mikudagur 8. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 47 - 8. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 47 - 8. mars 2000
Viðmerking:
Ongan týdning um landsstýris-
menn siga ósatt fyri tinginum!
Løgtingsskrivstovan:
Mánadagin
fekk
fiski-
mannafelagið
svar
frá
landsstýrismálanevndini
(hereftir: nevndin), har sagt
varð frá, at í seinasta upp-
ritinum hjá Peter Blume
einki nýtt er komið fram,
sum gevur nevndini grund-
arlag fyri at broyta sína
fyrru støðutakan.
Hetta verður sagt hóast
uppritið hjá Peter Blume
tekur grundarlagið undan
øllum teimum grundgeving-
um sum nevndin nýtti í sini
fyrstu niðurstøðu.
Nevndin vísir til eitt no-
tat, sum Sjúrður Rasmus-
sen, løgfrøðingur á Løg-
tingsskrivstovuni (hereftir
SR) hevur gjørt í málinum.
Tað var nú ikki annað
væntandi, tá vit hava sæð ta
margháttligu
»viðgerð«
hetta mál hevur fingið. Hon
byrjaði við at heitt varð á
skrivaran í nevndini um at
finna grundgevingar fyri at
avvísa málið, og hetta hevur
eftir øllum at døma eisini
verið setningurin hjá SR.
Bæði tá og nú hevði nið-
urstøðan hjá nevndini og
umsitingini ikki verið øðr-
vísi um tað var løgmaður
sjálvur sum hevði skrivað
hana.
Nú nevndin fekk nýggja
uppritið hjá Blume, mátti
hon gera okkurt fyri at mana
tað í jørðina. Tí nevndin
kundi jú fyri alt í verðini
ikki ásanna, at hon hon
hevði mistikið seg.
Og tað gjørdi nevndin við
at biðja løgtingsskrivstov-
una um at »kanna seg
sjálva«, hóast hon hevði
aðrar møguleikar. Og sjálv-
sagt hevur løgtingsskriv-
stovan fríkent seg sjálva.
Hon kann heldur ikki við-
ganga at hon hevur mistikið
seg.
Viðvíkjandi høvuðstætt-
unum í málinum verður víst
til endurgivnu brotini úr
málinum. Milt sagt eru her
fleiri leysir endar enn nak-
rantíð. Men annar shesar
viðmerkingar: Endurgevur
bert ein part.
SR byrjar við at endur-
geva tað sum løgmaður hev-
ur sagt um aktuella málið á
einum tingfundi. Men hann
»gloymir«
ein
annan
tingfund, har løgmaður gev-
ur tinginum heilt ítøkiligar
skeivar upplýsingar um
sjúkrahúsráðini, sum høvdu
avgerandi týdning fyri aktu-
ella málið. Landsstýris-
málanevndin
heldur
hondina yvir lógarbrot.
Her skal verða mint á, at
tað var nevndin sjálv sum
tók hetta málið upp. Hon
byrjaði eisini bragdliga við
at útvega sær avskrift av
øllum sum varð sagt á tingi
um hetta mál. Men knapp-
liga slær nevndin bakk, og
á sama fundi hesar avskriftir
verða framlagdar, áleggur
hon skrivaranum at finna
grundgevingar fyri at avvísa
málið! Hesar styrkja í
hvussu er ikki álitið á
nevndina og umsitingina.
Hetta verður undirstrikað
av, at nevndin er kunnað
um, at landsstýrið núærum
100 dagar hevur framt eitt
annað lógarbrot sum er ein
fylgja av tí fyrra, sum
nevndin roynir at káva út-
yvir: Landsstýrið hevur full-
komiliga ignorerað eitt
fullkomiliga greitt lógásett
krav sum FF hevur til at fáa
innlit í málið. Hetta hevur
ongan áhuga hjá teirri
nevnd, hvørs uppgáva er at
hav aeftirlit við at lands-
stýrið fylgir landsins lógir!
Landsstýrið og tess um-
siting hava skilt samtyktina
hjá nevndini, har hon gevur
grønt ljós fyri óregluliga
umsiting!
Endamál:
Eingin skal vita hvønn
rætt tey hava.
Sjúrður Rasmussen hevur
í hvussu er rætt í einum. Og
tað er, at finst ikki ein tann
einasti tingmaður, sum hev-
ur áhuga fyri at galdandi
lógir og reglur verða hildn-
ar, so kann alt gera tað
sama.
Og tað mátti sagt onkrum
okkurt, at sjálvt løgfrøðing-
ur á løgtingsskrivstovuni
kann koma til ta niðurstøðu,
at tað kann gera tað sama,
um landsstýrismenn siga
satt ella ósatt fyri tinginum!
Úrslitið er, at vit eru við
at fáa eina »serføroyska«
rættarskipan, har ongar
reglur skulu vera um nakað
sum helst, og har borgarin
ikki skal kunna vit hvønn
rætt hann hevur. Tí eru Før-
oyar meira og meira við at
gerast ein »bananrepubl-
ikk«. Og hetta er tann rætt-
arskipan sum vit nú skulu
hava í staðin fyri ta donsku,
sum hóast ikki fullkomin
man vera tann frægasta í
heiminum.
Og so ótrúligt sum tað
ljóðar: Hetta kunnu flokk-
arnir í hvussu er semjast
um!
Óli Jacobsen
Dok. 1
Peter Blume:
ANSVAR I FORHOLD TIL
OPHÆVET LOV.
Landsstyresagsudvalgets
begrundelse for ikke at un-
dersøge spørgsmålet om, hvor-
vidt fiskeriministerens admin-
istration i forhold til lønregu-
leringsfondlovens § 4 har vær-
et forsømmelig, er baseret på
at problemstillingen angår en
lovbestemmelse, der efterfølg-
ende er blevet ophævet af Lag-
tinget. Tankegangen må antag-
es at være, at problemstil-
lingen alene har historisk int-
eresse, hvorfor der ikke er
grund til at forfølge sagen.
Set under en dansk syns-
vinkel er denne argumentation
ikke bæredygtig, idet det prin-
cipielt må betragets som uden
betydning for bedømmelsen
efter ministeransvarligheds-
lovens § 5 stk. 1 om en min-
isters beslutninger vedrører en
lovbestemmelse, der på et
senere tidspunkt er blevet
ophævet. Der er ikke tvivl om,
at der kan ifaldes ansvar i
relation til historiske forhold.
Det må tilføjes, at den om-
stændighed at reglen er op-
hævet, ikke som udgangs-
punkt mindsker den faktuelle
og retlige interesse i en under-
søgelse. For den parlamentar-
iske kontrol med regeringen er
det afgørende, at det altid kan
vurderes, om der er sket lov-
mæssig forvaltning. Denne
mulighed kan ikke fjernes,
fordi en lovbestemmelse op-
hæves f.eks. på regeringens
initiativ. I modsat fald ville en
regering i mange til-fælde
have mulighed for at gøre
ministeransvaret illusorisk.
Peter Blume eina heilt greiða
støðu til sjónarimðið hjá lands-
stýrismálanevndini um, at tað
ongan áhuga hevur at kanna um
landsstýrið hevur framt lógar-
brot á eina lóg, sum seinni er
avtikin. Hetta er í veruleikanum
høvuðsmálið í hesi sak. T.v.s.
um landsstýrismaður hevur
skyldu til at fylgja eini løgtings-
lóg.
Peter Blume avísir fullkomi-
liga grundgevingina hjá lands-
stýrismálanevndini. Hann vísir
á, at støðan hjá nevndini veru-
liga tekur grundarlagið undan
ráðharraábyrgdini við at taka ta
støðu tað ber til at bróta eina lóg
bert hon verður tikin av aftaná.
Sjúrður Rasmussen tekur als
ikki henda heilt avgerandi
spurningin uppá tungu. Tað er
øll grund til at spyrja: Hví?
Dok. 2.
PETER BLUME:
Det danske statsstyre er
baseret på en forudsætning
om, at regeringen ved sine
ministre i udtalelser overfor
Folketinget giver rigtige og
ikke vildledende oplysninger.
Denne forudsætning er funda-
mental i et parlamentarisk
folkestyre. Det gælder uanset
om ministre udtaler sig pol-
itisk eller juridisk.
SJÚRÐUR RASMUSSEN:
Sjálvt um vit leggja til
grund, at (løgmaður) hevur
úttalað seg løgfrøðisliga skeivt
um spurningin, so er mangt
sum bendir á, at henda upp-
lýsing hevur ikki »havt stóran
týdning fyri tingsins meting av
málinum«.
Hetta má sigast at vera ein lemj-
andi dómur yvir Føroya Løgting
frá tess egnu umsiting. Tað sum
Sjúrður veruliga sigur her er, at í
einum so prinsipiellum og løg-
frøðisligum máli sum samsvar
millum tingsins lóggávu og
stýrisskipanina hevur tað ongan
týdning um løgmaður gevur
tinginum ósannar upplýsingar
um viðkomandi mál. Hetta er
annars tann mest beinrakna lýs-
ing av tinginum, sum enn er
komin fram.
Tað er óneyðugt at siga, at
sjónarmiðið hjá SR er fullkomi-
liga í ósamsvar við tað sum er
galdandi í Danmark og annars í
øllum skipaðum samfeløgum,
har minni ósannindi enn her er
talan um, fær avleiðingar í
stundini.
Dok. 3
PETER BLUME:
(Indeholder en udtalelse
ministerens opfattelse af et
fortolkningsspørgsmål må
dette opfattes som ministerens
juridiske opfattelse…) Der
findes ikke i denne sammen-
hæng en tredje kategori, der
omfatter ministerens person-
lige mening. Selvom sådanne
personlige udtalelser skulle
anerkendes, ville fremsatte
udtalelser iøvrigt være under-
lagt tilsvarende krav. (at vera í
samsvar við veruleikan).
SJÚRÐUR RASMUSSEN:
Men tá ið løgmaður úttalar
seg, má man halda, at hann
úttalar um tað, sum hann í
hesum annars sera leysa rætt-
arliga spurningi, sum hann
heldur vera (andan og moralur-
in í) stýrisskipanarlógini. (mín-
ar undirstrikingar).
Sum tað sæst er hetta sjónarmið
longu avvíst av Peter Blume. Og
hvussu sannførandi SR er, sæst
av hansara máta at grundgeva
síni sjónarmið. Í hesum sera
prinsipiella spurninginum um
skyldina tá landsstýrismanni at
geva løgtinginum rættar upplýs-
ingar er hansara megingrund-
geving, og tað uttan undirbygg-
ing, at »man má halda…« Hetta
sjónarmiðið fráitekur annars
landsstýrismenn frá skyldina at
siga satt fyri tinginum. Skuldi
tað hann sigur tinginum, ikki
verið rætt løgfrøðisliga, er tað tí
hann úttalar seg um »andan og
moralin« í lógini. Og tað liggur í
orðinum, at her eru allir møgu-
leikar opnir.
Dok. 4
PETER BLUME:
Ministre udtaler sig som
ministre. Det er naturligt, at
lagtinget lægger dette til
grund og dermed naturligt går
ud fra, at ministeren har kons-
ulteret sine embedsmænd –
bortset fra tilfælde hvor udta-
lelser er rent politiske og uden
for det område, hvor et jurid-
isk ansvar er muligt.
Útgreining frá Peter Blume.
SJÚRÐUR RASMUSSEN:
Tingmenn vita at løgmaður
er ikki útbúgvin løgfrøðingur,
og hevði hesin upplýsingur
havt stóran týdning fyri teir
undir viðgerðini, høvdu teir
biðið um tær neyvari løgfrøði-
ligu detaljurnar…
Hetta krumspringið hjá Løg-
tingsskrivstovuni at renna ørindi
fyri sín »mótpart« nærkast tí
komiska. Løgmaður hevur við
beráddum huga yvir eitt longri
tíðarskeið givið tinginum upp-
lýsingar, sum tað ikki er minsta
grundarlag fyri. Samstundis
noktar hann tí órættaða parti-
num, FF, sín lógkravda rætt at
fáa innlit í málið. Og nú skal
hann klára frísak, tí hann ikki er
útbúgvin løgfrøðingur! T.v.s. at
tingmenn skulu meta upplýsing-
ar frá landsstýrismonnum eftir
um teir eru løgfrøðingar ella
ikki. Og slíkar grundgevingar
detta tingmenn (landsstýris-
málanevndin) á reyvina fyri.
Sum útgreiningin hjá Peter
Blume vísir, so er hetta sjónar-
mið ikki í samsvar við tað sum
er galdandi í einum skipaðum
samfelag. Løgmaður hevur ann-
ars eina heila lógardeild undir
sær. Og hevur fullan møguleika
at tryggja sær at tað hann sigur
tinginum er løgfrøðisliga rætt.
At hetta verður gjørt, hava ting-
menn alla grund til at halda.
Dok. 5
NIÐURSTØÐAN HJÁ BLUME
Sammenfattende kan der-
med om denne problemstilling
anføres:
1. En minister har pligt til at
give rigtige og ikke vildledend-
e oplysninger.
2. Dette krav gælder uanset
udtalelsens genstand.
3. Om udtalelsen er eller
ikke er ministerens personlige
mening har ingen betydning
for bedømmelsen.
4. Konsekvenserne af ukor-
rekte udtalelser afhænger af
disses karakter og betydning.
5. Ansvar for en minister
kan være aktuelt, selvom en
retsregel efter det kritisable
forhold er blevet ophævet.
Niðurstøðan hjá Blume er »stutt
og greið« sum hjá Jóan Jakku í
Gerði. Og hetta er ein støða sum
vanlig fólk kunnu skilja. Niður-
støðan hjá løgtingsskrivstovuni
er ein vavstur av undanførslum,
sum eingin f.. skal kunna skilja,
hóast talan er um ein sera ein-
faldan spurning. Hann snýr seg
»bert« um, at løgmaður hevur
fortalt tinginum, at ein lóg ikki
er sett í verk, tí hon var í stríð
við stýrisskiparnlógini. Hetta
kann bert vera rætt ella skeivt.
Og út frá fyriliggjandi tilfari er
tað greitt, at upplýsingurin er
skeivur. Í staðin fyri at staðfesta
hetta verður valt at káva útyvir
tað og at fløkja málið í ein elli-
bita.
Spurningurin er um løgtingið
veruliga kann liva við øllum
teimum leysu endunum, sum eru
skaptir í hesum máli!
Dokumentatión til málið um Yrkisráðið
Martin Næs skrivar
Í sambandi við at Norður-
landahúsið í síðstu viku
hevði vitjan av enska út-
gevaranum Pamela Clunies
Ross, skipaðu Rithøvunda-
felagið og Norðurlandahús-
ið fyri rithøvundakvøldi við
fyrilestri, upplestri og tón-
leiki. Tiltakið, ið var alment,
var í Klingruni í Norður-
landahúsinum týskvøldið
29. februar.
Millum áhoyrarnar var
eisini enski gesturin og út-
gevarin, sum, hóast hon
valla hevur skilt nógv av tí,
ið lisið var, óivað kortini
hevur fingið eina mynd av
tí nýggjasta í føroyskum
bókmentum. Sum útgevari
í Englandi hevur Pamela C.
Ross sett sær fyri at geva út
nýggjan íslendskan prosa-
skaldskap, og hevur forlag
hennara, Mare's Nest, tey
seinnu árini givið út fleiri
av teimum nýggjastu ís-
lendsku skaldsøgunum, eitt
nú bøkur eftir Thor Vil-
hjálmsson, Einar Már, Víg-
dis Grímsdóttur, Guðberg
Bergsson og Ólaf Gunnars-
son.
Turið Sigurðardóttir legði
fyri við stutt at geva eina
lýsing av føroyskum bók-
mentum í dag. Tey, ið síðani
lósu upp úr egnum skald-
skapi, vóru: Jens Pauli
Heinesen, Oddvør Johan-
sen, Carl Jóhan Jensen,
Hanus Andreassen, Jóanes
Nielsen og Rakel Helmsdal.
Um tað var av tilvild ella
ikki, so vísti tað seg at fleiri
av høvundunum høvdu valt
at lesa upp tekstir, ið snúðu
seg um tað at skapa og
skriva. Sjálvur haldi eg hetta
vera mikið áhugavert, og
tað gjørdu kanska eisini øll
tey, ið sótu og lurtaðu í
Klingruni. Men spurningur-
in er, um ikki hetta gjørdist
í so einstáttað evni at lurta
eftir í næstan hálvantriðja
tíma.
Jens
Pauli
Heinesen
spurdi: Hví skrivar tú? Odd-
vør Johansen sat uppi á ate-
lierinum saman við Augusti
Benadiktson, og meðan tey
bíðaðu eftir íblástri, spurdi
tey hvaðani inspiratiónin
kom.
Carl Jóhan Jensen las um
"jarðtekn ið ikki krevja
orð". Og í sínum heilt egna
stíli bað Jóanes Nielsen
okkum ikki taka seg illani
upp, tí hann yrkti eisini "fyri
gullfiskunum, mánalýsinum
og fyri øllum seymunum, ið
halda takplátunum upp á
pláss". - Nei, løtan var á
ongan hátt keðilig.
Tvær ferðir inn ímillum
tók vísusangarin Hanus Jo-
hansen og riggaði mikro-
fonina betur til. Hann sang
tvær yrkingar um várið,
onnur var eftir Karsten
Hoydal og hina hevði Ata í
Líð skrivað, og eisini sang
hann týðingina hjá Rikard
Long Úr Rubaijat. Til allar
yrkingarnar hevði Hanus
Johansen sjálvur gjørt løg-
ini. Sum tann einasti av lut-
takarunum treiv Hanus í tað
enska, og framførdi meist-
arliga yrkingina Annabel
Lee eftir Edgar Allan Poe.
Umframt Oddvør vóru tað
Hanus Andreassen og Rakel
Helmsdal, ið lósu prosa.
Søgurnar tey bæði lósu vóru
av heilt øðrum slag enn tað,
vit hoyrdu hini lesa, so her
var ið hvussu er ein roynd
gjørd at skapa vídd í inni-
haldinum. Av áhoyrara-
plássunum sást tú yvir á
Nestorin í føroyskum skald-
skapi í dag, Regin Dahl.
Hann var komin at lurta eftir
hinum.
Hetta var ein frálík løta í
Klingruni. Og sum hjá Aug-
IN ENGLISH, PLEASE!
usti Benadiktssyni so runnu
tankarnir bæði niðan á Dal-
avegin og niðan á Varða, og
teir steðgaðu eisini á við ta
nýggju reglugerðina fyri
Mentunargrunn
Føroya
Løgtings. Vónandi verður
hon so smidlig, at grunnurin
í framtíðini fer at taka hædd
fyri at føroyskar bókmentir
verða týddar til onnur mál í
størri mun enn gjørt verður
í dag.
Vónandi er enski útgevarin
farin avstað aftur, um ikki
beinanvegin, við einum før-
oyskum Einari Már Guð-
mundssyni, Vígdis Gríms-
dóttur ella Guðbergi Bergs-
syni, so við einum boði upp
á, hvussu vit bera okkum at
við at fáa nýggjar føroyskar
bókmentir fluttar beinleiðis
úr føroyskum yvir í eitt av
heimsins størstu tungumál-
um, - og her mugu vit sjálv
eisini virka og stuðla. Norð-
urlandahúsið hevur tikið
fyrsta stigið - og tað eiga
tey stóra tøkk fyri.
Rithøvunda-
kvøldið 29.
februar
Á rithøvundakvøldinum týsdagin í
síðstu viku segði Turið Sigurðardóttir
fra um føroyskar bókmentir. Rithøvund-
arnir Jens Pauli Heinesen, Oddvør Jo-
hansen, Carl Jóhan Jenen, Hanus Andr-
easen, Jóannes Nielsen og Rakel Helms-
dal lósu upp úr egnum yrkingum, og
umframt hetta sang Hanus G. Johan-
sen.
Við til tiltakið var eisini Pamela Clun-
ies Ross frá bókaforlagnum Mare‘s Nest
úr London.
Mare‘s Nest hevur m. a. givið út nógv-
ar íslendskar bøkur, sum eu umsettar til
enskt. T. d. kunnu nevnast: Brushstrokes
of Blue (The Young Poets of Iceland),
bøkurnar hjá Einar Már Guðmundsson
hjá Þor Vilhjálmsson »Epilogue of the
Raindrops« og »Angels of the Uni-
verse«, sum Bernhard Scuder hevur um-
sett, bókin hjá Þor Vilhjálmsson »Justice
Undone«, sum Bernhard Scuder hevur
umsett, bókin hjá Friðu Á. Sigurdardóttir
»Night Watch«, sum Katjana Edwardsen
hevur umsett, bókin há Ólafi Gunnar-
syni, »Trolls‘ Cathedral«, sum David
McDuff og Jill Burros hava umsett og
bókin hjá Guðbergi Bergsson »The
Swan«, sum Bernhard Scudder hevur
umsett.
Martin Næs hevur skrivað hugleið-
ingina niðanfyri:
Vónandi er enski útgevar-
in farin avstað aftur, um
ikki beinanvegin, við ein-
um føroyskum Einari Már
Guðmundssyni, Vígdis
Grímsdóttur ella Guðbergi
Bergssyni, skrivar Martin
Næs
Myndir: Álvur Haraldsen