Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 Tíðin stóra stríðsmálið Føroya Lærarafelag vil hava meira tíð til næmingarnar, men tað kostar tí almenna kassanum nógvar pengar. Partarnir skuldu samráðast um nýggjan sáttmála allan gjár EYÐUN KLAKSTEIN Føroya Lærarafelag og Løn- ardeildin hjá Fíggjarmála- stýrinum skuldu allan dagin í gjár fundast um nýggjan sáttmála. Semingsmenninir, sum komu upp í leikin fyri einari viku síðani, útsettu tá ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku. Og tað var til á midnátt í gjárkvøldi. Fyrrpartin í gjár vildu partarnir ikki tosað við fjøl- miðlarnar. Semingsmenni- nir høvdu givið pørtunum munnkurv. Ætlanin var, at semings- menninir skuldu leggja eitt semingsuppskot fyri partar í gjárkvøldið, og teir skuldu svara áðrenn midnátt. Um partarnir eftir midnátt fram- vegis vóru sinnaðir at tosa saman, skuldu samráðingar- nar halda fram. Stóru stríðsmálini í sátt- málasamráðingunum eru lønin og arbeiðstíðin. Føroya Lærarafelag vil hava betri treytir til sínar limir. Fyrst og fremst vil felagið hava somu lønar- hækking, sum onnur hava fingið, og síðani vil felagið hava, at lærararnir fáa betri tíð at fyrireika og samskipa arbeiði eftir nýggju fólka- skúlalógini. Hetta kann kosta tí almenna nógvar pengar. Tíð kostar nógvar pengar Formaðurin í Lærarafelag- num vildi í gjár einki siga um krøvini, men í Skúla- blaðnum, sum Føroya Lær- arafelag gav út í síðsta mán- aði, gjørdi Elsa Birgitta Pet- ersen greitt, hvat tað er, sum felagið fer at krevja frá Fíggjarmálastýrinum. –Vit vilja ikki hava meira løn enn hini, men vit hava gjørt greitt, at kostnaðurin av tí, sum er lagt afturat okkara arbeiði, ikki skal tak- ast av lønarhækkingini hjá okkara limum, segði Elsa Birgitta Petersen í Skúla- blaðnum. Lærararnir vilja hava meira tíð til næmingarnar, og hendan tíðin kostar peng- ar – kanska einar 60-70 milliónir krónur. Karsten Hansen, lands- stýrismaður við fíggjarmál- um, hevur áður sagt, at um nýggja fólkaskúlalógin kostar so nógvar pengar, má hon broytast aftur. Lærararnir og leiðslurnar á skúlunum eru ikki sinnað at fara aftur til eina gamla skipan, og tí stóðu partarnir langt frá hvørjum øðrum, tá farið varð undir samráðing- arnar. Drúgvar samráðingar Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið hava ver- ið í samráðingum síðani í heyst. Beint áðrenn felagið skuldi fara í arbeiðssteðg 1. november í fjør, varð ein fyribilssemja gjørd, sum tryggjaði lærarunum eina ávísa lønarhækking. Tá varð avgjørt, at samráðast skuldi seinni um eyka arbeiði, sum nýggja fólkaskúlalógin hev- ur við sær. Føroya Lærarafelag er sinnað at stríðast fyri sínum krøvum, og tað kann føra til arbeiðssteðg. Um tað kemur so langt, verður tað fyrstu ferð, at fólkaskúlalærara fara í lóg- ligan arbeiðssteðg. SVEINUR TRÓNDARSON Tað er ikki altíð, at tað er ætlanin men tað hendir seg kortini við hvørt, at so stór øði kemur í fólk, at nevarnir eru á lofti. Um vikuskiftið fekk løgreglan í Havn tvær frá- boðanir um harðskap í Club 20. Ein maður hevði ripað einum øðrum nevan beint frammaná so at nøs- in brotnaði. Í einum øðrum føri vóru tveir menn farnir at skeld- ast so mikið, at tann eini hevði skallað hin í vangan so at hann meiddi sær oyra. Løgreglan sigur, at teir báðir, sum slógu og skall- aðu vóru millum 25 og 35 ár. »Men tað kann tykjast Tíðarrit við skeivum upplýsingum Um dagarnar kom tíðarritið »Rigsfællesskabets fremtid«, sum Edition ELKI-SP í Silkeborg gevur út, á gøtuna. Hóast teksturin er vælmeintur, so eru tølini í fleiri av greinunum, heilt við síðuna av. »Tað er sera óheppið og skal ikki koma fyri« sigur Erik Laugesen Kristensen, blaðstjóri SVEINUR TRÓNDARSON Um dagarnar kom blað nummar tvey í røðini og tað fyrsta blaðið í ár av »Rigs- fællesskabets fremtid«, sum forlagið Edition ELKI-SP í Silkeborg gevur út, á gøt- una. Tíðarritið er skrivað av fólki, sum taka undir við ríkisfelagsskapinum og er eisini ætla at fáa fólk at fara betri um felagsskapin enn gjørt verður í løtuni. Kortini hava vit fest okk- um við, at ein partur av tal- skjalaprógvunum í høvuðs- greinini eru skeiv. Í greini, sum høvundin kallar »Selv- stændighed i Rigsfællesska- bet«, sigur Erik Laugesen Kristensen, at danski ríkis- stuðulin til Føroya er 2,5 mia. krónur og at føroyska fíggjarlógin er upp á 5 mia. krónur. Hesi tøl eru skeiv og tí ringdu vit til Erik Laugesen Kristensen og gjørdu hann varugan við mistaki. Sam- stundis spurdu vit hann um hann metti tað gagna kjak- inum at brúka skeiv tøl »Tað sigur seg sjálvt, at tað ger tað ikki. Sjálvandi skulu tølini vera røtt, og eg skilji ikki, at tey eru so langt við síðuna av«, sigur hann. Hann vildi kortini ikki av- dúka hvaðani hann hevði tølini í greinini. Hann segði tó, at hann fór at rætta tølini inni á heimasíðuni hjá tíð- arritinum. Tað hava vit stað- fest, at hann hevur gjørt. Serstakliga óheppið Vit ringdu eisini til Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum og bóðu hann um eina viðmerking. »Tað er serstakliga óhepp- ið, at teir brúka skeiv tøl. Tølini, sum teir hava brúkt í hasi greinini hava als ikki hald í veruleikanum«, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at tað kann skaða kjakið millum fólk, at upplýsing- arnar, sum vera lagdar fram í einum slíkum tíðarritið eru skeivar. »Hyggja vit at fíggjarlóg- ini fyri í ár, so síggja vit, at vit bókstaviliga hava sett meginpartin av blokkstuðl- inum á bók, og tí er tað bein- leiðis ósatt, at tað fer út sum nýtsla« sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at hevði høvundin ómakað sær at hugt eftir føroysku fíggj- arlógini, ella bara spurt um hana, so hevði hann fingið rættar upplýsingar. Um dagarnar frættist, at yvirskotið á fíggjarlógini seinasta ár var góðar 700 mió. krónur og tað er í sær sjálvum nakað heilt fyri seg heldur Høgni. »Tað merkir, at høvdu vit ikki tað serliga stóru skuld- ina, so kláraðu føroyingar seg í fjør uttan blokkstuðul- in« sigur landsstýrismaður- in. Kenna ikki veruleikan Tað, sum Høgni heldur er óheppið er, at fólk, sum fara í holt við at skriva tilfar um ríkisttuðulin, ikki vita hvat tey skriva um. »Hevði hann spurt hjá okkum, so fekk hann røttu upplýsingarnar, men tað hevur hann ikki gjørt. Men hann er ikki tann einasti, sum er fallin í hasa veitina« sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at formað- urin í Ráðgevandi nevndini Arne Larsen eisini hevur brúkt skeiv tøl tá hann hevur úttalað seg, og hann skuldi í hvussu er vita, hvat hann tosar um. »Tað keðiliga er, at fólk lurtar eftir teimum og trúgva teimum upplýsingum teir koma við, og tað er tað sum kann skaða kjakið og tað kann ikki verða meiningin« sigur Høgni Hoydal. Tølini, sum verða brúkt í tíðarritinum »Rigsfællesskabets fremtid« eru heilt burturvið. Tað er eftir øllum at døma komið bland í grønlendsku og føroysku tølini uttan at grein- skrivarin hevur uppdagað tað. Hann endurtekur somu tøl í aðrari grein inni í blaðnum Nevin var á lofti Løgreglan í Havn fekk um vikuskiftið tvær fráboðanir um harðskap løgið, at fólk ikki duga sær hógv tá tey fara í býin og tað er sera óheppið, tá slíkt kemur fyri. Og sum oftast er tað kleyvarskapur« sig- ur vakthavandi. Tríggjar liggjandi gestir Sum vant hevði gistingar- húsið við J. Broncksgøtu eisini opið um vikuskiftið. Tríggir mans høvdu fingið so mikið innanborða, at teir vunnu upp hús ella teir vistu, hvar teir búðu. Tí tók løgreglan menn- inar við á støðina har teir fingu eina song at sova í. Tá teir vóru klárnaðir so mikið dagin eftir, vórðu teir settir út aftur á gøtuna og tá mundi gangast betur at stýra heim til hús. Løgreglan í Runavík tók ein bilførara fyri at koyra við kenning um vikuskift- ið. Viðkomandi hevði eftir øllum at døma verið í grýludansi í Kambsdali og hevði fingið í meira lagi Ein tikin við kenning innanborða. Av støðini í Runavík frætta vit annars, at viku- skiftið har inni var ser- stakliga friðarligt í aðrar mátar. JAN MÜLLER Ringa veðrið hósdagin varð orsøkin til, at fleiri týðandi fundir kring landið vórðu avlýstir og útsettir. Ein teirra, sum Suðurstreymoy- ar Tjóðveldisfelag tók stig til - um oljuríkidømi og samfelagslig árin - varð hildin fríggjakvøldið í stað- in. Hetta er ikki besta kvøld- ið til slíkar fundir, og tískil vóru bert fá fólk møtt upp. Hetta var spell, tí talan var um ein heilt øðrvísi panel- fund, har politikarar høvdu møguleikar at seta einum paneli við oljufólki, journa- listi oø. spurningar. Millum panelluttakarar- nar var eisini Jacob Pauli Joensen, sum stendur á odda fyri umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni og sum í dag eisini er partur av umhvørvisar- beiðinum í Oljumálastýri- num. Hann helt eitt sera á- hugavert innlegg, sum blað- ið prentar í fullum líki. Æt- lanin er at venda aftur til teir ymsu spurningarnar, sum komu fram undir hoyr- ingini í útvarpshøllini hetta vetrarkvøld. Jacob Pauli Joensen segði: -Eg eri boðin at siga okk- urt um umhvørvi í samband við tað komandi oljuleit- ingina og hvussu hetta kann koma at ávirka samfelagið. Mín boðskapur er nokk - at tað er ein grundleggjandi tørvur á umhvørvisfyrisit- ing í Føroyum og - at ein oljuvinna kann verða við til at menna umhvørvistilvit- anina. Vørumerki Seinastu nógvu árini hava føroyingar víst á, at fiskurin úr Føroyum verður fiskaður úr heimsins reinasta havi. Hetta er ikki heilt rætt, men hetta hevur borið til, tí vit liggja so fjart frá teimum londum, sum eru okkara marknaðir, og við tí vaks- andi tilvitanini um mat- góðsku hevur hetta óivað havt týdning fyri søluna. Hetta vørumerkið kann rættuliga koma at standa sína roynd, um Føroyar í framtíðini verða assosier- aðar við olju og oljuríki- dømi. Vit standa í dag á gáttini til at móttaka eina vinnu, sum er okkum heilt fremm- and - oljuvinnan. Hetta er ein multinational vinna, sum ikki kann sigast at verða rótfest í Føroyum. Eisini hendan vinnan hevur hesi seinastu árini skilt boð- skapin frá brúkara- náttúru- og umhvørisverndarfeløg- um í Europa og í norður- Ameriku og leggur dent á at fáa eitt grønt - umhvørv- isvinarligt - image. Olja og oljuleiting hevur í nógv ár verið ímyndin av tí dálking, sum allur heim- urin er merktur av. Myndir av deyðum fuglum og hópin av fólki, sum lempa olju- evju upp av strendum, av stórbýum, sum eru um at kødna vegna tann nógva bilosan, og til dagsins stóru umhvørvistrupulleikar - veðurlagsbroytingar - hava allir tilknýti til nýtsluna av olju. Umhvørvisraðfesting Tað kann tí fella mongum fyri brósti at hoyra, at um- hvørvismál eru løgd undir Oljumálastýrið. Men, at hetta er gjørt, kann skiljast soleiðis, at tað ber ikki til at tosa um at fara ígongd við oljuleiting, uttan at øll um- hvørvisviðurskiftini eru fingin uppá pláss eisini. Hetta hevur sami ráðharri ábyrgd av, og tað kann hava sínar fyrimunir. Hetta kann eisini síggjast sum eitt tekin um, at umhvørvið enn ikki hevur fingið eitt sjálvstøð- ugt pláss í tí føroysku fyri- sitingini og tí eins væl kann liggja saman við olju sum við aðrari vinnu. Størsti trupulleikin er, at umhvørvisvernd ongantíð er blivin ein berandi partur av føroyskari fyrisiting. Hó- ast nýggj umhvørvisvernd- arlóg varð sett í gildi í 1988, hava umhvørvismál fyrst og fremst verið roknað sum kærumál eins og í tí gomlu skipanini við kommunalum heilsunevndum. Ætlanin við umhvørvis- verndini er tó fyrst og fremst, at øll planlegging, nýgerð og broytingar eru grundað á umhvørvisligar metingar, hetta fyri at fyri- byrgja trupulleikum. Í lond- unum kring okkum hevur umhvørvið leingi staðið sera frammalaga. Danska umhvørvisstýrið hevur skjótt 30 ár á baki, og í seinastu viku helt íslendska umhvørvisráðuneytið sítt 10 ára jubileum. Hvat er so orsøkin til, at umhvørvisverndarlógin ongantíð er komin til sín rætt her hjá okkum? Eg havi tvey boð: tann skipan- arligi tørvurin og tann fíggj- arligi tørvurin. Vit hava í dag 3 vinnumálastýri: Fisk, Olju og aðra Vinnu, men einki Náttúru- ella Um- hvørvismálastýri. Vit høvdu einaferð eina løgtingsins umhvørvisnevnd, men hendan varð avtikin, tá nýggi bygnaðurin kom í Landsstýrinum. Og at meta eftir teimum fíggjarligu um- støðunum til fyrisiting av náttúru- og umhvørvis- vernd, so er hetta fyrisiting- arøkið eftir øllum at døma óneyðugt. Nú skal beinanvegin sig- ast, at tað eru ítøkilig tekin um, at umhvørvisverndin í dag hevur størri áhuga. Tað hevur t.d. verið uppá tal at vekta umhvørvið soleiðis, at Oljumálastýrið fekk heitið Umhvørvis- og oljumála- stýrið. Nýggj havumhvørv- islóg varð sett í gildi í heyst, og umleið 15 kunngerðir eru nú ávegis, sum hava tilknýti til havumhvørvis- lógina. Eisini hevur lands- stýrismaðurin í umhvørv- ismálum avgjørt at niður- seta ein arbeiðsbólk til at gera uppskot til ein um- hvørvispolitikk. Harafturat er meira vanligt í dag at senda mál til hoyringar hjá áhugabólkum, t.d. hevur tað verið ein hoyring fyri fiskivinnufeløg og náttúru- verndarfeløg, áðrenn út- bjóðingarlógin varð løgd fyri tingið, og tað eru eisini ætlanir um at senda onnur mál til hoyringar. Oljan Tað, sum er aktuelt, er, hvørjar umhvørvistrupul- leikar ein oljuleiting kann føra við sær. Tað er greitt, at ein boring vil hava fleiri útleiðingar í sjógv og luft við sær. Afturat teimum vanligu spillvatnsútleiðing- unum og roykútleiðingun- um eru útleiðingar av bori- spónum, altso tað, sum kemur upp, tá borað verður. Knýtt at hesum borispónum er borimóra, sum kann inni- halda rættuliga nógv ymisk kemisk evnir. Eisini eru stórar nøgdir av burturkasti frá virkseminum, sum alt skal førast í land til burtur- beiningar. Roknað verður ikki við teimum nógvu boripall- unum tey fyrstu árini og vil dálkingin frá rakstrinum tí verða rættuliga avmarkað. Tað eru sjálvsagt altíð vand- ar fyri óhappum, sum í eini óhepnari støðu kunnu geva stórar dálkingar, her verður hugsað um oljulekar ella brand. Vit hava longu havt teir fyrstu fundirnar við olju- feløg, har tey fregnast eftir teimum umhvørvistreytum, sum roknast kann við, og har tey hava víst á, hvør teirra umhvørvisligi kunn- leiki og dygd er. Vit meta tað alneyðugt, at feløgini hava eina vælvirkandi inn- aneftirlitsskipan, sum er undir eftirliti frá óheftum felag. Vit taka tað somu- leiðis sum givið, at feløgini ikki fara undir virksemi fyrrenn umhvørvisgóð- kenning er fingin uppá pláss. Somuleiðis skulu onnur viðurskifti verða fingin uppá pláss, so sum umhvørvisligar árinsmet- ingar og tilbúgvingaræt- lanir. Virkir Størsta árin frá oljuvirksem- inum kann koma at verða dálking frá tí virksemi, sum verður skapt á landi í til- knýti til oljuleitingina. Nær- um alt virksemi er í dag utt- an tað umhvørvisgóðkenn- ing, sum er ásett í umhvørv- isverndarlógini. Harafturat kemur, at ein vøkstur í virk- seminum eisini merkir størri nøgdir av burturkasti og útleiðingum í sjógv ella luft. Skal hetta tálmast, má meira orka nýtast til um- hvørvisgóðkenningar og til at minka um burturkast- nøgdirnar. Nýtsla av av- gjøldum fyri at minka nýtsl- una og dálkingina og fyri at fíggja umsitingina verður at kalla ikki brúkt í Føroyum, hóast tað er sera vanligt aðrastaðni. Vit eru ikki illa fyri umhvørvisliga í Føroyum, men vit mangla yvirhøvur at fylgja við í rákinum og gera vart við tær dygdir vit hava og eisini fáa loyst teir umhvørvistrupulleikar vit hava. Vit mugu rokna við, at vit verða oftari og oftari spurd eftir teimum um- hvørvisligu umstøðunum. Vert er kanska eisini at nevna, at niðurstøðan hjá dønum í dag er, at teir eru glaðir fyri ta menning av umhvørvistøkni og tann marknaðarfyrimun teir hava fingið við at verða skjótir úti við dálkingarfyribyrgj- andi tiltøkum í vinnuni. Vit kunnu koma at upp- liva, at oljufeløg, sum eru von við at hava greiðar mannagongdir fyri um- hvørvisvernd sum ein neyð- ugan part av virkseminum, koma at vísa á tað ósam- svar, sum er í millum tað vit vænta av teimum og tann umhvørvisliga hugburðin tey møta á nógvum før- oyskum virkjum og skipum. Tað ber sostatt til at siga, at oljuvirksemi kann verða við til at geva føroysku fyri- tøkunum eitt skump soleiðis at tær umhvørvisliga mugu fáa viðurskiftini uppá pláss. Hetta vil so eisini gera tær førar fyri at fara út á markn- aðin við einum meira grøn- um profili. Á henda hátt kann oljuvinnan verða við til at menna føroyska vinnu- lívið umhvørvisliga. Tað eru yvaleyst nógvar aðrar broytingar ein olju- vinnu vil hava við sær. T.d. hava vit leingi verið í støð- uni sum offur fyri dálking uttanífrá, serliga tá hugsað verður um trupulleikarnar við grindini. Um vit finna olju, fáa okkara umhvørv- isreguleringar munandi størri týdning fyri dálk- ingina í øllum heiminum. Vilja vit tá verða eitt fríøki uttan ov nógvar regulering- ar, út frá eini gamlari fatan av, at umhvørvisvernd bara kostar, ella vilja vit tá krevja størsta umhvørvisansni, tí vit liva eisini av havinum. Vit mugu minnast til, at oljan er eitt avmarkað til- fangi. Tí er umráðandi, at vit halda havið ódálkað og varðveita ímyndina av, at føroyskur fiskur stavar frá heimsins reinasta sjógvi. Skuldi eg givið eitt boð uppá, hvat skal gerast fyri at hindra ov stórum um- hvørvisligum og samfelags- ligum avleiðingum av eini oljuvinnu, so er tað at steðga onkrari av teimum stuðuls- ella íløguætlanum, sum eru uppá tal og nýta orkuna til at fáa greiðar málsetningar og manna- gongdir fyri náttúru- og um- hvørvisverndina og fyri hvussu øll samfelagsøkir kunnu gerast umhvørvisliga burðadygg. Samanumtikið er mín boðskapur, at umhvørvis- fyrisitingin er alt ov veik í dag, og skal ímyndin av Føroyum sum verandi rein- ar og ódálkaðar varðveitast, so mugu munandi broyt- ingar gerast. Eisini er mín boðskapur, at hóast olju- vinnan er ein ímynd av dálking um allan heim, so kann ein væltilrættisløgd leiting og framleiðsla verða við til at menna umhvørv- istilvitanina í Føroyum. Oljuvinna við til at menna vinnulívið umhvørvisliga -Oljuvirksemi kann verða við til at geva føroysku fyritøkunum eitt skump soleiðis, at tær umhvørvisliga mugu fáa við- urskiftini uppá pláss. Hetta vil so eisini gera tær førar fyri at fara út á marknaðin við einum meira grønum profili. Á henda hátt kann oljuvinnan verða við til at menna føroyska vinnulívið umhvørvisliga segði Jacob Pauli Joensen, leið- ari fyri umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Teir fimm luttakararnir í panelinum frá fundinum um oljuríkikidømi og samfelagslig árin. Fv. Herálvur Joensen, Jacob Pauli Joensen, Jákup í Dímun, Jan Müller og Kjartan Hoydal. Mynd Álvur Haraldsen