið. Men heldur ikki hetta førdi nakað við sær. Suni Joensen, formaður í Verkfrøðingafelagnum sig- ur, at felagið hevur alla tíð- ina havt ta áskoðan, at upp- søgnin er órættvís og at al- manna og heilsumálastýrið alla tíðina var fult vitandi um tað, sum Jákup Mørkøre gjørdi, sum leiðari á Lands- sjúkrahúsinum. Tí hevur felagið eisini alla tíðina gjørt sær greitt, at minsta kravið var, at Ják- up Mørkøre fekk uppreisn. Men Suni Joensen hevur eisini gjørt greitt, at eitt rættarmál var sjálvsagt seinasti útvegurin, og at all- ar royndir skuldu gerast at loysa málið á meiri „friða- ligan“ hátt. – Í hoyringartíðini hava vit havt fund við Helenu Dam á Neystabø. – Men frá henni hava vit heilt fingið at vita, at hon metir, at málið er liðugt við- gjørt og tískil avgreitt. So- statt ger hon ikki meiri við málið, sigur Suni Joensen. Hann sigur, at tí er ongin útvegur eftir hjá Verkfrøð- ingafelagnum uttan at royna málið í rættinum. Fleiri møguleikar Men hóast tað er gjørt av at fara í rættin við málinum, er tað ikki endaliga avgjørt, akkurát, hvussu farast skal fram. – Sum er, síggja vit tríggj- ar møguleikar fyri okkum, sigur formaðurin í verkfrøð- ingafelagnum. – Tann fyrsti møguleikin er at stevna við kravi um, at uppsøgnin verður tikin aft- ur. Vit noyðast at fara víðari við málinum – Fær Jákup Mørkøre viðhald, er tað ótrúliga óheppið hjá landsstýrismanninum, sigur formaðurin í Føroya Verkfrøðingafelag ÁKI BERRTHOLDSEN – Hetta er ein spurningur um rættartrygdina hjá okk- um øllum somlum. – Tí noyðast vit at fara víðari við málinum. Sigur Suni Joensen, for- maður í Føroya Verkfrøð- ingafelag. Tað, hann sipar til, er upp- søgnin av Jákupi Mørkøre, fyrrverandi leiðara á Lands- sjúkrahúsinum. Hann heldur, at málið hevur so grundleggjandi týdning, at tað er neyðugt at fara so langt við tí, sum tað er neyðugt at fara, fyri at fáa tað lýst út í æsir. Og sum tað sæst á grein- ini omanfyri, er tað greitt, at eftirsum allar royndir at loysa málið við fundum og samráðingum, endaðu úr- slitaleysar, er tað nú gjørt av fara heilt í rættin við tí. Og tað skilst á formann- inum, at tey halda seg hava góð kort á hondini. – Vit hava kannað tað skjalatilfar, sum er í málin- um, og vit halda okkum hava gott at halda um, sigur ella einum øðrum, óheftum stovni, sum borgarar kunnu kæra til, tá ið teir kenna seg órættvíst viðfarnar. – Tá ið Jákup Mørkøre varð uppsagdur, bað hann Løgmann taka málið upp og kanna tað. – Tað hevur Løgmaður eisini gjørt. – Men tað bleiv ikki ann- að enn málið um Lands- verkfrøðingin umaftur: Nú sleppur rætt- urin at taka støðu til, antin Helena Dam á Neystabø segði Jákup Mørkøre upp av órøttum, ella ikki, tí nú hevur Verkfrøð- ingafelagið gjørt av at stevna. Møguliga verður Helena Dam á Neystabø stevnd fyri ærumeiðing formaðurin í Verkfrøðinga- felagnum. Stóran týdning Suni Joensen sigur, at Verk- frøðingafelagið tekur málið í allar størsta týdningi. – Tað er ikki rætt, at tað skal bera til at tveita fólk til hús, uttan veruliga orsøk, sama um talan er um ein leiðara, ella um onnur starvsfólk. – Tí er hetta ein spurn- ingur um rættartrygdina hjá okkum øllum somlum at fáa hetta málið lýst út í æsir. Men hann leggur afturat, at fær Jákup Mørkøre við- hald í sakarmálinum, er tað harafturat serstakliga ó- heppið, at tað av øllum skal vera ein landsstýrismaður, sum ber seg soleiðis at, og sum leggur ein almennan leiðara undir bæði óloyalitet og ólýdni. Óheftan kærustovn Suni Joensen leggur afturat, at hetta málið er eitt gott dømi um, hvussu átrokandi neyðugt tað er við einum løgtingsins umboðsmanni, Helena stevnd – Løgmaður fekk eina frágreiðing frá avvarðandi landsstýrismanni og hana tók hann til eftirtektar. – Í hesum málinum hevur hann boðað Jákupi Mørkøre frá, at hann hevur fingið eina frágreiðing frá Helenu Dam á Neystabø, har hon metir, at alt er rætt fram- farið.Og tað frágreiðingina hevur hann tikið til eftir- tektar. Sostatt hevur løgmaður einaferð enn kannað sín egna landsstýrismann, men onki kom burturúr. – Tí er tað avgjørt neyð- ugt, at vit fáa ein púra ó- heftan kærustovn, sigur for- maðurin í Verkfrøðingafel- agnum. Hetta er ikki bara eitt sakarmál um Jákup Mørkøre. hetta er nógv álvarsligari enn so, tí hetta snýr seg um rættartrygdina hjá okkum øllum somlum, sigur Verkfrøðingafelagið ÓLAVUR Í BEITI Katrin Dahl Jakobsen hevur sett Karsten Han- sen, fíggjarmálaráð- harra, fyrispurning, og vil hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur tað vera rættast og sømilig- ast at bera seg at mót- vegis borgara, sum hevur brúkt sína egnu tíð og ov hart skattaða pening at sannføra skattavaldið um sín lógliga rætt, tá um skattlig viðurskifti ræður? Um so er, at van- ligur skattgjaldari hevur goldið ov lítið í skatti, kann hann verða kravdur eftir peningi og rentu í minsta lagi fimm ár. Er tað sama galdandi fyri vinnuna, í hesum føri- num reiðaríið, um tað hevur fingið pening av órøttum? spyr Katrin Dahl Jacobsen. Og víðari spyr Katrin Dahl Jacobsen, um landsstýrismaðurin ætlar at syrgja fyri, at hesin peningur kemur í aftur landskassan, og hvørjar møgulleikar heldur hann vera fyri, at so verður? Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at hesir sjó- menn verða rættvíst við- farnar, ella verður neyð- ugt hjá hvørjum einstøk- um at gera vart við seg? Hvussu heldur landsstýr- ismaðurin seg kunna forða fyri, at slíkt endur- tekur seg? 3–4 mió. ov nógv Og í viðmerkingunum sigur Katrin Dahl Jacob- sen, at seinastu tvey árini hava føroyingar, sum hava mannað hollendsk skip, sum eru leigað før- oyskum dótturfelag, stríðst við at vísa á, at teir hava verið skattliga vanbýttir. – Føroyingar við hes- um skipum hava verið skattaðir eftir § 25 A í skattalógini, sum fevnir um skip undir FAS-skip- anini, t.v.s. føroysku al- tjóða skipaskránni. Eftir tógvið stríð er nú greitt, at menninir áttu at verið skattaðir eftir § 25 B í skattalógini, tí talan er um skip, sum ikki eru í FAS-skipanini. Eftir § 25 A í skattalógini hava menninir goldið 35% í skatti av bruttoinntøk- uni. Føroyska felagið hevur fingið aftur 28% av skattinum. – Eftir § 25 B áttu teir at fingið 50 tús. kr. í botnfrádrátti og goldið 15% av bruttoinntøkuni, um hon er niðan fyri 200 tús. kr., og 8% av inn- tøkuni úr 200 tús. kr. upp í 350 tús. kr. Reiðarin hevur ikki rætt at fáa pening aftur frá skatta- valdinum, sigur Katrin Dahl Jacobsen, og hevur roknað út, at føroysku manningarnar, einir 70- 100 mans í tali, hava goldið ímillum 3 og 4 mió. kr. ov nógv í skatti, og reiðari hevur fingið 28% av hesum aftur frá skattavaldinum. Ótýdligt – Øðrvísi tykist vera fyri vinnuliga partin. Og tað, hóast skrásetingin av vinnuligum virksemi er nógv meiri umfatandi og neyv, enn hon er hjá løn- takaranum. – Tí er áhugavert at vita, hvussu sjálvvirk- andi okkara skipan er í einum føri sum hesum viðvíkjandi manning og reiðara, sum skattavaldið nú staðfestir er skeivt at- borið. Somuleiðis, um vit góðtaka, at borgarin sjálvur má taka á seg at gjalda fyri at loysa mál sum hetta. – Eingin ivi man vera um, at líka so lítið huga- ligt manningin man halda tað vera, at ov nógv er tikið frá teimum - líka so ótýdligt man reiðarin halda tað vera at hava vunnið sær nakað av órøttum, sigur Katrin Dahl Jacobsen í við- merkingunum. Reiðarin ikki rætt at fáa pening aftur frá skattavaldinum Føroysku manningarnar, einir 70–100 mans í tali, hava goldið ímillum 3 og 4 mió. kr. ov nógv í skatti, og reiðari hevur fingið 28% av hesum aftur frá skatta- valdinum, vísur Katrin Dahl Jacobsen m.a. á í viðmerkingum til fyrispurning